framtíðini. Í dag er støðan tann, at teknmál er góðkent sum mál í nógvum londum og í ikki minst í norðurlendskum høpi, og er hetta sjálvandi at frøast um. Hinvegin so finnast eisini tey, sum bera ótta fyri [...] møguleika í framtíðini, tí menningin gongur so skjótt?! Hetta var ein av mongum áhugaverdum spurningum, sum vórðu reistir á norðurlendsku ráðstevnuni sum fyrr í vikuni varð hildin á Hotel Føroyum. Høvuðsevnið [...] at liva! Í dag gongur alt við rúkandi ferð, og nógv nýggj tøkni og onnur framstig gera lívið lættari hjá mongum menniskjum í tí hoyrandi heiminum. Men hvussu er við teimum deyvu: Eru tey ikki í vanda fyri
vinnulívið í Føroyum, men Mads Andreas heldur avgjørt ikki, at vit eru vid at taka eitt stig aftur í 80 árini við ørvitisætlanum. - Vit hava gjørt eitt stórt kanningararbeiði og tikið nógv ymisk ting við í okkara [...] Elding er í vøkstri Smápartafelagið Elding varð stovnað fyri fimm árum síðani, men felagið hevur økt nógv um virksemið, síðan fyrsti handilin lat upp í 1995. Í Eysturoynni hava teir havt eina deild í trý ár [...] ár, og í Klaksvík hevur Elding verið í eitt ár. Í dag eru 24 starvsfólk knýtt at Elding. Nú verður so enn meira kol latið á ketlarnar, nú fyritøkan fer undir at reka sín egna handilsmiðdepil í Saltangará
mentanarpolitik í høvuðsstaðnum. Álitið er gjørt av mentanarbólki mannaðum við átta fólkum, sum Tórshavnar býráð í januar í fjør setti. Bólkurin hevur havt 35 fundir síðani hann varð settur, og í gjár kundi [...] mentanarháborgin í Føroyum, segði Leivur Hansen, tá hann fekk mentanarálitið handað. Hann vísti í hesum sambandi á, at býráðið altíð hevur lagt seg nógv eftir at stuðla mentanini, serliga í ár. Býráðsformaðurin [...] bólkinum, ið hevur gjørt mentanarálitið. Hann segði í røðu síni í gjár, at bólkurin hevur lagt seg eftir at tikið ymsu greinarnar av mentanini í høvuðsstaðnum við í álitið og síðani gjørt niðurstøður á einstaku
fólkavaldu samkomuni, løgtinginum, í Føroyum og hevur tí hægstu tign. Løgmaður er honum næstur í tign. Av hesi orsøk verður mælt til, at løgtingsformaðurin er hin fremsti í ólavsøkuskrúðgonguni, og at honum [...] hevur havt, síðani heimastýrislógin kom í gildi. Løgtingsformaðurin vil hava, at luttakararnir í skrúðgonguni eisini í sínum klædnabúna vísa, at teir taka henda partin í tí álvara, sum lógin leggur upp til [...] álitið, sum í 1994 varð almannakunngjørt í hesum sambandi. Frammanundan hevði einki formligt staðið á prenti um skrúðgonguna, men bara at tingið skuldi setast eftir ólavsøkuguðstænastuna. Í álitinum verður
nummar tvey í dagsins etapu, og samanlagt bleiv tað til eitt 3. pláss. Aftur í dag var kenslan góð. Tað føldist gott hjá mær at sita í einum stórum. Í dag koyrdu vit 72 kilometrar. Tíðliga í kappingini [...] hann hann rykti ein bólk upp. Minni gott gekk hjá Súsonnu í dagsins kapping. Eftir gull í fyrstu, og silvur í 2. etapu, mátti hon ein túr í asfaltið í dag. Súkklan fekk ein snudd, men til alla lukku ikki súkklarin [...] luttikið í júst hesari kapping. Tríggjar kappingingar, sum liggja rættiliga tætt uppá Oyggjaleikirnar, nú tað bara eru fýra vikur til leikirnir byrja. Á føroyska landsliðnum í vegsúkkling eru í ár bert
