koyra til Havnar við verkjum. - Men soleiðis er tað nú einaferð bara, sigur Regin Mortensen og vísir á, at tað mest umráðandi er trygdin. - Fyri meg var tað ein stuttlig og góð uppliving, sigur Ketty Poulsen [...] Mortensen, portørur - ella sjúkrabilsviðgerði, sum tað eitur - vísir á, at trygdin í slíkum førum altíð er í hásæti. Les eisini: Ketty átti í sjúkrabilinum - Tað er ein partur av okkara útbúgving at taka í móti [...] greiðir Regin Mortensen frá. Víðari sigur hann, at millum hann og starvsfelagarnar verður mangan tikið til, at ein sjúkrabilsføðing er ein trygg og góð føðing. - Orsøkin er, at tá ið tað gongur so skjótt fyri
evangeliið, sum er ein gamal tekstur úr fremmandari mentan, og lívið sum vit kenna tað í dag, sigur Anne Mette. Av tí at fólkakirkjan í dag fevnir sera breitt í mun til gudfrøðina, er neyðugt, at øll fáa [...] kenna seg heima, sama hvar vit eru í tí kirkjuliga landslagnum, greiðir Anne Mette frá. Hon sigur, at prædikan tá er tað, sum bindur okkum øll saman, tí hon ger høvuðsboðskapin skilligan fyri øll. Øll eru [...] Í 2011 byrjaði Anne Mette Greve Klemensen í starvi sum sóknaprestur í Fuglafjarðar prestgjaldi. Hon er uppvaksin í Rødding í Suðurjútlandi, men flutti til Føroya fyri at byrja sína yrkisleið sum prestur
fingið eitt sindur av kappingarføri í skattaskipanina, og at tað nú vísir seg, at tað lønar seg betur at arbeiða. Løgtingsmaðurin vísir á, at tað er okkara lagna, sum eitt lítið land, at vit mugu framleiða [...] hevði eisini ógvuliga stóran týdning fyri okkum, og vit føla tað sum ein heiður at uppkalla pápa mín. Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014? - Tað er altíð okkurt man helst vil gloyma, men hinvegin eri eg av [...] Eitt annað ynski hjá Janusi er, at Føroyar fara at menna seg og gerast meira búskaparliga frælsar, sum er ultimativa fortreytin fyri, at vit kunnu gerast politiskt fræls. - Tað hevði eisini klætt samgonguni
an, heldur enn sum nú er, at vit sjey ergoterapeutarnir arbeiða í fimm ymiskum skipanum, har fokus er á røkt, sigur Turið Jacobsen. - Vit hava eina etiska skyldu til at boða frá, tá tey eldru ikki fáa [...] Tað siga teir sjey ergoterapeutarnir um ætlaðu sparingarnar á eldraøkinum, sum verða settar í verk frá í morgin 1. juni. Ergoterapeutar, sum starvast innan eldraøkið í høvuðsstaðinum, handa í dag mótmælisskriv [...] millum tvær røktarskipanir ella siga teimum úr starvi, sigur Turið Jacobsen, sum er ein av teimum sjey ergoterapeutunum. Sjálv er hon ergoterapeutur á Boðanesheiminum. - Vit vilja heita á leiðslurnar, land
jólakærleikskomedian er fødd, ja ella endurskapt enn einaferð. Hetta er ein sterk manning, sum er við í filminum, so sum Cameron Diaz (sum kaska ikki er ein góður leikari, men mest er eitt pyntiligt innslag) [...] og ger seg lekran í filmunum hon er við í, men Diaz er ein ”babe”, ið selur og Jude Law er ein “hunk” sum fær kvinnurnar at floya inn at síggja filmin. Filmurin er tó ein dukkufretur av einumfilmi [...] Beiggi Iris Graham (Jude Law) bankar á hurðina og er so óendaliga sjarmerandi. Iris møtir grannandum hjá Amandu, sum er Artur (Eli Wallach). Hann er ein sum var ein kendur leikritahøvundi í Hollywood
