Mæla til at stytta tíðina ímillum sproyturnar

Nýggur variantur av korona fær heilsumyndugleikarnar í Evropa at koma við nýggjum tilmæli

Nú ræður um at fáa fólk koppsett fyri koronu sum skjótast. Tað staðfesta heilsufrøðiligu mynduleikarnir á miðstøðina fyri sjúkufyribyrging í Evropa, ECDC.

 

Teir vísa at tann nýggi delta-varianturin av koronu, ella tann indiski varianturin breiðir seg sum eldur í Evropa og tað fær ECDC at mæla til, at tey ymsu londini seta ferð á at fáa fólk koppsett. Í hesum sambandi mæla tey til, at tíðin ímillum fyrru og seinnu sproytuna, verður stytt so nógv sum gjørligt.

 

Delta-varianturin smittar rættiliga illa, men teir siga, at tey, sum bara hava fingið ta fyrru sproytuna, eru ikki serliga væl vard fyri akkurát hesum variantinum. Buno Ciancio, sum er talsmaður fyri SCDC, sigur í eini fráboðan, at tey, sum bara hava fingið eina sproytu, eru ikki serliga væl vard ímóti hesum delta-variantinum.

 

Um okkara leiðir verður vandin kortini ikki mettur at vera so stórur, tí her er støðan rættiliga góð, bæði í Føroyum og í Danmark. Men summarferian stendur fyri durum og væntandi er, at fólk fara uttanlands at ferðast. Og stúrt verður fyri, at tað kann fáa delta-variantin at gera rættiliga um seg.

 

Eftir forskriftunum skulu minst tríggjar vikur verða ímillum fyrru og seinnu sproytuna við koppingarevnunum frá Pfizer, sum vit brúka, men í Føroyum ganga ofta upp í seks vikur áðrenn fólk fáa seinnu sproytuna. Men nú verður altso mælt til, at tíðin verður tann stytsta, sum til ber.

 

Men sum so fer er fyrra sproytan ikki til fánýtis, hóast tað gongur longri tíð ímillum Sproyturnar.

 

Heilsumálaráðið upplýsir, at í Bretlandi og Noregi eru upp í 12 vikur ímillum fyrstu og aðru sproytuna. Í Bretlandi hava tey havt 12 vikur ímillum sproyturnar, og ein bretsk kanning bendir á, at í roynd og veru eru fólk betur vard tá ið tað eru meiri enn seks vikur ímillum fyrru og seinnu sproytu.

 

TV2 sigur í Danmark streingja fleiri fólkatingslimir nú á um at fáa koppingarevnið frá Johnson & Johnson tikið í brúk aftur, hóast tað annars varð vrakað fyri eini tíð síðani tí vandi var fyri hjáárinum. Men ein avleiðing av tí var, at kopingarætlanin varð nógv seinkað, so nú eru ikki utlit fyri, at tað verður fyrr enn einaferð í september, at vit verða liðug at koppseta øll.

 

Tí vilja politikarar í Danmark nú hava enn meiri ferð á koppingarætlanina við at taka koppingarevnið frá Johnson & Johnson aftur í brúk. Men eisini heilsumyndugleikarnir í Danmark leggja dent á, at alt eigur at verða gjørt fyri at basa delta-variantinum.