hjá Sjálvstýrið um at banna kvinnum at ganga í burka í Føroyum, fær ivasama undirtøku í Løgtinginum. Løgtingið viðgjørdi málið í næstan tveir tímar seint í gjárkvøldið, men tað var ongin sum segði, at [...] – Er so ein nýgift brúður í sløri í vanda fyri at verða handtikin, spurdu tingfólk. Ella hvat við einum fjallmanni í brølapu ein kaldan heystardag í fjøllinum?, ella onkrum í fallhjálmi á prutli ella [...] ómansligt av Sjálvstýrið at kalla hetta eitt bann ímóti at ganga í dularbúna, tá ið í endamálið í roynd og veru er at banna kvinnum at ganga í burka. – Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir helt, at vit mugu kalla
spennandi finalur í uttandura Føroyameistarakappingini í bogaskjóting um døgverðatíð í tjúkkum mjørka á Svangaskarði í gjár. Í Compound skuldu Albert Dam og Jógvan Niclasen hittast, og í Recurve skuldu Hans [...] met fyri kvinnur. Enn skjóta menn og kvinnur kappingar í Føroyum saman, tí tað eru ikki nóg nógvar kvinnur, ið skjóta. Men áðrenn teir 12 pílarnar í finaluni, skuldu ikki færri enn 96 pílar skjótast. Og [...] hálvu innleiðandi vunnu lættliga sínar dystir og komu í hálvfinalurnar, men soleiðis gekk ikki hjá Eiriki í Jákupsstovu. Jim S. Guttesen og Eirikur í Jákupsstovu hittust, og hóast munurin innleiðandi var
verður kl. 15 í Gøtu kirkju. Veitslan verður fyri innbodnum. í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Brúdleyp Leygardagin 29. august kl. 15 giftast í Vesturkirkjuni Súsanna Jacobsen og Hávarður í Stórustovu, [...] n 22. august kl. 14 giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík, Oda Ellingsgaard, Saltangará og Meinhard Mikladal, Klaksvík. Veitslan verður fyri innbodnum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 19. Brúdleyp [...] vælkomin. Silvurbrúdleyp Týsdagin 8. sept. hava hjúnini Kirstin og Helgi Djurhuus í Havn verið gift í 25 ár. Veitsla verður hildin í B36 húsinum leygarkvøldið 12. sept. kl. 19. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin
Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum ---- Í eini grein í bløðunum átalar forkvinnan í Pedagogfelagnum skerjingar í Mentamálaráðnum. Eg skilji væl, at forkvinnan í Pedagogfelagnum ger vart við, at [...] tað ber ikki til at gera alt í senn og seta alt í verk í einum. So hvørt endurskoðanararbeiðið verður fyrireikað, er møguligt hjá Mentamálaráðnum at raðfesta og seta arbeiðið í verk við orku frá fleiri deildum [...] á. Eg leggi ikki í at gera viðmerkingar til tann harða retorikkin í skrivi forkvinnu Pedagogfelagsins. Vit skulu samstarva, og eg ivist ikki í, at vit fara at finna eitt felags stev í hesum sera týðandi
Ellis- og røktarheiminum í Vági og á Økisdeplinum í Vági. Í juni 2012 letur Ellis- og røktarheimið í Vestmana upp, og í oktober 2012 letur Ellis- og røktarheimið í Tórshavn upp og í mai 2012 letur so Ellis- [...] burtur í 2015. - Tað ber til at gera forsøgnir, sum nøkurlunda vísa, hvussu stórur búskaparvøksturin verður í nærmastu framtíð, men eingin er førur fyri at spáa um búskaparvøksturin fleiri ár fram í tíðina [...] økja skattainntøkurnar, minka eftirspurningin í samfelagsbúskapinum og tí eisini í ein ávísan mun bæði búskaparvøkstur og inntøkur landskassans, verður sagt í viðmerkingunum. Landsstýrið ásannar, at fyri