bólkaðar øðrvísi. - Her sigur Fasti Gerðarætturin, at tað er óheimilað stríðstig at taka í friðartíð. Og fleiri teirra eru longu komnar aftur til arbeiðis, so tann trupulleikin er loystur, sigur Johnny [...] Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri. Les eisini: Niðurstøða í LSH málinum: Okkurt er í lagi og annað ikki Víðari vísir hann á, at tað hevur týdning hjá Landssjúkrahúsinum sum arbeiðspláss at fáa staðfest, at [...] tað vit vildu við hesum. Vit fara ikki at tvinga tær langtíðarsjúkrameldaðu aftur til arbeiðis. Tá er okkara uppgáva at vera um tær við umsorgan og stuðli, sigur Johnny í Grótinum og staðfestir, at ábyrgdin
maður. Hetta er virkuliga synd, sigur fyrrverandi eigarin. Fyrrverandi eigarin heldur, at tað er ómøguligt at tryggja eitt kampingpláss móti ísbjarnum á Svalbard. Um økið skal tryggjast, er neyðugt at byggja [...] kann vera komin undan bakkanum, sum er vegurin, ið vit ikki rokna við, at tær koma, sigur fyrrverandi eigarin. Andreas Umbreit vísir á, at tað, sum er so serliga trist, er, at núverandi eigari av kampingplássinum [...] byggja ein múr,. - Men, vit eru ikki í fongsli her á Svalbard, leggur Andreas Umbreit aftrat. Vanliga eru tveir hundar á kampingplássinum, sum halda vakt og siga frá, um ísbjarnir nærkast. Men, í hesum
arbeiði. - Hóast fleiri dagar eru farnir, síðani vit fingu hesi tungu boðini, er hetta ikki enn gingið rættiliga upp fyri mær. Hetta er í veruleikanum so óveruligt. - Slíkt kemur altíð púra óvart á. Eingin okkara [...] samrøðu við Sosialin. Hon er gift við sjómanni, sum fór avstað nú beint undan jólum. Og so fekk hon haraftrat eina serstaka jólagávu, sum hon helst vildi verið fyri uttan. Tað er helst so sum Maria tekur [...] tekur til: - Hetta verða eini undarlig jól. Gott at mamma mín er her! Standa sína roynd Maria var í starvi hjá Atlantsflogi, meðan menn arbeiddu við at fyrireika eitt nýtt føroyskt flogfelag. Hon var útbúgvin
vit løgdu til brots við Eysturoyartunlinum, sum er størsta samferðsluverkætlan í søgu Føroya, og nú verður fyrsta skot latið av fyri Sandoyartunlinum, sum er annar parturin av hesi somu stóru verkætlan. Løgmaður [...] hátíðarløtuna á Sandi í dag á, at hesin dagur er byrjanin til enn eitt stórt framstig í føroyskari samferðslusøgu. Føroyar taka eitt risa fet inn í framtíðina, og hetta er samstundis ein søguligur møguleiki fyri [...] Hetta verður av sonnum ein kollvelting! - Í veruleikanum er tað torført at ímynda sær, hvussu stór broytingin verður fyri tykkum, sum búgva her, og sjálvandi eisini fyri okkum onnur, ið kanska síggja tað
einasta túr. Men soleiðis er veruleikin bara ikki. Eingin ger nakað Tummas er ikki maðurin, sum heldur, at oljustuðul er gongda leiðin, tí fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, og tá er tað trupult at veita stuðul [...] Christophersen fyri, at tað hóast alt man vera ein spurningur, hvussu dýr oljan kann gerast. - Er talan um spekulatión við oljuni, er ikki óhugsandi, at oljuprísirnir fara at kollapsa, tí eingin búskapur kann [...] Kreppa Støðan í fiskiskipaflotanum er ivaleyst nógv verri, enn mangur dugir at geva sær far um. Teir, sum vita best, hvussu vorðið er, eru teir, sum reka skipini. Hesir vita, hvørji skip eru løgd, sum
