Eitt av tilmælunum, sum myndugleikarnir hava lagt stóran dent á í royndunum at forða koronu at breiða seg í Føroyum, er, at fólk, sum koma til landið, lata seg kanna umaftur, tá ið tey hava verið her í fýra dagar.
Men hendan dagin fingu vit hagtøl frá Heilsumálaráðnum, sum vístu, at í roynd og veru er tað bara ein lítil brøkpartur av teimum, sum koma til landið, sum halda hetta tilmæli. Í rundum tølum er tað ikki meiri enn ein triðingur av teimum, sum koma til Føroya, sum halda tilmælið um at kanna seg umaftur, fjórða dagin tey eru her.
Les meiri um tey keðiligu tølini her: Bara ein lítil brøkpartur heldur tilmælini um koronu
Pál Weihe heldur, at hetta er stórt spell, tí hetta er framvegis eitt av teimum tilmælunum, sum tað hevur stóran týdning at halda. Kanska hevur tað serliga stóran týdning at halda hetta tilmælið í hesum ólavsøkutíðum, tá ið nógv fólk eru komin til landið, og har fólk gera nógv burtur úr at hittast í veitslulagi, heldur hann.
Hann sigur, at tað er javnan, at korona verður staðfest hjá fólki, sum lata seg kanna umaftur tann fjórða dagin, hóast kanningin, tá ið tey komu til landið, vísti, at tey vóru frísk.
Hann sigur sostatt, at hesar kanningarnar hava gjørt rættiliga stóran mun í royndunum at basa koronu, og høvdu vit ikki havt tær, hevði støðan verið nógv verri enn hon er. Tí er tað ein staðilig áheitan á fólk, sum koma til Føroya um at halda hetta tilmælið, tí tað er rættiliga avgerðandi í stríðnum ímóti koronu.
Hann vísir á, at tað eru smittukeldur kring landið og tað hevur gjørt okkum rættiliga illa fortreð, eitt nú eru bæði stevnur, festivalar og stórar familjuveitslur avlýstar. Høvdu vit havt funnið fleiri koronusjúklingar við markið, ella í kanningini tann fjórða dagin, er tað alt, sum talar fyri, at vit høvdu havt nógv færri trupulleikar enn vit hava havt.
Hagtølini vísa, at tað er serliga síðan á páskum, at líkasælan er farin at breiða seg og at alsamt færri av teimum, sum koma til Føroya, lata seg kanna umaftur.
Pál Weihe heldur, at talan kann eisini rætt og slætt vera, at fólk eru farin at troyttast. Talan kann eisini vera um at at fólk hava ta fatan, at nú eru vit komin so langt at koppseta fólk, at stríðið er av. Men Pál Weihe leggur dent á, at tað er ikki støðan, tí enn er tað bara helvtin av føroyingum sum hevur fingið báðar sproyturnar, og sum sostatt er liðugt koppsettur.
Men farsóttin kann saktans fara at ganga ímillum tey, sum ikki eru koppsett og tað kann bæði fáa heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa koronu og tað kann leggja sjúkrahúsverkið undir stórt trýst.
Pál Weihe sigur, at tað verður ikki fyrr enn síðst í august, at vit kunnu vera meiri avslappað, tí gongur sum ætlað, verður tað ikki fyrr enn tá, at øll tey, sum vilja verða koppsett, hava fingið báðar sproyturnar.
– Tað er ein mánaði eftir og eg haldi ikki at tað er so long tíð at tá ið vit hugsa um, hvussu frælst vit hóast alt, hava tað, sigur Pál Weihe.