vann bólk 2 í ligu B í undankapping, ið er spæld í Moldova. Í dag leikti føroysku U19-kvinnurnar bólkafinalu móti Estlandi. Tað sá leingi svart út. Aftaná 26 minuttir var Estland á odda 2-0. Í 65. minutti [...] Brá Zachariasardóttir um munin til 1-2, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Helga Mikkelsen stóra hetjan, tá hon javnaði til 2-2 og tryggjaði Føroyum bólkasigurin. Føroyar og Estland endaðu á [...] Estland hevur málmunin 7-3. Kýpros hevur trý stig, og Moldova endaði aftast í bólkinum við ongum stigi. Føroyar sleppa nú at royna seg í ligu A.
sítt í Føroyum. Í samband við vitjanina var heilsað uppá nevndina í Parasport Føroyum har europeiska nevndin fekk innlit í virksemi og tosað um avbjóðingar og møguleikar við paraítrótti í Føroyum. Á vitjanini [...] vitjanini var høvið eisini at heilsa uppá nýggja verjan hjá Parasport Føroyum, Eirik í Jákupsstovu landsstýrismann í almanna og mentamálum, og at tosa um teirra royndir og tankar um hvussu man kan virka [...] virka fyri at enn fleiri fólk ið bera brek gerast kropsliga virkin og luttaka í ítrótti. Tað hugtók nevndina at eitt lítið land sum Føroyar kann hava eina virkna paraítróttarrørslu, og góðu ítróttarkarmarnar
Í morgin klokkan 17 spæla kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Gibraltar dyst í bólki 1 í Nations League deild C. Dysturin verður spældur á Tórsvølli. Dysturin sæst á KVF, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
ulleika fram í ljósi er fyrsta stig á leiðini at basa sexchikanu og sexismu í Føroyum. Sexchikana og sexisma skulu ONGANTÍÐ góðtakast! ØLL – eisini gentur og kvinnur – skulu vera trygg í okkara samfelagi [...] Vit, kvinnufeløg í Føroyum, taka staðiliga frástøðu frá sexchikanu og sexismu. Sexisma er eitt útbreitt fyribrigdi um alt landið og á nógvum arbeiðsplássum. Sexisma stingur djúpt í samfelagnum, og er [...] at landsstýrisfólkini í javnstøðumálum og arbeiðsmarknaðarmálum beinanvegin taka stig til at gera eina kanning, sum lýsir, hvussu umfatandi sexchikana og sexisma eru í Føroyum. Henda vitan er týdningarmikil
Steintóri Rasmussen, sum er ein av teimum sum hevur myndað tónleikapallin í Føroyum tey seinastu 40 árini, at hava konsert í høllimi í Kaldbak Steintór hevur skrivað fleiri hundrað sangir og gjørt bæði tekstir [...] gjøgnum lívssøgur, gleðir og brot úr gerandisdegnum – alt pakkað inn í fangandi løg og sterkar tekstir. Konsertin verður í Høllini í Kaldbak hóskvøldið 10.apríl kl 19.30. Við sær hevur Steintór dóttir sína [...] rødd fer at seta sín dám á kvøldið, og Heina Z. Dahl, sum gevur tónleikinum lív. Verð vælkomin í høllina í Kaldbak tann 10. apríl kl. 19.30! Konsertin er stuðlað av Ocean Rainforest og Økistónar. Kostnaður
nevnt Nordic Organisational Meeting. Fyrsti NOM-fundurin varð hildin í Århus í 1946, og fundurin í Føroyum í ár er fundur nummar 68 í røðini. [...] vóru í 1989 og 2019. Evnið fyri ráðstevnuna í ár er "Lesandi og fráflyting" (Student Migration), og snýr seg um stóru avbjóðingina, sum smærri lond ofta standa í, tá ungfólk flyta út ella flyta í onnur [...] innlit í bygnaðin í skipanini og setti serliga sjóneykuna á tey øki, har fráflyting hevur størst ávirkan. Eisini varð tosað um politiskar ætlanir, eitt nú framtíðar kampusætlanina og føroyska luttøku í evropeiskum
Partabrøvini í Hong Kong eru eisini farin at falla. Hang Seng Index lækkar við meira enn 12 prosentum, og tað er størsta fallið á partabrævamarknaðinum í meira enn 16 ár. Virðisbrævamarknaðurin í Hong Kong [...] Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at Kina hevur svarað heimsumfatandi tollinum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, á útlendskar vørur. Japanska Nikkei 225 vísitalan fellur 7,8 prosent, tá marknaðurin [...] Kong er ikki stongdur enn. Í Avstralia endar vísitalið við einum afturgongd uppá 4,2 prosent. Hetta er størsta afturgongdin síðani árslok 2023. Donald Trump kunngjørdi nýggjan amerikanskan innflutningstoll
óhugnaligt. Men hóast tað, so er tað loyvt sambært galdandi hjúnabandslógum í Føroyum. Hetta er ikki í lagi! Í Føroyum er einki niðara aldursmark fyri, nær persónar kunnu giftast. Hetta merkir, at t.d. kann ein [...] tvær 9 ára gamlar smágentur í Føroyum. Onnur genta spyr hina ”Kemur tú at spæla í dag?” og hin svarar ”Tað hevði eg tímað ordiliga væl, men eg kann ikki. Eg skal giftast í dag”. Hetta ljóðar óhugnaligt
og vindeygu í veghædd, soleiðis at eingin skal hava nakran kjans at sleppa inn í húsini. Neyvan áður eru hús í Føroyum so hermetiskt stongd, sum júst gamla bommvirkið er í løtuni. ##med2## Í tíðindaskrivinum [...] Soleiðis sigur Regin Petersen, stjóri í HVT, í einum tíðindaskrivi, sum fyritøkan hevur lagt á Facebook í dag. Tá in.fo spurdi Regin Petersen um hesi viðurskifti fyrr í vikuni, vildi hann einki siga. Men [...] síðani er Remy á Kamarinum ikki sloppin inn í bygningin, og hann hevur heldur ikki fingið sínar ognarlutir úr bygninginum. Í gjár vóru húsini so hermetiskt stongd – í sonnum Fort Knox stíli, har plankar eru
Yvirlýsing frá flokstingi í Klaksvík 05.04.2025 • Vit fegnast um, at breið semja er í Føroyum um, at ítøkilig stig nú verða tikin, soleiðis at Føroyar gerast eitt sjálvsstøðugt land í viðurkenning av, at ongin [...] stuðla og hjálpa teimum, sum eru í neyð ella eru hótt. • stuðla og stimbra skúlaskapi, mentan og felagslívi. Samhaldsfesti og tað at tryggja, at tað hjá øllum í Føroyum er fjálgt og frítt at anda, er avgerandi [...] til at koma uttan um í komandi samgongum. Til hetta krevst, at flokkurin veksur, at vit hava eina breidd í flokkinum, og at vit samstarva væl við allar flokkar. Samtykt á flokstingi í Klaksvík 5. apríl 2025