vera lættari at halda fram við at gera orðabøkur frá øðrum málum. Tað vóru minniligir dagar, ið eg sat saman við smiðinum Oliver S. Thomsen, sum heima í Sandvík hevði lært handverkið frá pápa sínum [...] sum stóðu í okkara forriti. Somuleiðis at fáa høvi til at tosa við Árna Olsen um læknaorð, fyri ikki um at tala samrøðurnar við Sigurð Joensen um lista hansara við løgfrøðiheitum. Nógv orð høvdu [...] fáa hana eftir summarfrítíðina, og tí skundaðu vit okkum at koma út við henni á vári 1992. Tað, vit ikki vistu, var, at 6. oktober 1992 vóru Føroyar raktar av størstu kreppu nakrantíð. Tí var lítil jólasøla
á altjóðarætt og rættindi. Vit leggja stóran dent á ikki at blaka alt tað á gólvið. Vit mugu finna ein máta, har vit ikki útihýsa Russlandi heilt, sigur hann álvarsliga við meg mitt í meldrinum í Hørpu [...] m hjá Russlandi móti okkara vinum í Ukraina. Latið okkum síggja veruleikan: Russland fer helst ikki at broyta kós í nærmastu framtíð, segði hann fyri fullsettu konserthøllini. ##med2## Grønland [...] r alt samstarv við Russland í Arktiska Ráðnum, og politiskir fundir við Russland eru framvegis ikki hildnir. Finnland og Svøríki eru nú NATO-limir, so Russland stendur fyri einum sameindum NATO-fronti
Heðin Askham var U21-landsliðvenjari og kendi væl til teir yngur spælararnar. Eg hevði nokk ikki blandað kortini heilt líka, um eg var einsamallur, sigur Jens Martin Knudsen í dag. Teir valdu at kollvelta [...] minnist væl, at Andreas Lava Olsen hevði grønt hár og hevði tatoverað LÍF á tjúkkan. Eg kom ikki inn og minnist ikki so væl dystin, men minnist væl at fór at vitja ein, sum eg kendi úr Aberdeen, sigur Odmar
nógvir gávulutir at fáa til keyps á jólasøluni. Vanliga virksemið, sum er í Virkni, er hesa vikuna ikki heilt vanligt. Stóra rørslurúmið, har nógv ymisk rørsluamboð og sansastimbrandi tilboð eru, er ruddað
snilda hjá politikarunum er tó, at hetta ikki er galdandi fyri tey. Tingfólk kunnu framvegis pensjónerast sum 60 ára gomul. Tað er ikki broytt, og tað verður ikki broytt. Tað hevur Løgtingið gjørt av so [...] Eitt kunnu vit ikki taka frá politikarum okkara. Teir eru kreativir og uppfinningarsamar – og halda heldur ikki so lítið um seg sjálvar. Og viðhvørt halda teir í so lítið um veljaran. Hósdagin [...] hevur staðfest, at hægri pensjónsaldur ikki skal raka tey. Tá tey broyttu høpisleysu pensjónsskipanina, tey enn hava, so var tað so snildisliga gjørt, at tað ikki gongur út yvir »vunnin rættindi hjá tingfólki«
føroyska mátan, og tað var ein sera góð kensla at síggja spælararnar tveita seg og ofra seg fult og heilt, segði landsliðsvenjarin eftir dystin við KVF. Føroyska liðið byrjaði væl og tað gekk rímiliga javnt [...] til eina 1-0 leiðslu. Síðani gekk illa at halda fast í bóltinum. - Vit spældu lítið, og vit megnaðu ikki at hava tamarhald á bóltinum og spælinum. Tað gjørdi at tað vóru ov nógvar støður í okkara brotsteigi [...] segði landsliðsvenjarin. Tann seinasta partin, um at sleppa undan niðurflyting, skal Eyðun Klakstein ikki hugsa um. Norðurmakedónia vann í dag 1-0 á Lettlandi, og tí hevur Føroyar tryggjað sær plássið í deild
einhvør síggja órættvísið í, men tey flestu skilja helst ikki, hví henda skeikling ger seg galdandi. Nógv fólk vita ikki, at Kommunurnar og Løgtingið ikki hava sama uppteljingarhátt. Kommunustýrini verða vald [...] sterkastu. (Summi grundgeva við at hetta er fyri at gera tað lættari at rokna, men tað hevur ikki verið satt, síðani fólk roknaðu við kúlurammu. Aðrar vanligar grundgevingar eru, at smáflokkar mugu haldast [...] skipanin vera! Man kann siga, at d’Hondt-uppteljingarhátturin fungerar sum ein “elastisk tinggátt”, ið tó ikki leggur seg fasta á eitt neyvt prosenttal. ##med2## Bæði í Tórshavn, Klaksvík og Runavík vórðu atkvøður
verið stongdar/friðaðar í mong, mong ár, ikki at verið opnaðar aftur – í hvussu er partvís í eini royndartíð? Hvør er høvuðsætlanin við at friða og steingja? Er tað ikki eitt sindur løgið fullkomiliga at friða [...] hava verið stongd í langa tíð, ja, í fleiri áratíggju í nógvum førum. Átti partur av hesum økjum ikki at verið opnaður aftur í minsta lagi í eini royndartíð? Ella verður friðað og stongt við tí fyri eyga [...] iðingarnar verða lagdar afturat, so eru umleið 69% av økinum innan fyri 300 metrar dýpdarkurvina heilt ella partvíst friðað fyri trolveiðu. Flestu friðingar hava verið óbroyttar síðani í 1990'unum, og
skrivar tutl.com. Allir føroyingar kenna hugnaliga lagið Føgur er foldin. Hóast teksturin upprunaliga ikki er ætlaður sum jólalag, er hann fastur táttur í kirkjum og til jólahald í desembur mánaða, eins og [...] kórsamansetingar, og eitt ótal av ymiskum gittarum. Úrslitið er ein nýmótans, men innilig ljóðmynd. Tað heilt serliga við útgávuni er eisini, at tey hava brúkt fleiri gerandisting sum ljóðføri. Ein skólissa á
sum er meiriluti við fimm av níggju. Tað er tó ikki í tráð við lógina, at tey hava avgjørt at skifta um borgarstjóra í hálvum skeiði, og tað verður heilt víst steðgað av kommunala eftirlitinum Avtalan [...] Hendan avgerðin verður uttan iva broytt, tí tað er ikki loyvt at gera slíkar avtalur. Ein borgarstjóri verður valdur fyri alt valskeiðið, og hann kann ikki koyrast frá, uttan so at hann ger eitthvørt revsivert [...] dømis sjúku. Men at býta um borgarstjóra fyri at býta valdið javnari millum tveir flokkar, tað ber ikki til.