heimavølli er liðugur fyri í ár. GÍ tapti 3-1 móti einum liði, sum var betri enn heimaliðið, men sum ikki var so nógv betri, at GÍ á nakran hátt var niðurspælt. Tað er kortini eingin vón fyri, at GÍ á útivølli [...] skal vinna tað tapta innaftur. Heldur snýr tað seg um, hvussu tað fer at bera til at avmarka tapið í Budapest. Í fjør var mótstøðuliðið hjá KÍ í Europa Cup úr Ungarn. Klaksvíkingar vóru um reppið at vinna [...] trupulleikar at fáa eftiransingarnar at passa saman. Hann tóktist ikki serliga væl upplagdur, og hann var sjálvsøkin, tá tað ráddi um royndir móti málinum. Ofraðu seg Gøtumenn skulu hava rós fyri, at teir sýndu
staðfestu teir og iðraðu seg um, at tað ikki eydnaðist at røkka javnleikinum. Tað gjørdi GÍ formaðurin, Jógvan Gregersen, eisini. Onkur helt fyri, at nú ráddi bara um at vinna 3-0 á útivølli, men tað var nú [...] um heimurin var farin í smildur fyri honum hóast tapið. ? Eg eri nøgdur við, at okkara menn gjørdu tað, sum teir kundu fyri at fáa eitt so gott úrslit, sum tað bar til at fáa. [...] venjarin, helt ikki, at mótstøðuliðið hevði foldað seg so nógv út, sum hann hevði roknað við frammanundan. ? Tað sást, at teir eru góðir spælarar, men eg hevði nú roknað við, at teir fóru at vísa eitt betri
vil sleppa at dansa aftur, sigur hon. Í dag er tangodansurin sera væl umtóktur í Århus, og skipað verður fyri regluligari undirvísing. Fyri at styrka áhugan fyri hesum »nýggja« dansi, var Tangoakademiið stovnað [...] skipað fyri fleiri slíkum skeiðum í framtíðini - og so er eingin ivi um, at tað verður dansað tango í Havnini í framtíðini. Og fyri at tangodansurin skal stimbrast og nørast er neyðugt javnan at skipa fyri [...] tango er rættuliga farin at gera um seg í Danmark. Alt byrjaði við, at tangoinstruktørurin Michael Rühl í 1991 varð boðin úr Berlin til Århus at læra århusianar at dansa tango. Her lærdu tey fyrstu áhugaðu
gjørdist greitt, at árið 1997 var serstakliga vánaligt. Roknskapurin vísti eitt hall uppá uml. 5 mió. krónur og tað tyktist tí, at tað var fyri at dekka henda miss innaftur, at avgjørt var at hækkað partapeningin [...] útflytararnar, at Pasadena gavst at sigla, men fyri Skipafelagið merkir tað, at úrslitið fyri 1998 verður munandi betri enn tað var í 1997. Árni Joensen sigur, at hóast hálvársroknskapurin ikki er liðugur enn [...] fyllir ikki skipini og tí roynir Skipafelagið at útvega sær farm á annan hátt. Ein máti at gera hetta uppá er, at fáa útlendsk skip at koma til Føroya at umskipa veiðina. Á henda hátt fær Skipafelagið
tosaðu um í blaðnum fyri tveimum vikum síðani, steðgaði upp, áðrenn hann veruliga var komin í gongd. Fyri tveimum vikum síðani byrjaði GÍ seinnu helvt av landskappingini við at vinna 5-1 á NSÍ, men so fingu [...] leikandi VB-venjaranum Krzystof Popczynski, sum takkaði fyri og skoraði til 1-0. Treytirnar hjá GÍ vóru greiðar. Teir máttu vinna dystin fyri at fylgja við oddaliðunum, og nú VB kom á odda beinanvegin [...] aftur fyrr enn leygardagin, og sunnudagin skulu teir til Klaksvíkar at spæla móti KÍ. Roknast kann við, at gøtumenn fara at royna at fáa henda dystin útsettan, men um tað ikki eydnast, kunnu GÍ-leikararnir
