Tað segði hon á einum felags tíðindafundi við nýggja samveldiskanslaranum í Týsklandi, Friedrich Merz, sum var á vitjan í Brússel í dag.
Í samrøðu við pressuna legði Merz dent á, at hann ikki vil lata "trupulleikan við óregluligari fólkaflyting" til hini ES-londini.
Týskland hevur hert eftirlitið, men har er eingin "neyðstøða" sum annars hevur verið boðað frá.
- Vit stýra landamørkunum meira herðandi. - Vit stýra tingunum á sama hátt, sum vit gjørdu undir EM í fótbólti í fjør, sigur hann.
/Ritzau/