soleiðis sum vit hava mælt til í Føroyuskum Førleika og í Mentan og Menning. Tí ræður tað um at geva fólki breitt og gott útboð av mentan og list, og geva fólk høvi at taka lut í mentunarlívinum. Mentu [...] mentunararvin og løgdu eftir tátíðini framkomna lóg fyri tingið. Hesin politikkur fekk stóran týdning fyri varðveitslu av máli, kvæðum, forngripum og skjølum. - Mentunarpolitikkur við atliti at list og listarligum [...] Fraklandi og breiðir seg til Norðurlond. Tað var ein viðurkenning av, at tímilig vælferð ikki er nóg mikið. Fólk hava eisini tørv á uppliving og andaligum avbjóðingum, skapan og fjølbroytni, at síggja og kenna
kunnu berjast ímóti hvørjum øðrum í einum høvdingaspæli, har politikkur meira og meira snýr seg um persónliga inntøku og persónligt vald, og alsamt minni snýr seg at røkka ávísum málum fyri samfelagið, [...] henda umaftur og umaftur, og hava við sær, at samfelagið riggar verri aftaná enn áðrenn ein avgerð varð tikin. Typiskar orsøkir til slík mistøk eru til dømis fornermilsi, løtuvinningur og taktikkur. Tað [...] at hyggja at dokumentarsendingum um flogfør, skip, tok og annað, sum endaðu í vanlukkum. Ofta byrjaði parturin við, at úrslitið fekst at vita, og síðan var farið aftureftir at finna útav hví tað hendi
útbyggjast og inntøkumøguleikarnir betrast. Brúk verður fyri nógvum og fjølbroyttum fyritøkum og vinnumøguleikum, og fleiri útlendskir íleggjarar skulu fáast at gera íløgur í kunningartøkni og útbúgving [...] sum fyrst og fremst hevur snúð seg um børnini, tey gomlu og tey veiku. Um tað stagneraða fókatalið og tað stóra undirskotið av kvinnum. Um valið millum vælferð ella fleiri skattalættar – og ikki millum [...] neyðugt at hugsa nýtt. Bæði við atliti til fiskilóggávu og fígging og til tilfeingi og veiðuhættir, har krøvini til fiskivinnuna um umhvørvisvernd og burðardygd økjast alsamt. Fyrr ella seinni kemur oljan
sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!" Altso: Føroysk mentan og list skal vera sonn og sámilig, rætt og rein og elskulig!! Og tað er Miðflokkurin sum avgerð [...] var vælkomin og hvør ikki. Tann, sum ikki gjørdi list, sum hóvaði teimum ráðandi, máttu tiga, flýggja av landinum ella lata lív. Mentan, átrúnaður og politikkur hevði eitt og sama mál og var stýrt sama [...] umstøður at virka í og hava loyvi til at arbeiða frítt eftir egnu sannføring og kunna ráða egnum viðurskiftum.” Jaso? Tær kristnu samkomurnar skulu sleppa at gera akkurát sum tær vilja og helst hava stuðul
yvirhøvur ber til at spara og tað er als onki gjørt fyri at leggja til rættis, hvussu fyrisitingin og almennir stovnar skulu leggja sítt virksemi til rættist aftaná sparingarnar og, hvørjar uppgávurnar skulu [...] ómátalig framaferð er ikki ókeypis. Og áðrenn øll umsitingin dettur niður, eigur landsstýrið at hugsa seg um einaferð afturat og royna at fáa greiði á, hvat tað er í ferð við, og hvørjar avleiðingarnar verða [...] samgongan eina fyrilitarleysa rundferð við sláimaskinuni og kutar nøkur prosent av at kalla øllum økjum yvir ein kamb. ? Her er ongin politikkur í, tí hetta verður gjørt uttan mið ella mál. Men landsstýrið
spurningar um fosturtøku og samkyndarættindi, ímeðan onnur mál verða til ”politics as usual”. Men politikkur stingur nógv djúpri enn so. Politisk umboðan, rættarskipan, tilfeingislutan og skattaprosent eru øll [...] øll tengd at grundleggjandi menniskja- og samfelagsfatanum. Spurningar um hvat tað góða samfelagið nú einaferð er, og um hvat menniskju í roynd og veru hava uppiborið. Men hvussu avgera vit um okkurt er [...] víðari. Kann vísindin siga okkum nakað um moral og etikk? Eru vit útgjørd við einum moralskum kumpassi? Og mest av øllum: Hví eru vit so ósamd um rangt og rætt? Er talan kanska um eina ”smagsak”? Ert tú
barnagarðinum, sum pedagogar og hjálparfólk ynskja. Tað er eisini ein skandala, at tú nú ætlar at jagstra barnafamiljunar við hægri gjøldum til barnaansing. Tað kann ikki vera rætt og rímuligt, at møguligar [...] við éinum gjaldi pr. familju, uttan mun til talið á børnum. At standa og gráta í Útvarpinum yvir sína egnu politisku elendigheit og skylda upp á undanfarna býráð, nú tit ikki fáa endarnar at røkka saman [...] at tað var ein skandala at fjálga um barnafamiljurnar í Tórshavnar Kommunu við lægri barnagjaldi, og fyri at fáa barnatalið at vaksa, er púra skeivt. Tað kostaði nakrar heilt fáar milliónir krónur at
frælsan vilja stingur djúpt í okkara samfelag og vesturlendsku mentan. Og at siga annað er halgibrot, tí frælsi viljin er grundarlagið undir bæði okkara samfelag og rættarskipan. Hvussu kunnu vit døma onkran [...] falla fyri. Politikkur snýr seg um at viga argumentini, og við útgangsstøði í grundgevingum taka støðu, ikki so? Men hvørjumegin høgra/vinstraásin tú ert, kann væl vera ein spurningur um lyndi og persónstypu [...] nógv at liva uttanfyri ráðandi sosiala bólkin og hansara normar. Spurningurin er tí, hvussu sjálvstøðug vit í roynd og veru eru. Sam Harris, heilagranskari og heimspekingur, argumentarar í bók síni ”Free
Samuelsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni. Í fjør og í fyrraárið um hesa tíðina komu tvey megnarverk eftir Aristoteles, næmingi Platons, ávikavist Etikkin og Politikkur , allar í týðing eftir Eilif [...] Sokrates, og samveran við hann havt at týða; ávirkanin frá hesum manninum og - fyri at brúka eina nútíðar orðing: persónliga útstráling - bleiv altavgerandi fyri hansara lív og hugsan seinni. Og at júst [...] ein vin og skyldmann, Solon, lóggeva. Har vóru tveir brøður, Adeimantos og Glaukon, báðir ætlandi eldri enn hann. Júst her í "Statinum" eru teir teir mest týðandi partarnir í samrøðuni. Barna- og ungdómsár
Hátíðarløtan ólavsøkumorgun er nakað serligt og annars at syngja. Eg helt ólavsøku eini 10 ár, áðrenn eg bleiv prestur, og hava vit altíð møtst við kórinum og sungið - eisini tá børnini vóru smá. Er onkur [...] plaga vit at fara til setanina við børnunum, spáka í býnum og vitja vinfólk. Ólavsøkudag er programmið merkt av skrúðgongu, gudstænastu og kórsangi. Anne Mette vísir á, at maðurin fer at stjórna Ólav [...] árið, tá eg stóð fyri tørni at halda ólavsøkuprædikuna. Tað ger ein vanliga bara eina ferð í lívinum, og tað kendist sum ein ómetaliga stórur heiður at gerast ein lítil liður í einari traditión, ið røkkur