settu við hond og drógu við hond, sum við upprunaligu línuveiðuni. Hetta hevur sjálvsagt verið bæði strævið og tungt. Poli hevur so gott minni, at hann kann greiða frá monnunum, sum vóru við. Árið eftir [...] Á ferðunum, sum Smyril Line hevur skipað fyri til Íslands í slóðum fiskimanna, hava eisini verið nógvir menn, sum hava verið í Íslandi, eisini í “gomlum døgum”. Tann elsti luttakarin á tí seinasta túrinum [...] uni. Hans, 1904-1957, ógiftur. Andrias, f.1906, giftist við Malfrid av Eiði. Tey fingu fimm børn Maria, 1908-2004, giftist í Íslandi við Gesti Óskari Fribergsson, 1902-1982. Tey fingu 5 døtur saman. Matilda
Suni og Per. Vit vóru átta systrar: Petra, eg sjálv, Óluva, Maria, Lea, Anna, Emma og Jonhild. Trý av systkjunum eru deyð, Absalon, Esmar og Maria. Ommubeiggi mín Per Olsen hevði bygt húsini, sum vit vuksu [...] hann lærdi børnini at lesa. Hetta sigur nakað um, at hann hevur verið nakað serligt, tí at lesa var ikki nakað, hvør maður dugdi tá. Peder hevur verið væl við prestin, sum tá var á Nesi, Jørgen Gad. Hann [...] 1. partur Tað kann sigast, at Elsa kanska meira enn nakar annar føroyingur hevur upplivað nútíðar heimssøgu. Fram til 1974 var tað keisarin Haile Selassie, sum sat við ræðið í Etiopia. Men tá gjørdist
enda í annan. Tá ið báturin hevur fingið slagið av hvalinum, er allur báturin omanfyri við einum parti av triðja borðinum skræddur upp í heilum líki. Komandi vestfall hevur so tikið alt, sum fleyt, vestur [...] at motorurin ikki er blivin leysur frá bátinum beinanvegin, hevur motorurin tikið tað, sum eftir var av bátinum, niður á botn. Har hevur hann ligið leygardagin og sunnudagin, men mánanáttina er so [...] sunnanfyri, og tað rekur inn suðureftir, tá vestfallið er komið. Inni við land hevur báturin flotið so innarlaga, at tað ikki hevur klárað at tikið hann út um Leitistangan. Av teirri orsøk er hann endaður inni
tvey hús. Men Jakku hevur eisini eins og pápin, Gustav, og beiggin, Gimmi, verið ein kendur útróðrarmaður, og er hann framvegis er á floti, tá tað liggur fyri. Men hann hevur so vissuliga eisini [...] hini sjóvinnufeløgini uppí við størri upphæddum, og hevur hesin grunnur havt stóran týdning fyri fiskimenn gjøgnum árini. Lærarafelagið hevur framvegis umboðan í nevndini fyri grunnin. Tá høvi [...] hon: Óli vil so fegin, at eg skal hava hvítan kjóla. Hann hevur fingið sær klæðir seymaði, nú hann var í Englandi (við Emanuel). Hann hevur keypt so mangt, eitt flott radio, og so eitt so stórt og
ljómur fyri oyrað. Ja, tað sum eygað ikki hevur sæð, og oyrað ikki hoyrt, rørir ikki hjartað. Hesin kórljómur hevur logað uppvið líka til dagin í dag. Hetta hevur verið honum til mikla tign og miklan sóma [...] Hetta hevur verið hansara hjartamál í ár so mong at birta upp undir kórsangin her á klettunum bæði á bygd og í bý, og at syngja kórverk, sum ikki áður hava verið sungin her á landi. Hetta hevur gagnað [...] í kórskjáttuni bæði dag og nátt. Í Herlufsa stovu Ólavur hevur frá heilt ungum árum av sæð openberingina í tónlistini, ein frumgróður, sum hevur gagnað so mongum til so mikla gleði, at bara Várharra veit