endamálið við Slaktinum er at vísa á alt tað tilfeingi, vit eiga í føroyska landbúnaðinum, og tað er ikki lítið, tá alt verður savnað á einum staði. ##med2## - Hæddarpunktið er, tá kúgvin verður flett [...] vigaði 222 kilo, og tað vóru Sigurd Lamhauge og Tummas Pauli av Reyni, sum skipaðu fyri. - Her var nógv kjøt, og her fingu øll ein góðan bita. Hetta eydnaðist so væl, at tað verður gjørt aftur, sigur Bogi [...] Tórsgøtu í Havn, nógv betri enn væntað. Bogi Andreassen sigur, at dagurin eydnaðist serstakliga væl, og her var ein rúgva av fólki. - Eins og hini árini, tá skipað hevur verið fyri Slaktinum, var fult av fólki
fleiri ferðandi, er altíð gott pláss umborð, og hetta kemur væl við hjá ferðafólki, sum eru serliga ansin í hesum korona-tíðum. Umframt Silju Star og Froy, er eisini báturin Barbara, sum er av slagnum, Aqua [...] arbeiðis í fyritøkuni í háárstíðini, tá matstovan og alt er íroknað, men higartil í ár hevur munandi minni verið at gera. Hann heldur tískil, at árið í ár er eitt frálíkt høvi hjá føroyingum, sum enn ikki hava [...] túrin undir vestmannabjørgunum, men fyri tey - einstaklingar ella bólkar - sum enn ikki hava verið her, er hetta ein náttúruuppliving burturav. Gunnar Skúvadal vísir á, at tað eru fleiri føroyingar, sum hava
mai. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Jens Stoltenberg hevur verið í Føroyum. Tey, sum vóru virkin í ungdómspolitikki í áttiárunum, kendu øll Jens Stoltenberg, sum var formaður í AUF, sum er ungmannafelagið [...] Nú Jens Stoltenberg hevur vitjað í Føroyum, er hetta fyrstu ferð síðan 1966, at ein norskur forsætisráðharri hevur vitjað í Føroyum. Tá var tað Per Borten úr Senterpartiet, sum var forsætisráðharri. - [...] og tá vóru bæði Jens Stoltenberg úr Noreg og Anna Lindh, sála, úr Svøríki við á fundinum. Tey vóru her eitt vikuskifti og vitjaðu ymsastaðni, eitt nú í løgtinginum. Tíðindafundur var í Tinganesi í morgun
hjá sjónvarpinum av málinum, varð søgd úr starvi. Er tað hugsandi, at føroyski public service stovnurin ávirkast av kreftum uttanífrá? Tilgongdin er ikki góð fyri kritiskan tíðindaflutning. Soleiðis skrivar [...] Tíðargreinin varð prentað í Vikuskiftis Sosialinum í farnu viku. Men nú er hon eisini á in.fo, og tú kanst lesa hana við at trýsta her [...] atfinningarsamur, og við sínum tíðindaflutningi hava miðlarnir bjóða valdshavarum av. - Hugvekjandi er tað at síggja, at málið nú hevur fingið ógvusligar avleiðingar í Kringvarpinum. Hava føroyingar valt
- Her hevur verið ótrúliga friðarligt, um eg skal siga sum er. Vit hava havt væl minni at gera, enn tað plagar at vera. Tað, ið hevur verið, eru smáting. Tað sigur Steinbjørn V. Olsen, ið er liðleiðari [...] gerst ov harðligur, og sjúkrahúsið er altíð klárt, um tørvur er á teimum. - Og so skulu tey ungu eisini hava rós fyri, at tey ansa so væl eftir hvørjum øðrum. Um tað er okkurt áfatt, so ringja tey beinanvegin [...] orsøkunum til, at tað hevur gingið so væl, sambært Steinbjørn, er tað góða veðrið. - Veðrið hevur stóra ávirkan á arbeiðsbyrðina. Um veðrið er gott, so hava vit minni at gera, tí fólk eru í betri lag. Liðleiðarin