Giuseppe Conte, forsætisráðharri í Italia, hevur á tíðindafundi boðað frá at landið nú fer at lata upp fyri ítróttinum. Italska landskappingin, Seria A, var tann fyrsta av teimum stóru í Evropa, sum steðgaði orsaka av koronasmittuni.
Boðini eru, at ítróttafólk aftur kunnu venja frá 4. mai, men tað skal verða við frástøðu. Frá 18. mai sleppa eitt nú fótbóltsfeløgini at venja í bólkum. Forsætisráðharrin vil ikki siga so nógv um nær Seria A byrjar aftur, men mett verður at tað verður í juni.
- Vit hyggja í løtuni eftir, um tað er møguligt at spæla landskappingina lidna. Um tað kemur hartil, so verður tað við heilsutrygdini í hásæti. Vit høgt upp í okkara ítrótt og vilja ikki, at okkara hetjur blíva sjúkar, sigur Giuseppe Conte.
Cristiano Ronaldo og Juventus liggja í løtuni fremst í Seriu A. Størsti smittuvandin hevur verið í norðuritalia, har feløg sum Juventus, Inter Milan og AC Milan halda til. Tí hevur millum annað verið tosað um, at restin av kappingarárinum verður spælt í suðurpartinum av Italia, har feløg sum Lazio, AS Roma og Napoli hava heimavøll. Hetta hevur tó bara verið tosað um. Tað er tó púra vist, at tað verður uttan áskoðarar.