Hon er undangongukvinna á nógvum økjum, hevur aldri ræðst fyri at taka stig, har hon hevur mett tað er neyðugt, og mangan hevur verið heitt á hana fyri at fáa eitthvørt uppá føtur. Aldurin er eingin forðing [...] nógv niður. Ikki minst eg harmist. Landsfelag Pensjónistanna hevur í kvittanum at endurstovna tænastuna uttan um Reyða Kross, og sum skilst hevur landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á [...] ikki eftirspurd. Eg eri glað fyri hvønn morgun eg vakni, og fyri hvønn dag, sum hevur gingið væl. Ikki fyrr enn tú hevur verið sjúk og illa fyri, veitst tú, hvussu umráðandi tað er at hava eina góða heilsu
síggja á heimasíðu okkara www.kedron.fo. Øll eru vælkomin í KEDRON til okkara møtir og tiltøk. Hevur tú ikki hendan møguleikan, kunna tygum ogna tygum KEDRON-tíðindi. Filadelfia Vágar Sunnudagin kl [...] Øll eru vælkomin. Kl. 15 Vegleiðing og kunning um nýtlsu: Rógvumaskinu, krossara o.ø. amboðum Elsa Maria Bærentsen, instruktørur. Mikudagur kl. 9 Bindiklubburin vit halda til á veghæddini. Kl. 15 Túrur: [...] ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Tilhaldið Hugnin í Sandoy hevur opið mánadag og mikudag frá kl. 13 til 17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Øll eru hjartaliga
standa tey enn í dag, og teir eru eisini óførir at halda tey viðlíka, greiðir Torkil frá. Torkil hevur í fleiri ár búð heilt í hinum endanum av býnum, úti á Norðasta Horni, men er nú fluttur nærri miðbýnum [...] at fremmandafólk kom niðan hendavegin. Tað var soleiðis, at tey sum endiliga komu niðan, tey legði man merki til, greiðir Torkil frá. Teir vóru fleiri traðarmenn, sum høvdu traðir sínar í økinum, og sum [...] og longu niðri, har Guttesen & Staksberg var, og har Rúsan áður helt til, átti Kári við Stein, sum hevur búð í Grønlandi í umleið 40 ár, sína trøð. Jafet Danberg hevði sín seyð gangandi á hesari trøðni.
brøður fingu váta grøv Foreldrini hjá teimum báðum vóru Niels f. 1855, ættaður av Válunum, og Sofía Maria Ole-Jacobsen f. 1859, sum var úr Sárhúsi í Miðvági. Niels doyði um 1910. Sofía gjørdist sjúk, meðan [...] hjá Hans David Hansen. Tey bæði fingu børnini: Niels, f. 1918. Hann flutti niður, har hann fór á sjómansskúla. Hann fekk tuberklar men kom fyri seg aftur. Seinni gjørdist hann skipsinspektørur og búsettist [...] við Verner Dam frá Norðskála. Óli Jákup, f. 1934. Er giftur við Etly Mikalu Jacobsen av Slættanesi. Hevur verið lærari í Fuglafirði. Heimamissión og sunnudagsskúli Fleiri hósvíkingar við Nólsoynni vóru virknir
pápin læt byggja. Árið eftir gjørdist hann fyristøðumaður. Nú byrjaði eitt langt tíðarskeið, sum hevur fylgt hjúnunum, eisini eftir at tey løgdu frá sær. Tey komu sum fyristøðupar at starva saman 24 tímar [...] samfelag okkara. Bjarta dámdi væl at samskifta við øll menniskju, og hann kom við tí góða. ”Maður er mans gaman.” Kirkjuna var hann góður við og trúgvur ímóti, og missiónin var hansara lívskall. Heilsan fór [...] at kenna Gud”, var niðurlag hansara. 5. Mósebók, har trúarjáttanin finst, er skilnaðartalan, Móses hevur fyri Ísraelsfólki. Móses endaði talu sína við hesum orðum: ”Eg stevni í dag bæði himni og jørð til