U21 HM: Kappingarneytarnir hjá Eliasi á toppskjúttalistanum eru lidnir við kappingina

Elias Ellefsen á Skipagøtu liggur væl fyri at gerast toppskjútti, og tað er lítið at ivast í, at hann verður spælarin við flest málgevandi sendingum

Mynd: Kicker

Elias Ellefsen á Skipagøtu liggur í løtuni á fjórða plássinum á HM-toppskoraralistanum við 48 málum fyri fimm leiktar dystir.

 

Men allir hinir millum 22 teir fremstu toppskjúttarnir í kappingini eru lidnir at spæla dystir í kappingini. Elias fær høvið at skjóta mál móti Danmark leygarmorgunin klokkan níggju, og so aftur sunnudagin í einum dysti um antin fimta ella sjeynda plássið.

 

Listin við 24 teimum fremstu skjúttunum sær soleiðis út. Gev gætur, at allir hinir frammi í oddinum hava spælt sjey dystir. Elias hevur bert spælt fimm dystir higartil: 

 

##med2##

 

Tað er ógvuliga sannlíkt, at Elias endar ovast á assist-listanum sum spælarin við teimum flestu málgevandi sendingunum.

 

Elias er langt fremst við 42 málgevandi sendingum í fimm dystum. Nærmasti av teimum, ið eru eftir í kappingini er Andri Már Rúnarsson hjá Íslandi við 26 málgevandi sendingum í seks dystum.  

 

Listin við 20 teimum fremstu spælarunum við flest málgevandi sendingum sær soleiðis út: 

##med3##

 

Mynd: Kicker