Føroyska U21-landsliðið leggur fyri í HM-endaspælinum í manshondbólti við dysti móti Spania, ið vann U20 EM í fjør. Dysturin móti Spania verður spældur 20. juni. Dagin eftir spæla okkara menn móti Angola [...] leikarar fara at fáa góðan stuðul frá føroyskum fjepparum til dystirnar. Í samrøðu við KVF ígjár segði U21-landsliðsvenjarin, Julian J. Johansen, at hann væntaði, at Føroyar og Japan fóru at kappast um annað [...] ferðir um vikuna. Í juni mánaði fer liðið eisini til Íslands, har venjingardystir vera móti Íslendska U21-landsliðnum, dagarnar 10. og 11. juni.
Elias Ellefsen á Skipagøtu liggur í løtuni á fjórða plássinum á HM-toppskoraralistanum við 48 málum fyri fimm leiktar dystir. Men allir hinir millum 22 teir fremstu toppskjúttarnir í kappingini eru li
Tað stendur á jøvnum 34-34 millum Føroyar og Portugal í U21 HM hálvfinaluni í Sosnowiec í Póllandi. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 29-29. Vit vóru í ringum skørum í hesi fyrru longdu leiktíðini.
Tað er hálvleikur í søguliga U21 HM-bronsudystinum millum Føroyar og Svøríki í Katowice Arena í Katowice. Støðan er javnleikur 12-12 í steðginum. Svøríki var frammanfyri 12-9, men seinastu sjey minuttirnar [...] Heinason 1/1, Ísak Vedelsbøl 1/2, Búi Poulsen 1/3, Niklas Gaard 1/3. Bjargingar: Aleksandar Lacok 9/21 (43 prosent).
Gjørt verður klárt til at heiðra U21 HM-bronsuvinnarunum, ið fara at lenda vesturi í Vágum í kvøld. Í morgin klokkan 17 verður helst rokandi fult av fólki á Vaglinum í Havn, tá Tórshavnar kommuna og L
18. til 29. juni verður U21 HM-endaspælið í manshondbólti leikt í Póllandi. Føroyar eru í bólki F saman við Íslandi, Norðurmakedonia og Rumenia. Íslendsku venjararnir, Einar Andri Einarsson og Halldór [...] juni klokkan 11.45. Mikudagin 18. juni klokkan 14 spæla Føroyar móti Norðurmakedonia, og leygardagin 21. juni klokkan 11.45 spæla okkara móti Rumenia. Allir dystirnir vera leiktir í Spodek-høllini í Katowice
Seinnapartin klokkan 17.30 byrjar dysturin í HM-millumbólki 3 millum Frakland og Føroyar í Katowice í Póllandi. Frakland, Føroyar, Danmark og Rumenia manna bólkin. Føroyar og Danmark hava tvey stig hv
Seinnapartin klokkan 15.15 spæla U21-landsliðini hjá Føroyum og Danmark bólkafinaluni í millumbólki 3 í HM-endaspælinum í Póllandi. Dysturin í Katowice er "ókeypis" hjá báðum liðunum, tí tey hava bæði
Føroyum kunnu fegnast um at vera millum átta tær fremstu U21-tjóðirnar í hondbólti í heiminum er støðan ein heilt onnur í Grønlandi. Grønlendska U21-landsliðið hevur í fimm dystum latið 251 mál inn. Í hesum [...] (10-24) Grønland-Svøríki 12-50 (5-24) Grønland-Bahrain 13-63 (5-33) Grønland-Noreg 21-47 (10-24) Grønland-Argentina 21-43 (13-21) 13-63 tapið fyri Bahrain er met fyri stórtap í einum HM-endaspæli í hondbólti [...] hondbólti. Stóri grønlendski miðilin, Sermitsiaq hevur ikki umrøtt grønlendska U21-landsliðið síðani 12-50 tapið fyri Svøríki. Aftaná dystin móti Svøríki gjørdu teir eina samrøðu við landliðsvenjaran, Angutimmarik
Klokkan 16 í morgin spælir føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í HM-endaspælinum í Póllandi. Føroyar skulu spæla bronsudyst móti Svøríki í Katowice. Fýra leikarar, tveir hjá Føroyum og tveir hjá Svøríki [...] og Emil Johannisson á svenska liðnum. Ísak og Óli hava eisini spælt ímóti fleiri av hinum svensku U21-landsliðsleikarunum í farna kappingarárinum í bestu svensku hondbóltsdeildini. ##med2##