- Ein rúmligari Jóannes Nielsen

- Ein rúmligari Jóannes Nielsen enn vanligt, sigur Eyðun Johannesen, leikstjóri.

Jóannes Nielsen er kendur fyri, at ikki leggja fingrarnar ímillum, tá ið hann tekur pennin í hond. Helst er hann eisini hvassur í leikinum Havfrúgvin, men ein rúmligari Jóannes enn vanligt, er skotsmálið hjá leikstjóranum Eyðuni Johannesen. 

 

- Leikurin er kensluborin og nærlagdur og tekur útgangsstøði í dagsins føroyingi, sigur Eyðun Johannesen, leikstjóri. 

 

Tað er í annaðkvøld, at leikurin verður frumsýndur á Tjóðpallinum. Og komandi vikurnar verður leikurin sýndur sama stað. 

 

- Vit eru til reiðar at vísa hendan leikin, sum bæði eg og leikararnir brenna fyri. Og Tjóðpallurin hevur veruliga gjørt nógv fyri at fáa karmarnar góðar til leikin, sigur Eyðun Johannesen. 

 

Hann fegnast um, at tað er eitt nýtt føroyskt leikrit til pallin, tí hóast vit hava havt fleiri áður, so eru longri millum tey seinastu árini. 

 

- Vónandi kann hetta geva íblástur til, at onnur fara at skriva føroyskar leikir, og at nýggi Tjóðpallurin kann byrja við einum flottum, føroyskum verki, sigur Eyðun Johanessen. 

 

Í annaðkvøld ber til at fylgja við á in.fo og síggja myndir, videosamrøður og annað frá leikinum.