skjótt fyri seg, kunningin er lítil og ongin og borgaraluttøka er ikki eksisterandi. Óvist er eisini, um hetta veruliga er ein góð íløga í býin og um tað er til gleði fyri borgaran, fyri vinnuna, fyri ferðafólkini [...] kommununi og kring alt landið. Vit í grannaløgunum arbeiða fyri at fremja borgaraluttøku og nærdemokrati í kommununi og ætla aftur at skipa fyri borgarafundi fyrst í komandi árið. Vit vilja takka øllum teimum [...] borgarafundin í Reinsarínum 22. november, sum umboð fyri fimm grannaløg í Havn skipaðu fyri. Á skránni var býarskipan og borgaraluttøka, nú býráðið skipar fyri stórum broytingum í bygging og byggisamtyktum í
Tá eg fyri 10 árum síðani bjóðaði meg fram til kommunuvalið í 2012 var tað við einari sterkari kenslu um, at vit eiga so nógv gott í nærumhvørvinum, sum vit í felag kunnu fáa so nógv meiri burturúr - og [...] løgtingsvalið 8. desembur. Vit teljast jú millum ríkastu lond í heiminum, men hóast hetta, so stríðast vit við einari røð av avbjóðingum í gerandisdegnum - avbjóðingum, sum eg haldi vit brúka nógva tíð uppá [...] handla og skapa úrslit vóru eisini høvuðs-amboðini, tá eg í 8 ár var borgarstjóri í Vágs kommunu og setti á skrá menning og nýhugsan - og í felag hava vit í nærumhvørvinum flutt fjøll. Sum land hava vit eisini
a. sum onkuntíð krevur stórar íløgur. Her vesturi í Vágum hava vit eitt fantastiskt dømi uppá, hvussu lendiseigarar hava skapt karmar fyri vinnuligari ferðavinna. Hetta er úti á Nípu, Trælanípu. Íløgur [...] Ferðavinnan er komin fyri at vera, og nógv fólk í Føroyum liva av henni í dag. Ferðavinnan hevur ikki bara syrgt fyri nógvum nýggjum arbeiðisplássum, men eisini nógvum tilboðum, sum føroyingar hava gleði [...] gleði av. Uttan ferðavinnuna høvdu vit ikki havt eins nógv upplivingartilboð, sum vit hava í dag eitt nú bátatúrar, væl skipaði økir at ganga túrar í, kaffistovur, matstovur, blómandi handilslív o.a. Ferðavinnan
fólkið, ið her býr,og tí eru tað bert vit føroyingar, ið skulu taka avgerðir Føroya vegna. Ongin annar ger tað betur enn vit sjálvi, vit føroya fólk, sum hava hjartað fyri Føroyum. Niðanfyri eru nøkur av mínum [...] Fíggjarligt haldføri er størsta fortreytin fyri øktari vælferð í Føroyum. Vit eiga tí at føra ein skynsaman fíggjarpolitikk, har langtíðar ætlanir verða lagdar fyri íløgur, rakstur og inntøkur, soleiðis at [...] vørum betri marknaðaratgongd,og vit eiga at tryggja, at vørur úr Ìslandi og ES ikki verða dumpaðar inn á føroyska marknaðin, sum er ein bági fyri føroyskar framleiddar vørur. Vit skulu tryggja føroyskan limaskap
og tryggar karmar, men skal rinda tað fyri firðirnar, sum hesir eru verdir Fiskivinnan skal somuleiðis hava góðar og tryggar karmar, men skal rinda tað fyri kvoturnar, sum hesar eru verdar Vit skulu endurskoða [...] seg ikki einans um at brúka pengar, men sanniliga eisini um hvussu vit iKKI brúka pengar. Vit skulu duga at raðfesta og at fáa meira fyri minni. Allar greinarnar síggjast á míni Facebook-síðu umframt á ymiskum [...] miðlum. Gott val øll somul. Óli Jákup Jacobsen Valevni fyri Javnaðarflokkin Um meg: Eg eri 35 ár, giftur og havi fýra børn á 6, 4, 2 og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt
