“Saman eru vit sterkari, og tað ger seg serliga galdandi í hesum broytingartíðum. Vit vilja varðveita Ríkisfelagsskapin og gera hann tíðarhóskandi, men vit hava tørv á at formalisera og víðka um sjálvsavgerðarættin [...] hevur verið eitt ynski – og ein ætlan – um at knýta Suðuroynna uppí restina av Føroyum við einum tunli. “Sambandsflokkurin vil knýta Suðuroynna saman við restini av Føroyum og tryggja støðugt ferðasamband [...] at tryggja bestu rentuna, og harvið verður tunnilin bíligari. Eitt annað evni á landsfundinum er trygdarpolitiska støðan. Heimsskipanin, sum vit kenna hana, er undir trýsti, og tí heldur Sambandsflokkurin
Heilsurøktararnir hava eina týðandi og krevjandi uppgávu í samfelagnum, og tað er umráðandi, at vit fáa bestu karmarnar at røkja okkara arbeiði. Við mínum royndum og innliti vil eg arbeiða fyri betri a [...] fakligari virðing og einari sterkari rødd fyri øll, ið starvast innan heilsurøkt. Eg vil verða við til at tryggja, at okkara felag heldur fram at arbeiða fyri góðum sømdum, góðum sáttmálum og einari støðugari
rentu í eina røð av árum, til lánsbrævið er gjaldført og lánið er afturgoldið. Tað eru ofta stórir, stovnsligir íleggjarar sum eftirlønarfeløg og íløgugrunnar, sum keypa lánsbrøvini. Sambært fjølmiðlunum [...] reglur galdandi á ríkisveitingini í Svøríki, sum fara at økja um fíggjarliga manøvrurúmið hjá stjórnini, og nakað av pengunum skal finnast her. Samstundis væntar fíggjarmálaráðharrin øktan vøkstur, sum aftur [...] reformum, sigur Elisabeth Svantesson við TT. Sambært tíðindastovuni fer svenska stjórnin at leggja fram eina ætlan um ein mánað - 15. apríl - fyri, hvussu brynjanin av svensku verjuni skal fíggjast meira
hóskandio varð latin, nú upplatingin av savninum nærkast í stórum. Nólsoyingar hava í longri tíð sæð fram ímóti tí stóra fagnaðardegnum, sum verður páskaaftan 19. apríl, tá ið ætlanin er at heiðra Ova Joensen [...] Høvuðshendingin henda dagin verður sjálvandi, at Ovasavnið umsíðir kann verða latið upp fyri almenninginum, og tá fer millum annað fer at bera til at síggja bátin hjá Ova, “Dianu Victoriu”. Eisini ber til at kunna [...] Ovasavnið, ið óivað fer at gera Nólsoy til eitt enn áhugaverdari stað at vitja hjá bæði føroyingum og øðrum.
vegna kyn kemur fyri, og tað eru serliga kvinnur og minnilutabólkar, ið verða rakt. At beina burtur sexchikanu og kynsligan ágáng er ein fortreyt, um ynskið er at skapa trygt og fevnandi umhvørvi fyri [...] ráðstevnuni í New York. Eins og í fjør varð skipað fyri sonevndum parallel-event í sambandi við ráðstevnuna. Hesaferð vóru tað javnstøðunevndin og norska Likestillings- og diskrimineringsombudet, ið skipaðu [...] Likestillings- og diskrimineringsombuddet hevur framleitt til tess at varpa ljós á kynsligan ágang og sexchikanu á arbeiðsplássum. Samskiftisamboðið Draw the Line hevur til endamáls at kunna um, og skapa størri
hava CDU og SPD brúk fyri atkvøðum frá teimum grønu. So seint sum mánadagin noktaðu tey grønu annars fyri, at flokkurin kundi semjast um at slaka skuldarbremsuna. Skuldarpakkin, sum varð lagdur fram mikudagin [...] Konservativi týski flokkurin CDU og javnaðarflokkurin SPD eru saman við teimum grønu vorðin samd um eina skuldaravtalu. Tað staðfestir leiðarin í CDU, Friedrich Merz, sum sera sannlíkt verður næsti kanslari [...] Bundestag at samtykkja ein grunn uppá 500 milliardir evrur, sum skal brúkast til undirstøðukervi, verju og at seta gongd á búskaparvøksturin. Væntandi fer týska samveldistingið at atkvøða um málið týsdagin
sterkum felagsskapi í ríkisfelagsskapinum, Evropa og NATO. Tí mugu Føroyar gerast partur av verju- og trygdarsemjuni, sum Danmark og NATO arbeiða við, heldur Bárður á Steig Nielsen, formaður. Troels Lund [...] Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar sparikassa, fram um ein framløga um “Suðuroyartunnilin og Suðuroynna”. Harafturat fara Troels Lund Poulsen, Bárður á Steig Nielsen og Erhard Joensen at skifta orð um “Framtíðar [...] sambandsáhugað eru vælkomin á landsfund og í veitslu. Meira kunning um skránna og tilmelding til veitsluna fæst á heimasíðuni: www.samband.fo , Facebook hjá Sambandsflokkinum og frá Floksskrivstovuni, tlf. 312492
eitt av hansara mest framførdu verkum. Tað hevur ljóðað í kirkjum og konserthøllum frá Íslandi til Sibiria. Verkið varð skrivað í 2021 og frumframført sama ár av svenska organistinum Robert Bennesh á tó [...] Russland og Belarus, meðan hann eisini hoyrdist alsamt oftari í Norðurlondum. Eli Tausen á Lava hugleiðir um verkið: - Vit hava øll ein reyðan tráð í lívinum. Okkurt, sum gevur tilveruni meining og førir [...] tónleikafestivalinum Lund Contemporary. Beinanvegin vakti 'Reyði Tráðurin' ans ímillum bæði tónleikarar og áhoyrarar. Verkið bleiv veruliga útbreitt tá Eli Tausen á Lava gjørdist finalistur í russisku tóna
sostatt í meðal trý ár eftir pensjónsaldur. Síðani er livialdurin tíbetur hækkaður munandi – og tað heldur fram. Í 2005 kundu føroyingar vænta at liva í miðal 16 ár eftir pensjónsaldur. Í dag liva føroyingar [...] hava góðar møguleikar til tess, og 2) at tey, ið eru niðurslitin, skuldu hava ein eyka møguleika at sleppa fyrr av arbeiðsmarknaðinum, enn tey, ið vóru væl fyri at halda fram at arbeiða. Tí komu tvær skipanir [...] flakakvinnur, vaskifólk, sjómenn, handverkarar, røktarstarvsfólk og tímalønt annars, ið framvegis hava eitt kropsliga tungt arbeiðið, og tey mugu vit ikki gloyma. Við hesum uppskotinum tryggja vit, at fólk
tí tær vóru púra vitleysar og hava givið landskassanum eina eftirlønarskyldu upp á eina hálva milliard krónur til framtíðar pensjónir til løgtingsfólk og landsstýrisfólk – ein rokning [...] Men tað sleppa Palliba og Marsanna ikki. Tí landsstýrið ætlar, at tey skulu nú arbeiða til tey eru 70 ár, og at allar pensjónir skulu útsetast til tá. Nú tingfólk ætla at hækka pensjónsaldurin upp í [...] viðgerð. Fleiri tingfólk hava framvegis rætt til at fara frá við góðari eftirløn, tá tey eru 60 ella tá tey eru 67. Tað veldst um, hvussu leingi tey hava sitið á tingi og ella í landsstýri tilsamans