Nýggja hotellið í Klaksvík verður reist og fær navn

Tað verður Kristian Martin Rasmussen, sum fer at avdúka, hvat navnið á nýggja hotellinum í Klaksvík verður, og hann fer eisini at siga nøkur orð við høvið í dag

 

Um middagin í dag verður reisigildi í Klaksvík, tá nýggja hotellið verður reist.

 

Tað er byggifyritøkan, Kanjon, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna, og nú hotellið verður reist, verður eisini gjørt nakað burturúr.

 

Onkrar røður verða hildnar, og navnið á hotellinum verður avdúkað.

 

Tom Silvurdal, framleiðsluleiðari hjá Kanjon, sigur, at byggingin byrjaði í februar í fjør, og einaferð næsta ár stendur hotellið liðugt og klárt at taka í nýtslu.

 

Tað verður Kristian Martin Rasmussen, sum fer at avdúka, hvat navnið á hotellinum verður, og hann fer eisini at siga nøkur orð við høvið.

 

Soleiðis, sum In.fo skilir í morgun, fer Jan Petersen, stjóri hjá Christiani í Grótinum, at eisini at siga nøkur orð, og tað fer borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, eisini. 

 

Stjórin í Kanjon, Kjartan Hansen, fer eisini at greiða frá byggiverkætlanini.

 

Tom Silvurdal sigur, at tað verða tilsamans 83 kømur í nýggja hotellinum, og her verða eisini onkrar hotelsvitur. Tað er kendi arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað nýggja hotellið í Klaksvík.

 

Klaksvík hevur eisini fingið mentanarhúsið Varpið, og her hava longu verið nógv ymisk tiltøk, sum í størri mun enn áður hava sett Klaksvík og Norðoyggjar á Føroyakortið.

 

Nú býurin eisini fær eitt nýtt hotell, verður alt norðurøkið lyft upp á eitt heilt annað stig - eisini innan mentan og gistingarvirksemið - enn áður hevur verið kent í økinum.

 

Nýggja hotellið verður bygt soleiðis, at stórur dentur verður lagdur á vælveru. 

 

Konseptið er, at ferðafólk skulu kunnu fara út at uppliva náttúruna og koma so aftur á gistingarhúsið og fáa alla vælveru og góðan mat.

 

Tað verður Gist & Vist, sum fer at standa fyri rakstrinum av nýggja hotellinum í Klaksvík.

 

##med2##

 

##med3##