Tað skulu gerast góðir karmar fyri, at hesi kunnu nema sær útbúgving. Er landið viðspælari ? Tórshavnar kommuna og eldraøkissamstørvini kring landið hava roynt fleiri loysnir, fyri at manna størv, útbúgva [...] gjøgnum samfelagsavgerðir, so sum hvussu vit býta náttúrutilfeingið, sum í sínum uppruna er ogn hjá okkum øllum føroyingum, hvussu vit verja okkara náttúru, hvussu vit skipa okkara bústaðarmarknað o.s.fr. [...] seg sjálvstøðugt, uttan samfelagsveitingar”. Vit vilja øll klára okkum uttan samfelagsveitingar, tilvildarligar skattalættar ella hjálparpakkar. Tískil skulu vit hava sum mál, ikki at uppbyggja strukturella
lært okkum, at skulu vit skapa eina framtíð í Føroyum, mugu vit taka framtíðina í egnar hendur. Vit mugu sjálvi skapa málini Vit mugu sjálvi skapa politikkin Og vit mugu sjálvi skapa loysnirnar. Tjóðska [...] Rosa sigur, at vit heldur skulu hyggja at teimum rótfestu strukturunum, ið vit lata mynda okkara samfelag. Vit koma ongan veg við einans at sálarfrøðilig-gera okkara avbjóðingar – vit mugu broyta skipanina [...] valstríði. Tað tekur ár. Vit skulu koma hartil, at politikkur ikki bara handlar um hvør fær hvat. Politikkur skal handla um, hvussu vit saman kunnu skapa eitt betri samfelag fyri okkum øll. Og í dag merkir
skalt taka eina avgerð um, hvør skal umboða teg á Føroya løgting. Vit hava í valstríðnum víst á, hvat vit ætla at arbeiða fyri. Vit ætla at lætta um hjá teimum veikastu, stuðla barnafamiljuni og u [...] kinum eru púra greið – Vit ynskja, at framburðurin skal halda fram. Vinnan skal sleppa at menna seg og vaksa, sum kemur øllum samfelagnum til góðar. Vit fara tí á val fyri at tryggja framburðin og [...] varandi karmar, so búskapurin framhaldandi kann vaksa. Tí má tað gerast hugaligari hjá borgarum at arbeiða. Skatturin hjá lág- og miðalløntum skal lækkast, og avgjøldini skulu minkast. Vit í Fó
“Vit hava trý sjúkrahús í Føroyum, sum skulu samskifta, virka og skapa eftir somu virðum við felags mentan og sama samleika tvørtur um sjúkrahúsini, har starvsfólkini skulu vísa toymisanda millum deildir [...] . Hetta er partur av visjón 2025 fyri Sjúkrahúsverk Føroyaog stendur at lesa á heimasíðuni hjá teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum. Í dag er støðan ikki tann, at vit hava eitt sameint sjúkrahúsverk, [...] pappírinum. Hetta eigur at kunna fremjast í verki, um bert viljin er til staðar. Hesum fari eg arbeiða fyri, um eg verði vald. Súsanna Bertholdsen, Javnaðarflokkurin
trygd fyri, at raksturin gevur yvirskot. Eftir at nýggja skipanin varð sett í verk, eru gjøldini á sild, svartkjaft og tosk hækkað munandi, meðan gjaldið fyri makrel er lækkað. Tískil hava vit longu [...] skipan, har reiðaríini hava møguleika fyri at hava avlop og at gera íløgur í nýggj skip. Gjøldini í dag eru ásett sum ein prosentpartur av søluprísinum fyri undanfarna ár, og hendan skipan ger, [...] gott. Fyri tað fyrsta skal fiskiskapurin vera góður, soleiðis at veiðan pr. dag er á nøktandi støði. Í øðrum lagi skal fiskaprísurin vera nóg góður. Í triðja lagi skulu samlaðu kvoturnar fyri hvørt