Útlit eru til nýggja vápnahvíld í Gaza

Amerikanska netsíðan Axios veit frá keldum at siga, at Ísrael er sinnað at lýsa vápnahvíld í Gaza í eina viku afturfyri, at Hamas letur leysar 40 gíslar.

 

Sambært heimasíðuni eru tað ísraelar, sum eru keldur til hesi tíðindi. 

 

Í gjár segði ísraelski forsetin, Isaac Herzog, at ísraelska stjórnin er sinnað at steðga bumbingini av Gaza, um Hamas letur fleiri gíslar leysar.

 

- Vit eru til reiðar til ein humaniteran steðg í krígnum, soleiðis at møguleikar verða fyri at veita neyðhjálp til Gaza og skapa møguleikar fyri, at fleiri gíslar verða latnir leysir.

 

Tað veit tíðindastovan DPA at siga, og tað er enn einaferð Qatar, sum stendur fyri samráðingunum. Sagt verður, at gíslar, sum eru í seksti ára aldur og eldri, hava stóran tørv á hjálp eftir so langa tíð í fangilsi. 

 

Sambært Axios hittust leiðarin fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad, David Barnea og CIA-leiðarin, William Burns, saman við forsætisáðharranum í Qatar, Abdulrahman Al Thani,i pólska høvuðsstaðnum Warszawa í vikuni.

 

Her skulu teir hava umrøtt nýggjar samráðingar við Hamas, sum annars hevur sagt, at tað verða ikki fleiri gíslar leyslatnir, fyrr enn Ísrael steðgar við bumbingini av Gaza.