tvey lið, sum at síggja til skuldu verið rættiliga jøvn, so var helst einki at ivast í, at B36 átti leiklutin sum favorittar. Síðani teir í fjórða umfarinum taptu fyri GÍ, hevur pílurin at kalla bert peiggja [...] byrjan av dystinum greitt, at tað fyrst og fremst var verjuparturin, sum vágbingar vildu hava at rigga. Fyri at tippa eitt hitt vandamesta álopsvápnið hjá B36 var Marek Vierzbicki at síggja aftarliga á vøllinum [...] á Lakjuni. Hetta viðførdi tó, at saknur var í Marek á miðvøllinum, tí hann í ov lítlan mun slapp at taka lut í framrættað spælinum hjá VB. Úrslitið av øllum hesum varð, at teir báðir, Robert og Birgir,
Somuleiðis fekk eg tann framíhjarætt at Kristian Andras tók meg við á fjall saman við Jógvani, tá ið Jógvan var røktingarmaður í Líðini. Eg var satt at siga rættiliga ræddur at ganga í brattlendinum, meðan Jógvan [...] ag, so eg segði, at tað fór neyvan at lukkast hjá mær at sleppa norður. Men so flenti hann og segði: “Noy, noy. Tað eru ikki tey fjallboðini. Tað eru boð um at tú skalt stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin [...] hendurnar. Slíkur maður til at bjarga sær í náttúruni og vinna á vanda- og sorgarstøðum. Slíkur útróðrarmaður og íverkseti. Og slíkur hugsjónarmaður til at hugsa djarvt og nýtt, og at fremja verk til frama fyri
hoyra slík orð, og vit vóna, at tað skjótt fer at lýsa í, so tað gráa ljósið fer sína kós - í eina vørðslu at leggja seg. Men tað mennir seg skjótt aftur til næstu løtu at koma undan aftur væðingini og leggja [...] aldum slíkan morgun. Tað er munur á og so at hava veðurgrátt um teg allastaðni. Soleiðis er hetta landið , sum goymir at so nógvum ljósi, at tað er torført at seta orð á, men grátt..... Oyndarfjørður Hendan [...] smáørindi gjørd, og so lá leiðin inn í Listaskálan at hyggja at listini hjá Ingálvi av Reyni. Illa tordi tú at trína inn í hendan halgidóm og hyggja at málningalistini hjá einum av okkara mætastu listafólkum
viðurskifti. Hóast Ole Vagn er arbeiðari sigur hann, at vit ynskja jú øll at geva okkara børnum eina útbúgving. At hetta er møguligt kann kanska sigast at vera eitt av úrslitunum av javnaðarpolitikki gjøgnum [...] skjótt 81 ára gamli Erling Olsen. Okkurt hava teir at práta um! Tíðindabrøv Ole Vagn metir tað at hava týdning at hava samband við sínar veljarar og at kunna um sítt virksemi í fólkatinginum. Hetta ger [...] Nordisk Råd, og her hevur hann eisini møguleika fyri at kunna seg um føroysk viðurskifti. Skammast ikki um sín uppruna Ole Vagn er ikki bangin fyri at siga sína hugsan. Hann kann eisini seta seg upp í móti
liggja nakað meira og djúpari enn at æra faðir og móðir eina. I hesum man eisini liggja, at vit skulu æra ta rót, sum vit eru sprottin av, tí at lagt verður afturat: »Fyri at tær má gangast væl, og tú mást [...] okkum at liva í nútíðini og við treysti at líta móti framtíðini. Kærleikans bond Fyri at skilja nútíðina, mugu vit kenna søguna, verður stundum sagt, og rætt er tað. Men tað eru eisini menniskju at finna [...] Men vit eru eisini komin saman við tí fyri eyga, at læra ætt og skyldfólk betur at kenna, ið runnu av somu rót og eru spjadd kring oyggjarnar, vitandi um »at urtin hon følnar og verður ikki drúgv, er rótleysur
