Heri Mohr
----
Julia Timosjenko, fødd 27.11.60 í Ukraina: doktararitgerð í búskapi; ukrainskur politikari; tvær ferðir forsetismálaráðharri, fyrst eitt lítið ár í 2005 og so aftur í 2007-2010; í 2011 dømd í 7 ára fongsul, tí hon sum forsetismálaráðharri hevði útvegað Ukraina bíliga olju. Í fongslinum hevur Julia Timosjenko skrivað minningarorð um Nelson Mandela. Orðini stóðu í Kristeligt Dagblad 10. december og eru soljóðandi:
”Fólk vilja vera við, at í fongsli koma kenslur av máttloysi og erkvisni. Men satt at siga er tað beint øvugt við einum politiskum fanga, enntá um hann fer i hungursverkfall. Sum fangi havi eg fyrst og fremst verið noydd til at hugsa um tað, sum serliga viðvíkur mær, mínari politisku áskoðan og mínum landi. Eg havi kensluna av at standa saman við teimum djørvu kvinnum og monnum, gomlum sum ungum, sum eru savnað saman í Kiev og øðrum býum fyri at verja dreymin um eina demokratiska og europeiska framtíð. Í fongslinum eru tínar vónir og tínir dreymar veruleikin.
Eg eri vís í, at Nelson Mandela hevði fatað mínar kenslur og sagt seg vera samdan við mær.
Tað suðurafrikanska apartheidstýrið beindi hann burtur í næstan trý áratíggju, men í teimum stóru mótmælunum fyri frælsi og javna í Soweto og øðrum støðum hevur Nelson Mandela verið fyrimynd, og teir ungu suðurafrikanararnir hava havt kensluna av hansara hjáveru.
Um allan heim fegnast fólk nú av røttum um, hvussu Mandela við mildari tign fekk Suðurafrika úr tí villingarsomu og fløktu politisku støðuni.
Sjálv kann eg her í rimabúri – varðhildin frá morgni til kvøld og hvørja nátt á sama hátt, sum honum var fyri so leingi – mana fram varman í hansara breiða smíli, hansara glaðlyntu eygu og tær litføgru hawaiiskjúrturnar, sum hann bar við stíli. Og eg hámeti hansara avgjørdu ætlanir um semju. Tær bjargaðu hansara landi undan rasukríggi, sum varð hildið ógjørligt at sleppa undan av teimum, sum noktaðu at góðtaka endan á tí hvíta minnilutastýrinum. Tey fóru heilt skeiv, og Mandela framdi eitt undur við at fáa sjálvt sínar mest harðrendu fíggindar at kenna seg heima í Suðurafrika eftir apartheid.
Men her á hesum staði er tað ikki statsmaðurin Mandela, sum rørir mína sál og festir í mítt tankaflog. ”Mín” Mandela er fangin á Robben Island, sum noyddist tola 27 ár í fongsli, 18 av teim á einum hólmi úti í Suðuratlantshavinum – og hóast hetta kom út andaliga óskaddur og vælsettur við hugsjónum um eitt frílynt og bjargað Suðurafrika, enntá við plássi fyri teimum, ið skaptu apartheid og áttu øll framíhjárættindi í landinum. Endin á tí hvíta stýrinum fór fram uttan útreinsing. Eingin fólkajagstran og eingin deyðarevsing uttan rættarmál. Tað einasta, Mandela kravdi, var, at sannleikin um fortíðina kom fyri ein dag.
Við at stovna Sannleika- og Semjukommissjónina fann Mandela ta einastu gongdu brúnna millum ta rasistisku fortíðina í hansara landi til nútíð og framtíð fyri øll ættarsløg. Hetta var ein samanrenning av politiskum snildi og gløggskygni, sum einans teir størstu leiðararnir megna at fremja.
Mandela megnaði at leiða Suðurafrika til frælsi, tí hann dugdi at síggja framtíðina greiðari enn teir, ið høvdu livað øll apartheid-árini uttan fyri fongsulsmúrarnar. Hann átti tann sjáldsama bjartleikan í sínari moralsku hugsjón, sum fongslið kanska meira enn nakað annað umhvørvi kann stimbra.
Eisini Aleksander Solsjenitsyn fann sín greidleika sum fangi. ”Tað gjørdist mær so líðandi greitt, at markið millum gott og ónt ikki gongur gjøgnum lond ella stættir og heldur ikki gjøgnum politiskar flokkar – men beint gjøgnum hvørt mannahjarta og gjøgnum tey øll,” skrivaði hann í Gulag Oyggjahavið. ”Markið broytist … Og sjálvt í hjørtum við óndskapi er fótafesti til eitt lítið vet av góðsku. Og í sjálvt teimum bestu av øllum hjørtum … er eitt sindur av óndskapi, sum ikki er lúkaður burtur.”
