gentur. Hetta vísir bara, at hann veit hvør hann er. Hann veit hvat sær dámar, og hvat sær ikki dámar. Men tá tað vísir seg, at onkur annar hevur eina aðra mynd av, hvør ið Tzatziki er, fer hann at ivast. [...] í hesum brotinum, var tó orsøkin til, at søgan fór at snúgva seg eitt sindur um rumparar. Nevniliga, at ein næmingur kallaði Tzatziki fyri rumpara, tí hann gekk til dans. Eg kann bert hugsa mær, at hetta [...] øðrvísi enn hini. Sostatt leggur hendan lítla søgan um rumparar á ongan hátt upp til, at nakað barn skal taka støðu til sín framtíðar seksuella identitet, sum Erla Berghamar Sørensen annars førir fram
tá ið ein hevur lært tað, sigur Lotte. Hon vísur á, at hóast venjingin kann tykjast trupul, so kunnu øll verða við. – Ja, avgjørt. Eg brúki Pilates bæði til frísk fólk í góðari venjing og til fólk, ið eitt [...] Pilates til hol í tonnunum. Nei, Lotte er ikki tannlækni, men hon er fysioterapeutur, ið kennir tað sum eitt kall at fáa danir at hugsa meira um kropsligu heilsuna. – Um tú ikki bustar tenn, fært tú hol í [...] venjing Lotte hevur altíð verið ítróttarkvinna, og var tað hondbólturin, ið fyrst hugtók hana. Hon fekk tó ein skaða, og byrjaði tískil á einari venjingarmiðstøð, har hevur hon hildið til síðani. – Tá ið
táið tú ert til konsert. Katrin spælir eisini í bólkinum Figment Dwells. Elsa Gunnardóttir Sevdal: Rokkari við holi á knænum. Báðum knøunum. Altso hol á buksunum, ikki á sjálvum knænum. Elsa hevur spælt [...] longur, tí hon hevur lisið í Århuus. Hon syngur sum ein sjónleikari. Hon syngur sum ein góður sjónleikari ið syngur væl. Sunneva Gaardlykke: Nydeligur perkussionist. Hon er orsøkin til, at eg má brúka [...] feministiskan tekst til føroyskt, og nú almannakunngera tær nýggja videolagið. Drep! Drep! Drep! syngja tær umaftur og umaftur. Tær drepa innaru penu gentuna og loyva bitchini út at spæla. Hvat meina tær við
árini geva førleika til at undirvísa í føroyskum í miðnámsskúlum, og ber eisini til at fáa hesi bæði árini yvirførd til Danmarkar ella onnur lond, um ein skuldi havt hug til at lisið okkurt annað víðari [...] sum velja hesa útbúgvingina. Og eftir hesi tvey árini ber til at lesa víðari til cand.phil, sum síðani er ein høvuðsgrein. Aftaná hetta ber til at taka eina hjágrein og gerast cand.mag, greiðir Turið S [...] smærri, har tær smærru greinirnar verða brúktar sum eitt amboð í lestrinum. Um tú hevur hug at søkja inn á Fróðskaparsetrið til útbúgvingina, ið eitur norðurlendskt ? serliga føroyskt og bókmentir, er at
okkum virkuliga. Tú keypti nógv stás til Henny, tú keypti og keypti, tú kundi ikki fáa nokk til hana. Tá eg kom heim aftur úr Íslandi, segði eg við Johannes, at eg á túrinum hevði lært teg betur at kenna [...] Hjálpsom vart tú eisini. Vit vóru í Íslandi um várið, og sama ár um heystið skuldi eg hava konfirmatión, og tú bjóðaði tær longu tá til, at tú kundi gera okkurt fyri meg. Eisini bjóðaði tú tær fram at koyra [...] spyrjandi, hvussu ber tað til, hví og hvat. Tú var so ung, einans 31 ára gomul. Tað er ikki í tí endanum, man væntar at fáa deyðsboð. Men deyðin spyr ikki um aldur, tá hann bankar uppá. Tú vart uppkallað eftir
høvið vísa til yrkingina »TAÐ ER AT UMMÆLA«, á síðu 47 í bókini. Hon teppir allar umvælingar við sær sjálvari. Døma hana dekonstruktión, um tað er tað, tú vilt. »tað er at mala undan tá tú skalt mæla ímóti [...] Fannir, 1997 »Tá deyðin bankar uppá skalt tú bjóða honum vælkomnum« Eg møtti einaferð deyðanum. Hann sat í einum bussi, sum koyrdi eftir Klostergade í Århus (leið 1 ella 18 ? also bussurin). Hann sat beint [...] onki. Hetta er tó ikki einasta orsøk til, at eg havi valt at fara undir at siga nøkur skerd orð. Tí hetta er veruliga ein bók, sum eg eri glaður fyri at hava lisið, svølgt og sitið á kummu við. Eisini
Syngur tú undir brúsuni? ? Sjálvandi. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? ? Øll tannáringaárini droymdi eg meg ferð eftir ferð inn í tónleikaheimin og til øll míni idol. Hvat hevur tónleikur [...] eisini hjá mær. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? ? »Friðarsangur« ella »Egvisjón« hjá Frændum. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? ? Hatta er ein trupul [...] veit ikki, um tann sangurin finst. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? ? Eg knýti ikki nakra plátu hjá mær saman við nakað pínligt. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? ? »How deep
fyri føroyska landsliðnum nú. Slík menning vil eg gjarna vera við til, sigur Lars Olsen at enda. Lars Olsen hevur nú sáttmála fram til 2020. [...] Bæði úr FSF og frá Lars Olsen ljóðar, at orsøkin til, at sáttmálin verður gjørdur nú er, at partarnir vilja hava greiðu á framtíðina. Í donskum miðlum hevur Lars Olsen javnan verið settur í samband við feløg [...] vit í november ikki standa á berum og ikki vita hvat vit vilja, sigur Lars Olsen, sum tó avsannar at Superligan ikki ljóðar spennandi. - Eg veit ikki um tú kanst siga, at landsliðið í Føroyum er meiri áhugavert
javnvágina ella kvøkka. Lær barnið grundleggjandi reglurnar í ferðsluni: Hygg til báðar síður, gev tekin at venda og steðga og so framvegis. Nýt súkkluhjálm. Fert tú í súkkluhjálm, vísir tú barninum [...] børnunum, áðrenn skúlin byrjar. Hetta kann til dømis vera ta seinastu vikuna av summarfrítíðini, har tit ganga ella súkkla til og úr skúla við barninum. Her kunnu foreldur og børn í friði og náðum venja leiðina [...] duga at meta um, hvat teirra børn megna. Bæði í mun til tað tey hava vant í ferðsluni, og hvussu ferðslan er, har tit búgva. Her eru nøkur góð ráð um at ganga, koyra og súkkla í skúla: TIL GONGU Í SKÚLA Velja
ónini ber nú til at hoyra fýra adventslestrar, meðan tú ert heima við hús, á ferð ella aðrastaðni. Sama grundarlag Hugskotið at lesa slíkar lestrar inn, og soleiðis fáa teir longur út til fólk, er ikki [...] er, kann ein prestur, sum hevur fleiri kirkjur at røkja, ikki vera í øllum teirra sama sunnudag. Her á landi hevur ein ístaðin eina skipan við sonevndum deknagudstænastum ella gudstænastum við lestri, har [...] týdning, og fyri Andrias Magnussen hevur hesin lesturin til 1. sunnudag í advent, sum er um tá Jesus ríður inn í Jerusalem, ein heilt serligan týdning. - Jú, hesin lesturin hevur sína søgu, tí hetta er ein teirra