Føroyska U19-kvinnulandsliðið vann bólk 2 í ligu B í undankapping, ið er spæld í Moldova.
Í dag leikti føroysku U19-kvinnurnar bólkafinalu móti Estlandi. Tað sá leingi svart út. Aftaná 26 minuttir var Estland á odda 2-0.
Í 65. minutti minkaði Brá Zachariasardóttir um munin til 1-2, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Helga Mikkelsen stóra hetjan, tá hon javnaði til 2-2 og tryggjaði Føroyum bólkasigurin.
Føroyar og Estland endaðu á sjey stigum hvør. Føroyar hava málmunin 11-2, Estland hevur málmunin 7-3. Kýpros hevur trý stig, og Moldova endaði aftast í bólkinum við ongum stigi.
Føroyar sleppa nú at royna seg í ligu A.