hava spart saman til at fara til hondbóltsfinalur í Oslo í januar og ætla at geva børnunum tað í jólagávu, men so kemur hendan ferðin afturat. Námsferðir í fólkaskúlanum eru farnar púra av kós, og tað er [...] ikki heima í einum fólkaskúla, sum sambært endamálsorðingini skal vera ókeypis og rúma øllum. Hon skrivar soleiðis: Foreldur at børnum á Skúlanum á Fløtum mugu taka lán til námsferð! Næmingar í 9 í.p á ho [...] á Skúlanum á Fløtum fara námsferð til Trier 24. nov. - 1. des. at hyggja at endaspæli í hondbólti hjá kvinnum, og í gjár sendi skúlin rokning til foreldrini á 11.000 kr. fyri hvørt av teimum 20 børnunum
sum starvast í umsitiningini. Tað stutta av tí langa er: Tey 6 aðalráðini vilja við verandi útspæli fylla akra líka nógv sum tey verandi 9, t.d. 2+2 embætisfólk ella starvsfólk í hvør í sínum aðalráð [...] nær tær umleið 18 mió. kr. skulu síggjast aftur í sparingum, tá tey 3 landsstýrisfólkini eru trekt frá? Hví verður bara tosað um pengar og ikki betri dygd í almennu tænastunum? Hvussu kann almenna umsiting [...] embætisfólk og umsiting í løn fyri at gera tað, sum er neyðugt, álagt, og tað, sum tey eru sett í verðina til og ikki leypa undan ábyrgd og lata eina nýskipanarnevnd seta út í kortið politiskar ætlanir
hjá THW Kiel í dag í dysti í bundesliguni. Á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel vunnu Elias og liðfelagarnir greiðan 43-35 sigur á Bergischer. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á, og í steðginum var [...] Hákun fekk fimm málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Füchse Berlin er fjórðfremst í deildini við 16 stigum. Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf kundu stórfegnast um ein harðvunnan [...] hjá Eliasi í dag. Kiel er triðfremst í deildini við 18 stigum. Teir eru tvey stig aftanfyri oddaliðið, Flensburg-Handewitt. Hákun West av Teigum var sera effektivur, tá hann og liðfelagarnir í Füchse Berlin
liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld áttandapartsfinalu í týsku steypakappingini. Í Max Schmelling høllini í Berlin var ThSV Eisenach á vitjan. Füchse Berlin vann stórsigur 38-22 á Eisenech. Í steðginum [...] føroyingauppgerð. Tá taka Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin móti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgum hansara í THW Kiel. Fjórðingsfinalan verður leikt í Max Schmelling høllini eina viku undan jólum [...] við 10 málum, 22-12. Hákun var effektivur í kvøld. Hann fekk fýra málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Hákun legði eisini upp til eitt mál (assist). Í fjórðingsfinaluni verður talan um føroyingauppgerð
fløkir hann seg inn í eina krevjandi morlalska tvístøðu. Loynidómarnir í lítla býnum, har katólska kirkjan ræður øllum, lata hann ikki støðast við eina stiltigandi játtan, at alt er í lagi. Han verður noyddur [...] these” viðger ein døkkan kapitil í írsku katólsku kirkjuni, og minnir okkum á, at gamlar syndir aldri eru langt burturi. Filmurin varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Berlin, har Emily Watson, vit kenna [...] atgongumerkjasølan er byrjað. Oscarvinnarin, Cillian Murphy, ið vit sóu í stórbæra filminum ”Oppenheimer”, er framúr høvuðsleikarin í hesi hjartanemandi og sterku søguni um næstrakærleika, dirvi og ábyrgd
Tvey føroyingalið vóru í leiki í týsku steypakappingini í kvøld, har áttandapartsfinalur vóru á skránni. Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu seg í fjórðingsfinalurnar við 41-36 [...] annaðkvøld klokkan 18 skulu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin royna at vinna seg í fjórðingsfinalurnar. Eisenach kemur á vitjan í Max Schmelling høllini, har heimaliðið hevur eina stóra fa [...] saman við Harald Reinkind toppskjútti hjá Kiel í kvøld. Teir skutu sjey mál hvør. Elias legði eisini upp til trý mál (assist). Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf leiktu tvær ferðir longda
Føroyar taptu í dag 39-24 í síðsta dystinum í Golden League. Hálvleiksstøðan var 22-13. Tað var ímóti donsku heimsmeistarunum, sum eru við at rigga av í Tróndheimi eftir at hava vunnið ímóti Norra, Niðurlondum [...] stinnir í at verja, og um vit í EM endaspælinum í januar skulu megna tað, sum vit vóna, so verður neyðugt at styrkja verjuspælið. So vit hava nógv at arbeiða við, sigur Peder Bredstorff-Larsen í samrøðu [...] og í dag ímóti Føroyum. Úrslitið sigur, at tað er stórur munur á donsku heimsstjørnunum og føryska liðnum, og føroyski venjarin Peder Bredstorff-Larsen er ikki í iva um, hvat hann var nøgdur við í dag
rættiliga einfalt: Tað gevur meining at brúka minni pengar uppá eina betri loysn enn í dag – enn at brúka meiri pengar uppá eina loysn, sum ikki er betri enn í dag. Landsbankastjórin vil hvørgan av loysnunum [...] at brúka pengar uppá rakstur av Smyrli og Sildberanum “í alla framtíð”. Er valið einfalt? Loysn a), við koyrandi farleið gevur fullan flexibilitet og krevur (um metingarnar halda) minni pengar enn loysn [...] er veruleikin nokk so einfaldur. a) Vit kunnu velja at brúka pengar uppá ein Suðuroyartunnil, har ætlanin er at brúka 100 mió. kr. um árið í 10 ár av íløgunum á Fíggjarlógini – tvs. 1 milliard kr. yvir
annan dystin í Golden League kappingini í Tróndheimi í Noregi. Hesaferð er vertstjóðin, Noreg mótstøðuliðið. Okkara leiktu í EM-endaspælinum í 2024 ein minniligan 26-26 javnleik móti Noregi í Mersedes Benz [...] Benz høllini í Berlin. Stutt undan dystarenda var Noreg á odda 26-23. Og tá fingu vit mest minniliga hálvanannan minuttin í føroysku hondbóltssøguni. Í fyrsta umfarinum í Golden League taptu Føroyar tepurt [...] 29-30 (12-14) fyri Niðurlondum, og Noreg tapti 33-38 (13-19) fyri Danmark. Noreg er í dag, eins og teir vóru 14. januar í 2024 greiður favorittur móti Føroyum hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds
kemur fram í svarinum uppá 52-023/2025, hvør verður so samlaði kostnaðurin uppá allar tillagingar á Syðradali? Í samlaða kostnaðinum eigur at verða tikið við, at Teistin liggur við manning í Klaksvík og [...] rampuna og til arbeiðið í Syðradali, og mett verður, at hon fer at halda. Neyðugt verður møguliga at gera nakrar smærri tillagingar á ferjuleguna í Klaksvík; hetta verður kannað í løtuni. Hetta arbeiðið [...] Framsókn, sum hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, ein grein 52a fyrispurning um 'Ferjulegur og atløguviðurskiftini á Syðradali og í Klaksvík'. Ítøkiliga spyr Karlot Hergerisson