di boðað frá at landið nú fer at lata upp fyri ítróttinum. Italska landskappingin, Seria A, var tann fyrsta av teimum stóru í Evropa, sum steðgaði orsaka av koronasmittuni. Boðini eru, at ítróttafólk aftur [...] fótbóltsfeløgini at venja í bólkum. Forsætisráðharrin vil ikki siga so nógv um nær Seria A byrjar aftur, men mett verður at tað verður í juni. - Vit hyggja í løtuni eftir, um tað er møguligt at spæla lands [...] tosað um, at restin av kappingarárinum verður spælt í suðurpartinum av Italia, har feløg sum Lazio, AS Roma og Napoli hava heimavøll. Hetta hevur tó bara verið tosað um. Tað er tó púra vist, at tað verður
givið løgregluni høvi til at gera nakað burtur úr ferðslukanningum og í nátt vóru tey í Norðoyatunlinum við ferðmátaranum. Úrslitið varð, at tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Báðir fáa [...] bót, men annar fær eisini eitt klipp í koyrikortið fyri at koyra beint yvir 100 ígjøgnum tunnilin. Annars er ein bilførari eisini skuldsettur fyri at bróta víkiskylduna eftir eitt ferðsluóhapp í Klaksvík [...] aftan fyri. Sostatt snaraði hann út fyri prutlið, sum rendi á bilin. Prutlið fekk so stóran skaða, at plátan varð tikin av tí og maðurin, sum koyrdi tað, fór á sjúkrahúsið til viðgerar.
taka tilmælini hjá myndugleikunum um ikki at savnast fleiri enn 10 persónar í álvara. Politiið í Keypmannahavn hevur havt úr at gera seinastu sólskinsdagarnar við at halda skil á stórum mannamúgvum, sum hava [...] Serliga nógv fólk hava leitað sær á grønu fløtuna á Islands Brygge fyri at drekka øl, sóla sær og svimja. Fríggjakvøldið endaði tað so við, at umleið 200 ung fólk ballaðust, sum høvdu tey gloymt alt um koron [...] staðar á Bryggjuni komandi dagarnar. – Nú mugu borgararnir taka seg saman og vísa, at teir skilja forboðið. Um fólk velja at vera á hesum økinum, fær mann eina bót umgangandi. Bótin er áljóðandi 2.500 krónur
Í gjárkvøldið spældi NSÍ fyrsta venjingardystin, eftir at korona fyri seks vikum síðani setti ein stoppara fyri øllum fótbólti. KÍ vitjaði í Runavík, og klaksvíkingar fóru til hús aftur við 2-1 tapi. Petur [...] Tórbjørn Jacobsen, og NSÍ liðformannin, Klæmint A. Olsen (hann var ikki á vøllinum í gjárkvøldið), at spælararnir í NSÍ hópinum skulu laða garðarnar á Glyvrum aftur í seyðahøgan stand, og í morgun fóru
Landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin er ikki at lækka gjaldið til foreldur og tískil verður neyðugt at hækka inngjaldið frá løntakarum. Men hvussu nógv tað skal hækkast, dugir hann ikki at siga enn. Í løtuni [...] tvey uppskot um at gera barsilsskipanina smidligari og betri fyri foreldur, men í hesum sambandi gjørdi Helgi Abrahamsen greitt, at barsilsskipanin siglur vandasjógv. Hann vísir á, at sum støðan er nú [...] sigur, at í fjør hevði barsilsskipanin eitt undirskot upp á fýra milliónir og metingarnar vísa, at í ár verður undirskotið heilar 12 milliónir og tað verður líka stórt næsta ár. Og hann staðfestir, at heldur
nakar føroyingur afturat funnin við korona. Landslæknin upplýsir í morgun, at nú eru 6.548 fólk kannað við korona og tað merkir, at í gjár vórðu bara 90 fólk kannað. Sostatt eru tað framvegis tilsamans 187 [...] frískir aftur eftir at hava havt korona og sostatt er eingin vorðin frískur afturat í gjár. Og í løtuni er heldur eingin innlagdur á sjúkrahúsi við korona. Úrslitið av øllum hesum er sostatt, at tað vit vita
og noyðast at læsa dyrnar - serliga í ymisku landslutunum. - Men, heilsustarvsfólkini tora ikki at siga sannleikan, tí tey kunnu at verða rættarsøkt. - Ein lækni í Volgograd fortaldi um, at respiratorar [...] brúkar henda mátan fyri at hava onkran at skylda upp á, um tað skuldi gingið galið, nú korona-virus ger um seg í Russlandi. Hon heldur, at Vladimir Putin er meira upptikin av at fáa í lag eina grundlóg [...] serfrøðingur heldur, at sjúkrahús í landinum ikki eru fyrireikað upp á hetta, og hesin heldur eisini, at Vladimir Putin ikki hevur skilt álvaran í støðuni. Almennu tølini í Russlandi siga, at neyva talið av
ávarar onnur ímóti at gera tað, sum hann gjørdi. Meðan hann vaskaði bátin, hevði hann als ikki følt sær mein í handabakinum. Í byrjanini helt hann, at hetta nokk fór at laga seg, men fyri at gerast tryggur [...] Tosterud, at tað eru fleiri, sum vaska bátar, tún, terassur og annað, sum venda sær til upplýsingina. - Okkara ráð eru at lesa neyvt tað, sum stendur á etikettini og at brúka verjuútgerð, soleiðis at sterk [...] Tú eigur at vera ansin, tá tú brúkar etsandi vaskievni. Tað hava so mong fingið at sanna. Á hvørjum vári, tá menn fara at vaska bátar, eru hendingar - meira og minni álvarsligar - har vaskievnið etsar
gera vit ikki við eini varandi serskattaskipan, sum eftir øllum at døma ikki fer at hava annað við sær enn, at landskassin viknar. Og harvið at færri pengar vera til heilsuverkið, skúlaverkið, eldraøkið, framfýsna [...] landsstýrið noyðist at spara. Hartil haldi eg tað vera sera óseriøst og átaluvert, at fíggjarmálaráðharrin og samgongan royna at sníkja skattaminkingar ígjøgnum í ringastu krepputíðum, heldur enn at t.d. gera eina [...] At kalla alt vendir á høvdinum í hesum uppskotinum, sum als ikki er nóg væl lýst. Tað einasta vit við vissu vita er, at landskassin fer at missa inntøkur – í minsta lagi 12 mió. kr. um árið. T.d. er ikki
er tað altíð ein smittuvandi. Tað, sum vit so hava gjørt, er at spyrja hvat vit kunnu gera fyri at minka smittuvandan. Eg havi mælt til at spæla fótbólt í masku. Tað ljóðar eitt sindur groteskt, men tað [...] og í Dagur og Viku í gjár, segði Pál Weihe, sum er partur av Koronaráðgevingini, at ráðini hava millum annað verið, at spælararnir skulu spæla í masku. - Í ítrótti, har tað er kontakt ella tú rennur saman [...] professari. Hann bleiv eisini spurdur um fótbólturin, eins og hondbólturin, ikki átti at steðga. Her legði Pál Weihe dent á, at hann bara kundi svara út frá einum heilsfrøðiligum og læknafrøðiligum sjónarmiði