ikki at gloyma “bryssukrini” hjá Elsp-ommuni. Tann sermerkti angin av kókaðum sukri og at síggja ommuna svinga sukurmassan á krókin og toga og toga, til tað var passaligt at klippa. Tað var sum at síggja [...] Hon var altíð til at heita á og henni dámdi eisini so ómetaliga væl at fáa onkran gest til døgurða, og tað var lagamanni hjá ogon at fáa dunnu ella fleskasteik mitt í viku. Omman plagdi at taka til; hvussu [...] farin. Tað er ikki til at trúgva, men tíverri satt. Hon legði eyguni saman fyri síðstu ferð seint á kvøldi tann 6. apríl í ár. Hetta var nú ikki tann omman sum ogor kendu so væl, at liggja so sjúk og orka
matur ein greytur, eg varð noyddur, at siga sum er, at London í dag er ein fjølbroyttur heimur við 12 milliónum íbúgvum, har alt Føroyar kundi búð á hesi einu gøtuni. At London er fyri tey ríku, er góður [...] annað er at gera, enn at koma eini 3 til 4 tímar áðrenn flogfarið skal í luftina. Eg kom meiri enn 2 tímar áðrenn, og kláraði at berja meg til útgongdina hjá Lufthansa í seinastu løtu, aftaná at hava staðið [...] loft. Eg haldi, at enski siðurin at lata pubbar og barrir aftur klokkan 23 á ein løgnan hátt fremir drykkiskapin og ger býarlívið nógv meiri ógvusligt enn t.d. í Danmark og Týsklandi, at alt stongir fær
eisini at nevnast, at Ella Nolsøe hevði 50 ára starvsdag sum urguleikari við Vágs Kirkju í 1971. Hon sat tó seinastu ferð við urguna í 1981, og var hon tá 83 ára gomul. Í “Ljómur fimti” sæst, at Edith Dahl [...] Ljómur gav út í 1951, stendur í formælinum, at í 1939 tóku fólk í Vági seg saman, við Edith Dahl á odda, at stovna kirkjukórið “Ljómur”. Byrjanin til kórið var, at nakað undan kirkjuvígsluni tann 19. februar [...] høgtíð, og eina viku aftaná eina konsert. Nevnast kann, at fyri stuttum vóru 100 ár síðni, at Edith Dahl var borin í heim, og mintist Ljómur dagin við at syngja sangir frá hennara tíð sum kórleiðari við eina
ráðum.” Her kann eg leggja afturat, at heitt var á meg at luttaka í hesum tvørpolitiska arbeiði, og var tað júst ein orsøkin til, at eg segði, ja tá heitt varð á meg um at stilla upp til løgtingsvalið í 2008 [...] longu frá barnsbeini, tó at umstøðurnar tá ikki júst vóru til at kveikja dreymar um politiska lívsleið í høvdið á ungum gentum og kvinnum. Einaferð skal Lisbeth hava sagt, at helst var hon ongantíð blivin [...] sjálv sólaði sær tó ikki í heitinum “hin fyrsta”. Tí hon visti væl, at tað als ikki einans var ein spurningur um, at kvinnur sjálvar áttu at bjóða seg fram í politikki. Hon vildi broyta hugburðin og tær ofta
Dagblad 10. december og eru soljóðandi: ”Fólk vilja vera við, at í fongsli koma kenslur av máttloysi og erkvisni. Men satt at siga er tað beint øvugt við einum politiskum fanga, enntá um hann fer [...] ógjørligt at sleppa undan av teimum, sum noktaðu at góðtaka endan á tí hvíta minnilutastýrinum. Tey fóru heilt skeiv, og Mandela framdi eitt undur við at fáa sjálvt sínar mest harðrendu fíggindar at kenna [...] sum fór at føra meg til frælsi, visti eg, at um eg ikki lat mín beiskleika og mítt hatur liggja eftir, fór eg framvegis at vera fangi.” Og júst eins og Mandela, innilæstur í sínum kliva, visti, at apart