Evnini at skoða mannasálina innan, greiðari enn tey flestu, er ein av teimum fáu eginleikunum, sum fongsling kann geva. Tá ið ein noyðist at sanna sítt egna viðkvæmi og sína avbyrging og sín sakn, lærir ein at skoða hjartans vegir – hjá sær sjálvum og hjá sínum fangavørðum.
Mandela var sjálvur ímyndin av hesum sjáldsomu gávum. Hvussu kundi hann annars bjóða sínum fangavørði frá Robben Island við til sína tilnevning sum fyrsti demokratiskt valdi forseti?
Sjálvandi var tað ein stálsettur vilji og hásinni, sum tá myndaðu Mandela. Fyri sína egnu søk bar hann sína fangasetu. Og hann bar sínar líðingar púra greiður um, hvørjar pínslur hetta gav familjuni. Kortini fall hann ikki í fátt og hoknaði ikki undir hesari vreiði, sum hevði uppslúkt flestu onnur menniskju.
Mandelasa egnu orð um dagin, tá ið hann varð leyslatin, vísa, sum altíð, hvussu væl hann skilti hetta: ”Tá ið eg lat upp hurðina og gekk móti portrinum, sum fór at føra meg til frælsi, visti eg, at um eg ikki lat mín beiskleika og mítt hatur liggja eftir, fór eg framvegis at vera fangi.”
Og júst eins og Mandela, innilæstur í sínum kliva, visti, at apartheidskipanin ein dag fór at falla, veit eg í mínum einsemi, at Ukrainasa endaligi sigur sum eitt europeiskt fólkaræði er tryggjaður.”
Mikhail Khodorkovskij er føddur 26. juni 1963 í Moskva. Við góðari skúlaútbúgving og óivað við góðum viti og skili keypti hann 27 ára gamal ein banka. Seinni gjørdist hann eisini forstjóri í ovurstóra oljufelagnum YUKOS við partaeigarum í túsundatali og var kanska størsti skattgjaldari í Russlandi. Hann var høgt virdur, og hann veitti stórar upphæddir til mentanarendamál. Í 1993 tilnevndi Boris Jeltsin, forseti, Mikail Khodorkovskij, tá bert 30 ára gamal, til orkumálaráðharra.
Í 2003, tá hann óivað var ríkasti maður í Russlandi, varð hann handtikin í sínum flogfari og ákærdur fyri skattasvik og seinri dømdur 10 ár í fangalegu. Allar hansara og felagsins ognir í ótaldum milliardum vórðu ognartiknar av tí russisku stjórnini, sum Putin stóð fyri.
Tann 19. desember 2013 kunngjørdi Putin, at Dumain, tað lóggevandi valdið í Russlandi, hevði veitt Mikhail Khodorkovskij, nú 50 ára gamal, amnesti sama dag.
Dagin eftir vórðu hann og sonur hansara væl móttiknir av kendum fólki í Berlin, og tann virda tíðindastovan BBC hevði fingið í lag áhugaverda sjónvarpsviðtalu við feðgarnar. Hann segði m.a., at hann ætlaði sær at virka fyri rættvisi í Russlandi uttan tó at fara upp í aktivan politikk.
Dámligir og vakrir menn, útstrálandi persónligheitir báðir tveir.
Meðan MK var í varðhaldsfongsli í Moskva, áðrenn hann varð læstur inni í fongsli í Sibiria, skrivaði undirritað honum bræv 2. mars 2005:
Dear Sir.
The writer of this letter has read your article ”Letter from a russian prison” published in the danish newspaper Weekendavisen 18.-24. February this year.
Your article is in my opinion of such a strenght and character that it ought to be open for small living languages – say faroese, which is my mother tongue.
That is the reason why I ask you politely if this article in question with your permission can be published in the local magazin Skáin in faroese translation?
Shortly I can tell you that my home country is Faroe Islands, situated between Shetland Isles and Iceland. Faroe Islands are concisting of 18 islands with 48000 inhabitants. Politically we are a part of Denmark – but with a thousand years old parliament called Føroya Løgting.
Awaiting your esteemed reply I wish you luck and good health, remaining yours faithfully.
Hann hevur vallað fingið brævið.








