summar. Hann sigur, at longu í vár varð avgjørt, at bátar skuldu fáa fiskidagar tillutaðar, tí greitt var, at har fór at mangla í. Men summarið gekk, og fiskiárið fór at halla, uttan at nakað frættist aftur [...] heldur felagið at hugt eigur at verða at, áðrenn øll lógin bara verður blakað burtur, og ein nýggj sett í staðin. Men nevndin í felagnum er eisini greið yvir, at tað ber heldur ikki til bara at heingja seg [...] aftur úr Nesinum. Tá menn so skiltu, at tað fór at tátta í, fóru teir at spara dagar fyri at hava nakað at taka til, sum út leið á summarið. Tann 25. juli, sigur Chris Jan Michelsen, fingu hesir bátarnir
tykjast ikki at hava stórt innlit í feløgini, teir standa fyri. So leingi sum politikkararnir ikki hava dirvi at avgera, hvussu stór í mesta lagi ein almenn stjóraløn skal vera, er ongin bati at hóma. Fólk [...] fyli. Teir flestu hugsa bert um seg sjálvar og hvussu teir kunnu veljast aftur. At hoyra røðurnar úr løgtinginum er sum at vera til eitt sekulert vekingarmøti: Har eru róp – men onki innihald. Aðalráðini eru [...] um pensionistarnir fara at bjarga búskapinum í Føroyum. Orsøkirnar til hetta óskil, at verkætlanir eru kollsigldar, liggja aðrastaðni. Løgtings- og landsstýrisfólk hava ofta hug at seta síni fingramerki
tollverkinum hava avdúkað, at nógvir norskir fiskaútflytarar selja russiskan tosk sum norskan. Higartil hevur tollverkið kannað 1700 skjøl um upprunaland, og 340 teirra vístu seg at vera falsað. Sambært einum [...] ES leggur 12 prosent í tolli oman á russiskan tosk, meðan norskur toskur ikki rindar toll í ES. Við at skráseta russiska toskin sum norskan slepst undan tolli, og tað ger, at norsku útflytararnir kunnu slaka [...] er væl hugsandi, at svikið við russiska toskinum er uppaftur størri enn tað, sum higartil er avdúkað, sigur tollverkið. Mist alt Ein søga úr Svøríki er eitt gott dømi um, at ein eigur at hugsa seg væl um
num samdust týsdagin um at varðveita verandi oljuframleiðslu. Orsøkin er, at eftirspurningurin hevur verið minkandi seinastu tíðina. Avgerðin ber í sær, at OPEC-londini fara at halda núverandi framleiðsluna [...] heyst fyri at steðga prísfallinum, sum kom eftir atsóknirnar tann 11. september. Samstundis eydnaðist felagsskapinum at fáa onnur oljuframleiðandi lond so sum Noreg, Russland og Meksiko at gera tað sama [...] álvarssamt, kann bótin vera millum 400.000 og 15 milliónir krónur, og er brotið serliga álvarssamt, er bótin oman fyri 15 milliónir krónur. Byggja aftur Tað eydnaðist mánadagin at loysa lønartrætuna í týsku
arnir í felagnum hava fingið freist til ólavsøkudag at svara tilboðnum frá Torm. Verða tey bæði reiðaríini løgd saman, kemur nýggja stórreiðaríið at hava ein umsetning upp á einar fimm milliardir krónur [...] Wúrtzen, varastjóri í Mærsk Olie og Gas segði fyrr í ár, at felagið hevði stóran áhuga í framtíðar oljuvinnuni í Algeria, og hann helt útlitini har vera sera góð. Frammanundan er Mærsk virkið í Qatar. Saman [...] skulu nógvar seismiskar kanningar gerast. Amadarco er í dag ført fyri at framleiða 285.000 tunnur av olju um dagin, men avgjørt er at økja orkuna til 500.000 tunnur um dagin í 2004.
leiðslan hevur samtykt at spara. Tingingarnar hava gingið væl, og í gjár varð boðað frá, at nú er eftir at finna tær seinastu 500 mió. krónurnar. Leiðslan roknar við at røkka helminginum við at spara útreiðslurnar [...] nir vera við, at vantandi kapping á asfaltmarknaðinum hevur kostað svensku skattgjaldarunum umleið eina mia. krónur. Sambært kappingarmyndugleikunum hevur tann vantandi kappingin havt við sær, at tey stóru [...] hava nú eisini elvt til, at tað almenna vegaverkið er komið undir illgruna, tí hildið verður, at vegaverkið hevur goldið ov nógv fyri asfaltarbeiði, sjálvt um leiðslan hevur vitað, at prísurin var og høgur
ngurin fer at veksa. Serfrøðingar vænta, at oljuprísurin fer at liggja nakað oman fyri 20 dollarar fyri tunnuna. Hildið verður, at kemur prísurin upp í einar 24 ella 25 dollarar, fer tað at avmarka bú [...] fer so aftur at skerja eftirspurningin á oljumarknaðinum. Hetta fer at raka OPEC-londini, men samstundis verður víst á, at fleiri av OPEC-londunum hava búskapartrupulleikar og tí brúk fyri at økja sínar [...] Christen Sørensen, sigur, at heimastýrið noyðist at raðfesta tær almennu rakstrarútreiðslurnar. Hann vil ikki koma við nøkrum boði uppá, hvat grønlendingar skulu gera, men nevnir kortini, at útreiðslurnar til
segði nú ein dagin á tingi, at hann prinsipielt er fyri, at leigarar verða settir javnt við eigarar. Men fyri at hetta kann lata seg gera, er neyðugt, at landsstýrið semist um at gera hetta í einum breiðari [...] so nógv at reka sum eini heili hús, men hetta tykist ikki vera so lætt at bera í bandi. Tórshavnar Kommuna hevur saman við Húsalánsgrunninum í einum sjálvsognarstovni tikið stig til eina ætlan at byggja [...] leiðir at byggja býin út verða eisini nevndar. Ein er at byggja fast í Norðasta Horn framvið Velbastaðvegnum og aðrir at útvega grundstykkir í teimum mongu bygdunum í kommununi. Hugsað eigur eisini at verða
verið, at alt fleiri ynskja at búgva til leigu, heldur enn at eiga ein bústað. Umframt at vera eitt ynski hjá fleiri, so hava nógv ikki annað val enn at búgva til leigu, tí tey fáa ikki fígging til at byggja [...] gerst tað alsamt truplari at seta búgv hjá ungum fólki í Føroyum. Vit hoyra javnan um familjur, sum hava tað trupult at fáa gerandisdagin at hanga saman. At tað er so trupult at fáa ein góðan bústað fyri [...] er steinur oman á byrðu. Vit mugu fáa børn, ung og familjur at trívast, støðast og flyta heim aftur. Hetta er fremsta málið – og púra avgerandi fyri framtíðina her á landi. Tí er alneyðugt at gera nakað
Sjálvandi halda vit at roykilógin er góð, men tað hevur við sær, at fólk koma seinni út. Tey sita longri heima og roykja og drekka sær nakrar sjussar, í staðin fyri at at koma tíðliga oman í býin, sigur Rúni [...] býarlívinum. Rákið vísir, at tíðin er farin frá pylsum, burgarum og pizza, og at fólkið í staðin ynskir sunnan og meir eksotiskan mat. Tað sama kann sigast um drykkivanar, og eru fólk farin at leggjast á eksotiskar [...] nøktað tørvin hjá roykjarunum. Kortini vísir tað seg, at tað er torført at lívbjarga sær í býarlívinum, nú kappingin vísir seg at standa millum tað siðbundna og tað eksotiska, bæði hvat viðvíkur mati og