Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum
----
Í eini grein í bløðunum átalar forkvinnan í Pedagogfelagnum skerjingar í Mentamálaráðnum. Eg skilji væl, at forkvinnan í Pedagogfelagnum ger vart við, at dagstovnaøkið skal umsitast forsvarliga. Tað kýta vit okkum eisini at gera, og tað sama gera kommunurnar, sum hava yvirtikið málsøkið, og sum hava fulla fíggjarliga og fyrisitingarliga ábyrgd á økinum. Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við kommununum og skal áseta nærri reglur um námsfrøðilig stevnumið, starvsfólkasamanseting og virksemið á økinum.
Neyðugt er at spara
Játtanin til Mentamálaráðið ger tað neyðugt at laga starvsfólkaorkuna til játtanina, tí hevur tað verið neyðugt at broyta bygnaðin í Mentamálaráðnum. Umrødda deild er løgd saman við aðrari deild, og deildirnar samstarva um tær mongu og stóru verkætlanir, sum eru í gerð.
Eingin harmast meiri enn eg sjálv um hesar sparingar í einum ráði, sum er hart spent fyri við nógvum og stórum uppgávum, men tíverri slepst ikki undan sparingum, sum støðan er. Men talan er ikki um niðurraðfesting av dagstovnaøkinum:
Bøtt verður um útbúgvingarmøguleikarnar
Í MMR eru vit m.a. í samráði við Pedagogfelagið farin undir at fyrreika pedagoghjálparaútbúgving á Heilsuskúlanum í Suðuroy. Vit hava tryggjað, at útbúgvingin til námsfrøðing er uppstigað til bachelorútbúgving.
Pedagográð verður sett
Beint nú verður arbeitt við at seta eitt pedagográð, ið kann ráðgeva landsstyriskvinnuni á líknandi hátt sum fólkaskúlaráðið.
Námsfrøðilig stevnumið
Almenn stevnumið fyri dagstovnaøkið, sum skulu hanga saman við nýggju námsætlanum fyri skúlaøkið, verða royndarkoyrd á nøkrum dagstovnum. Stevnumiðini hava samstundis verið til hoyringar hjá dagstovnunum, Pedagogfelagnum og kommunufeløgunum.
Byggja brúgv millum dagstovn og fólkaskúla
Fyri einum ári síðani varð stór ráðstevna hildin um at byggja brúgv millum dagstovn og fólkaskúla. Við grundarlagi í hesari ráðstevnu og við initiativi frá nøkrum kommunum hevur verið arbeitt við at finna eina skipan fyri, hvussu forskúlin skal vera fyriskipaður. Tað er rætt, at vit eru ikki komin á mál við hesum enn, men eg ivist ikki í, at vit við áhaldandi samstarvi millum Mentamálaáðið, kommunurnar, Pedagogfelagið og Lærarafelagið eisini fara at finna eina burðardygga loysn á hesum øki.
Forskúli fyri øll
Eg haldi framvegis, at vit skylda okkara børnum at skipa soleiðis fyri, at forskúlin verður fyri øll børn í Føroyum, og ikki bara fyri nøkur fá. Eg síggi, at forkvinnan í Pedagogfelagnum tulkar hesa fatan sum eina vanvirðing av pedagogarbeiðinum. So er als ikki. Námsfrøðingar hava so sanniliga ein týðandi leiklut í einum forskúla. Tað, sum um ræður, er, at vit finna ein leist fyri tí góða og rætta samstarvinum.
Dagstovnalógin verður endurskoðað
Vit hava sett arbeiði í gongd at endurskoða dagstovnalógina m.a.við tí endamáli at fáa betri samanhang millum barnagarð og skúla.
Neyðugt er at raðfesta
Mentamálráðið er eitt breitt ráð og støðugt verður arbeitt við broytingum og dagføringum innan nógv øki, fólkaskúlaøkið, dagstovnaøkið, miðnámsskúlar, maritimar útbúgvingar, Fróðskaparsetrið, søvnini, mentanarstuðul, kirkju, fjølmiðlar o.a., og arbeitt verður við fleiri byggiverkætlanum. Útgangsstøðið fyri flestu av hesum mongu uppgávum er samgonguskjalið.
Tá uppgávurnar eru so nógvar og so breiðar, ræður um at raðfesta, tí tað ber ikki til at gera alt í senn og seta alt í verk í einum. So hvørt endurskoðanararbeiðið verður fyrireikað, er møguligt hjá Mentamálaráðnum at raðfesta og seta arbeiðið í verk við orku frá fleiri deildum og undirliggjandi stovnum, umframt við øðrum serkunnleika uttan fyri ráðið.
Tá nakrar av hesum stóru arbeiðskrevjandi verkætlanum, sum í løtuni binda nógva orku í ráðnum, eru komnar undir land, fara vit at seta av munandi størri orku til at endurskoða dagstovnaøkið, sum eisini er eitt høgt raðfest mál, sum eg sum landsstýriskvinna leggi stóran dent á.
Eg leggi ikki í at gera viðmerkingar til tann harða retorikkin í skrivi forkvinnu Pedagogfelagsins. Vit skulu samstarva, og eg ivist ikki í, at vit fara at finna eitt felags stev í hesum sera týðandi máli.









