Tzatziki

Við Tzatziki er barnaútvarpið komið fram til nútíðina. Ístaðin fyri søgur úr farnari tíð, øðrvísi umhvørvi og á sera torskildum máli, hava vit nú fingið eina søgu úr okkara samtíð og einum av okkara grannalondum at hoyra í barnaútvarpinum.

Rakul í Gerðinum
Trongisvágur
???????????????
Sum eg havi skilt á tveimum lesarabrøvum í Dimmalætting 25. juni (einum annonymum brævi og einum brævi frá Erlu Berghamar Sørensen), so var eg ikki tann einasta mamman í landinum, sum mátti steðga á og lurta, tá ið lisið var úr nýggjastu bókini um Tzatziki, hin 22. juni í ár. Munurin er bara tann, at eg bleiv glað og rørd, tá eg hoyrdi, hvussu væl mamman hjá Tzatziki dugdi at viðgera torføra spurning hansara um, hvørt hann var rumpari.
Fordómar
Erla Berghamar Sørensen greiðir í lesarabrævi sínum frá, at hon bleiv skelkað, tá ið hon hoyrdi brotið um rumparar í umrøddu sending.
Eg varð eisini skelkað, tá ið brotið um rumparar byrjaði. Tað, sum skelkaði meg, í hesum brotinum, var tó orsøkin til, at søgan fór at snúgva seg eitt sindur um rumparar. Nevniliga, at ein næmingur kallaði Tzatziki fyri rumpara, tí hann gekk til dans. Eg kann bert hugsa mær, at hetta er grundað á vanligu fordómarnar um, at samkyndir menn eru kventlasligir og at sam-kyndar kvinnur eru mansligar.
Men líkamikið, Tzatzkiki er ein 11 ára gamal drongur, sum hugsar nógv. Hann heldur seg ikki vera rumpara, tí honum dámar gentur. Hetta vísir bara, at hann veit hvør hann er. Hann veit hvat sær dámar, og hvat sær ikki dámar. Men tá tað vísir seg, at onkur annar hevur eina aðra mynd av, hvør ið Tzatziki er, fer hann at ivast.
Tá ið hann spyr mammuna um, hvørt hann er rumpari, roynir mamman at ugga hann. Hon sigur seg fyri vist halda, at Tzatziki ikki er rumpari, og at hann harafturat ikki kann vita tað fyrr enn hann er vorðin vaksin. Síðani skoytir hon upp í, at hann skal bara vera tann, hann er.

Klók mamma
Mín tulking av tí, sum mamman sigur er, at hon veit, hvussu lítið sannlíkt tað er hagfrøðiliga, at hann verður rumpari, og at børn ikki eru seksuelt búgvin og tí ikki kunnu kenna sín seksuella identitet. Harafturat er hon helst varug við at ongin, serliga ikki børn um 11 ára aldur, vilja vera øðrvísi enn hini.
Sostatt leggur hendan lítla søgan um rumparar á ongan hátt upp til, at nakað barn skal taka støðu til sín framtíðar seksuella identitet, sum Erla Berghamar Sørensen annars førir fram í lesarabrævi sínum í Dimmalætting 25. juni.
Einastu ráðini mamma Tzatziki kann geva sonin-um eru, at hann bara skal vera tann hann er. Hetta er eisini tað týdningarmesta Tzatziki fær at vita í hesum sambandi. At tað er hann, ið avger hvør ið hann sjálvur er og ikki onkur annar drongur, við sínum fordómum.
Eg hevði ynskt, at allar mammur vóru líka klókar, sum mamman hjá Tzatziki, og vónandi eru tað fleiri mammur enn eg, sum hava lært nakað av henni.
Við hesum takki eg Jonnu og Katrini fyri, at tær hava gjørt av at hildið fram við at lesa bøkurnar um Tzatziki! Og eg heiti so inniliga á leiðsluna í ÚF um, ikki at lata seg stýra av foreldrum við snævurskygdum sjónarmiðum, tí søgurnar um Tzatziki, eru góðar og mennandi, bæði fyri børn og vaksin.