Handilsdepil
Stefan í Skorini
Nú fær Eysturoyggin sína egnu sølumiðstøð, kallað Eystlon. Húsið verður í trimum hæddum, 104 metrar til longdar og 34 metrar breitt. Runavíkar Bygdaráð hevur góðkent ætlanirnar fyri handilsdepilin, sum tekur eitt ár at byggja. Ætlanin er, at bíðast skal ikki longri enn til summarfrítíðina, áðrenn farið verður undir byggiarbeiðið, men kanska verður byrjað áðrenn hetta.
Longu nú hevur Elding fingið onkran leigara, sum skal hava pláss í handilshúsinum, og í næstum verður søkt eftir fleiri leigarum, ið vilja hava sítt virksemi í bygninginum.
- Vit fara at leggja okkum eftir at fáa eitt fjølbroytt handilshús við nógvum ymiskum handlum, so møguleiki skal vera hjá viðskiftafólki at fáa allar vanligar vørur, sigur Mads Andreas Winther.
Liggur væl fyri
Handilshúsið fer at liggja norðanfyri Beta og Skipafelagið niðanfyri høvuðsvegin javnt við havnavegin. Hetta er miðskeiðis í býnum, og handilshúsið liggur tí væl fyri.
Húsið fer at hava tríggjar hæddir, og samlaða víddin verdur 10.000 fermetrar. Kjallarin er ætlaður til goymslur hjá handlunum og skrivstovur. Eisini verdur møguleiki hjá ymsum fyritøkum at hava offshore og supply virksemi í bygninginum. Í kjallaranum verða góð viðurskifti hjá vørubilum at avskipa vøru til handlarnar.
Midhæddin verður parkeringsøki, har pláss verður fyri 130 bilum, og til ber at sleppa inn í parkeringsøki frá høvuðsvegnum í sunnara endanum. Lyfta og trappur eru frá parkeringsøkinum til handlarnar ovast.
Ovasta hæddin er 3.500 fermetrar og er bara ætlað handlum. Umframt handlarnar verða tvey torg og ein miðgongd. Ljós sleppur gjøgnum loftið, og tí verður hetta eitt ljóst og kundavinarligt umhvørvi. Tvær høvuðsinngongdir eru frá høvuðsvegnum, harav tann eina er ætlað barnastólum og koyristólum.
Tad skerts ikki burtur, at ein so stórur bygningur fer at merkjast í bygdini, men Mads Andreas Winther sigur, at teir hava roynt at gera húsið soleidis, at tað verður so lítið dominerandi sum gjørligt í umhvørvinum.
Hetta er ikki aftur í 80-ini
Verulig gongd er nú komin á vinnulívið í Føroyum, men Mads Andreas heldur avgjørt ikki, at vit eru vid at taka eitt stig aftur í 80 árini við ørvitisætlanum.
- Vit hava gjørt eitt stórt kanningararbeiði og tikið nógv ymisk ting við í okkara metingar, sum skulu til, áðrenn farið verður undir eina tílíka ætlan. Vit eru tí tilreiðar at fara undir arbeiðið.
Arbeitt hevur verið hart við ætlanunum teir seinastu seks mánaðirnar, og nú er næstan alt komið uppá pláss. Stjórin í Elding vil ikki upplýsa prísin á hesi verkætlan, tí enn er ov tíðliga at siga nakað nágreiniligt hesum viðvíkjandi.
- Eg vil heldur sleppa frá siga júst nær latið verður upp. Arbeiðið er mett at taka eitt ár, og vit miða ímóti at byrja einaferð áðrenn summarfrítíðina næsta ár.
- Vit meta Eysturoynna at vera sera áhugaverda, og Saltangará er miðdepilin hjá handilslívinum. Handilshúsið fer óivað at hjálpa øllum handilslívinum sum heild, tí í løtuni vanta bæði parkeringsøki og handilshøli í økinum.
Sum støðan er nú, fara fleiri fólk úr Eysturoynni til Havnar at gera stórinnkeyp, men teir í Elding ætla sær at broyta hetta mynstrið við at lokka fólk heldur at keypa í handilsdeplinum. Í dag koyra eini 7000 bilar framvið økinum, har handilshúsið verður bygt.
Mads Andreas metir, at handilshúsið fer at geva handilslívinum á staðnum eitt skump frameftir og fer at draga enn fleiri fólk til økið.
Elding er í vøkstri
Smápartafelagið Elding varð stovnað fyri fimm árum síðani, men felagið hevur økt nógv um virksemið, síðan fyrsti handilin lat upp í 1995. Í Eysturoynni hava teir havt eina deild í trý ár, og í Klaksvík hevur Elding verið í eitt ár. Í dag eru 24 starvsfólk knýtt at Elding.
Nú verður so enn meira kol latið á ketlarnar, nú fyritøkan fer undir at reka sín egna handilsmiðdepil í Saltangará.










