Superligan eltir Lars Olsen

FSF longdi sáttmálan, so partarnir kunnu fáa arbeiðisfrið

Bæði úr FSF og frá Lars Olsen ljóðar, at orsøkin til, at sáttmálin verður gjørdur nú er, at partarnir vilja hava greiðu á framtíðina. Í donskum miðlum hevur Lars Olsen javnan verið settur í samband við feløg í Superliguni. Seinasta dømi var Viborg.

 

Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg havi ikki fjalt nakað og tit hava helst eisini lisið um tað í donskum fjølmiðlum, men síðani eg byrjaði her, so havi eg verið settur í samband við næstan øll venjarastørvini í Superliguni, sigur Lars Olsen og leggur afturat;

 

Les eisini: Lars Olsen longt sáttmálan

 

- Tað hava eisini verið partar, sum hava víst áhuga fyri mær frá í summar, umframt frá árskiftinum. Tí hugsaðu vit at fáa hetta upp á pláss. Tí um FSF ikki ynskti at halda fram við mær, so kundi eg tað sama leitað mær eftir onkrum øðrum. Tí gera vit tað nú, so vit í november ikki standa á berum og ikki vita hvat vit vilja, sigur Lars Olsen, sum tó avsannar at Superligan ikki ljóðar spennandi.

 

- Eg veit ikki um tú kanst siga, at landsliðið í Føroyum er meiri áhugavert enn eitt Superliga felag, men tað meiri hendan menningin, sum eg havi verið ein partur av, ið dregur. Vit eru komin hartil, at londini, sum vit skulu møta, ikki taka lætt uppá hesa uppgávuna longur. Tað er í størri mun vit, sum mynda dystirnar og tað ørkymlar tey. Eg haldi tað er ein størri virðing fyri føroyska landsliðnum nú. Slík menning vil eg gjarna vera við til, sigur Lars Olsen at enda.

 

Lars Olsen hevur nú sáttmála fram til 2020.