at talan er um ein avgreiðsluspurning. - Tað er alt, ið týðir upp á, at vit taka av tilboðnum. Starvsnevndin hevur ikki viðgjørt tað enn, men hetta hevur verið eitt ynski hjá okkum. Hetta er ein partur [...] greiðir frá, at føroyska hondbóltssambandið fær hjálp frá altjóða hondbóltssambandinum. - Tá vit vunnu IHF Emerging Nations Championship í 2015, vunnu vit rættindini til eina kvalifikationspakka. Tað er hann [...] Talan er um bólk A, har Føroyar eru í bólki saman við Kýpros og Grikkalandi. Besta liðið í bólkinum vinnur rættin til at luttaka í næsta umfari í undankappingini. Í Hondbóltssambandinum eru tað glað fyri
lógina. Um hon er uttanfyri, so er Sambandsflokkurin ikki við. Ein av ætlanunum, ið hevur verið nevnt, er at stjórnarskipanin skal staðfesta, at tað er í Føroyum, at valdið liggur. Tað metir Bárður Nielsen [...] Nielsen ikki vera neyðugt. - Tað verður snakka um at staðfesta sjálvsavgerðarrættin, men vit hava fullan sjálvsavgerðarrætt. Tað krevur bara eina fráboðan frá okkum um, at vit loysa, so eru vit meldaði úr [...] bakdyrnar, og fyri mær er óskiljandi og ófatiligt at Javnaðarflokkurin svíkir síni vallyftir og letur seg draga eftir hárinum av hinum, sigur Bárður Nielsen, ið leggur afturat. - Fyri okkum er avgerandi, um hetta
koyrandi oman móti brúnni, tá ein bilur kemur út frá Norðskála. Eg síggi at bilurin koyrir og visti beinanvegin, at hetta endar í einum samanstoyti. Tað var als ikki einum spurningur um eg fór at raka bilin [...] greiðir 21 ára gamli Marnar Djurhuus frá løtuni, tá hann í november í fjør var partur av eini ferðsluvanlukku við Streymin, har ein maður læt lív. Marnar Djurhuus slapp frá vanlukkuni uttan nakað fysiskt mein [...] mein, men hevur verið noyddur at ásanna, at tað ikki eru øll sár, ið eru sjónlig. - At hava verið atvoldin til, at ein persónur læt lív, er ein ræðulig kensla, ið fylgir mær enn. Løgreglan hevur staðfest
- Eg hugsi ikki so nógv um tað. Eg spæli hendan dystin og so fáa vit at síggja, sigur Fróði Benjaminsen. Avrikið tað týdningarmesta Fyri fyrrverandi liðskiparan er avrikið tað týdningarmesta nú. Tapið fyri [...] aftur í ár. Hóast hann hevur ivast um tað var rætt, so er hann glaður fyri avgerðina í dag, men hevur ikki tikið avgerð fyri komandi ár. Les eisini: Útselt í Sveis Tað kendist tómligt, tá Fróði Benjaminsen [...] miðvallarin hevur í løtum ivast um tað var rætt. - Eg hugsaði um tað var rætt at byrja aftur, men at fáa ein sigur og ein javnelik hevur givið mær ró, tí nú vísti tað seg at verða ein røtt avgerð, sigur
Jóannes Nielsen er kendur fyri, at ikki leggja fingrarnar ímillum, tá ið hann tekur pennin í hond. Helst er hann eisini hvassur í leikinum Havfrúgvin, men ein rúmligari Jóannes enn vanligt, er skotsmálið hjá [...] leikstjóranum Eyðuni Johannesen. - Leikurin er kensluborin og nærlagdur og tekur útgangsstøði í dagsins føroyingi, sigur Eyðun Johannesen, leikstjóri. Tað er í annaðkvøld, at leikurin verður frumsýndur [...] veruliga gjørt nógv fyri at fáa karmarnar góðar til leikin, sigur Eyðun Johannesen. Hann fegnast um, at tað er eitt nýtt føroyskt leikrit til pallin, tí hóast vit hava havt fleiri áður, so eru longri millum tey