í Parkini hóskvøldið. Og nú er tað sama skaðin, sum ger, at hann er noyddur at halda frí frá dystum til komandi vikuskifti. Vit skilja á Toda, at í síðstu viku luttók hann í venjingini, um enn ikki í sama [...] og hann roknar við, at tað verður á sama hátt í hesi vikuni. Frá skrivstovuni hjá FSF frættu vit í gjár, at eingin annar spælari verður sendur niður til Bosnia, og tað vil siga, at teir vera seks og ikki [...] Todi Jónsson skoraði til 1-1, eftir at stútari frá David Nielsen varð bjargaður á strikuni. Úrslitið gjørdist 3-3. Tað gekk akkurát so striltið hjá Herfølge at vinna móti botnliðnum Aarhus Fremad, sum Jákup
Klaksvík á, at tað gongst so striltið hjá teirra monnum at fáa mál, tá KÍ spælir á heimavølli. Tað kundu teir ikki gera leygardagin, tá TB, sum KÍ so ofta hevur havt stórar trupulleikar av at fáa bilbukt [...] 1977 og aftur í 1980, og onnur ár vóru teir um reppið at vinna. TB vann eisini FM í 1987, men síðani hevur ikki gingið væl. Nú er setningurin at varðveita plássið í bestu deildini, men tað verður ikki [...] Bertholdsen plagar at røkja, og Kurt Mørkøre var í álopinum við síðuna av Heðini á Lakjuni, meðan Rógvi Jacobsen var á miðvøllinum, har tað fyri fyrstu ferð í langa tíð eisini var pláss fyri Soran Manic. KÍ
metrum stakk mitt fyri til Súna Fríða Johannesen. Hann sneiddi miðverjan og málverjan av, og so var 1-0, og tað lá í luftini, at HB fór at vinna sannførandi, tí nú bar teimum til at dúva uppá kontramøguleikar [...] , so er tað væl skiljandi. Í staðin fyri at binda um, halda tørn og taka bestikk av støðuni, áðrenn teir fóru at hugsa um møguleikan at vinna, so seldu tríggir bóltfokuseraðir NSÍ spælarar seg, tá teir [...] sum teir plaga at vera sunnudag, og tá tað verður spælt mánakvøld, men kassameistarin hjá HB leggur neyvan nógv í, at teir mistu nakrar túsund krónur, um tað í síðsta enda fer at vísa seg, at sigurin á NSÍ
torføra uppgávu vesturi í Vágum, áðrenn NSÍ og B71 koma at vitja í Leirvík, og so er ikki so torført at ímynda sær, hvat tosið í Leirvík fer at snúgva seg um næstu dagarnar. Grannauppgerðin móti GÍ var [...] plagar at vera í álopinum. Hann var í Vági við 1. deildarliðnum, og tað mundi honum dáma væl! Men hóast góða manning, so spældi GÍ ikki væl. Heimaliðið var fyri tað mesta omaná, og tað lá í luftini, at teir [...] Trygvi Olsen, so at siga arbeiðsleysur, og í 2. hálvleiki fór hann einar tvær ferðir út at blokera innleggum. Sigurin var tepur, men hann var kærkomin hjá LÍF. Setningurin hjá GÍ er framvegis at halda seg omanfyri
fast, at tað vinna teir ikki inn aftur. Spurningurin er, um teir fara at megna at vinna stríðið um eitt pláss í Europa Cup, har teir hava verið fimm ár á rað. Teir skulu vinna seks stig inn á B36 fyri at [...] Tað var ikki óvæntað, at TB fór at tapa í Klaksvík, og at Sumba á heimavølli fór at tapa móti B36. Í báðum førum var tað toppur móti botni. Men tað var óvæntað, at tapini fóru at vera so stór. Hetta ber [...] klaksvíkingar ikki so støðugir, at tað kann roknast við, at teir vinna hvørja ferð, og hóast HB vann móti NSÍ, so vísti avrikið bæði hesa ferð og tá HB tapti móti B36, at oddaliðið er at tosa við. Tí kunnu vit