Tíðargrein: Tá Føroyar gjørdist eitt valdømi

Tað var ein røð av óhepnum hendingum, heldur løgfrøðingur.

- Eitt tíðarskeið sum yngri brúkti eg sera nógvar tímar uppá at hyggja at dokumentarsendingum um flogfør, skip, tok og annað, sum endaðu í vanlukkum. Ofta byrjaði parturin við, at úrslitið fekst at vita, og síðan var farið aftureftir at finna útav hví tað hendi. Tá greiðast skuldi frá, hvør orsøkin til hendingina var, var svarið hvørja ferð tað sama: “Ein røð av óhepnum hendingum”. Tað var ikki ein spurningur um, at veikasta liðið í ketuni ikki helt, men at fleiri lið og onkuntíð øll liðini ikki riggaðu, sum tey skuldu. 

 

 

Soleiðis byrjar Eirikur í Jákupsstovu, løgfrøðingur, sína tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum í farnu viku, sum snýr seg um, tá ið Føroyar blivu eitt valdømi. 

 

 

- Í politikki eru tað ofta somu mistøkini, sum henda umaftur og umaftur, og hava við sær, at samfelagið riggar verri aftaná enn áðrenn ein avgerð varð tikin. Typiskar orsøkir til slík mistøk eru til dømis fornermilsi, løtuvinningur og taktikkur.  Tað var ein slík røð av óhepnum hendingum, sum fór í gongd beint eftir valið í 2002, og sum vit enn ikki hava sæð endaligu avleiðingarnar av nú 16 ár seinni, hóast flokkarnir eru farnir í sor og mest áhugaverda ásin í føroyskum politikki snýr seg um, hvussu øki í Føroyum innanhýsis kunnu berjast ímóti hvørjum øðrum í einum høvdingaspæli, har politikkur meira og meira snýr seg um persónliga inntøku og persónligt vald, og alsamt minni snýr seg at røkka ávísum málum fyri samfelagið, skrivar Eirikur í Jákupsstovu. 

 

 

Víðari heldur hann, at kanska høvdu onkur av tingunum hent kortini, men í fleiri førum kundi skriðan verið steðgað, ella í øllum førum verið stýrd ein annan veg. -  Sjálvandi er tað mesta - um ikki alt - av hesum bakklókskapur, og sjálvandi kann hugsast, at okkurt faktuelt og onkur meting er skeiv, men kortini meti eg hetta geva eina nøkulunda rættvísandi mynd úr politisku skipanini, skrivar Eirikur í Jákupsstovu. 

 

 

Les alla áhugaverdu lýsingina av, tá ið Føroyar gjørdist eitt valdømi, við at trýsta HER