- Vit hava nú fingið staðfest, at eitt fakfelag ikki kann bera seg soleiðis at, sigur Johnny í Grótinum um niðurstøðuna hjá Fasta Gerðarættinum.
Fasti Gerðarætturin kom í morgun til tað niðurstøðu, at Ljósmøðrafelagið hevur megnað at prógva, at arbeiðsumstøðurnar á LSH ikki eru nøktandi og tær ljósmøður, sum hava verið sjúkrameldaðar síðani í mai ella juni fáa frið í sínari sjúkralegu, meðan tær, sum sjúkrameldaðu seg um vikuskiftið verða bólkaðar øðrvísi.
- Her sigur Fasti Gerðarætturin, at tað er óheimilað stríðstig at taka í friðartíð. Og fleiri teirra eru longu komnar aftur til arbeiðis, so tann trupulleikin er loystur, sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri.
Les eisini: Niðurstøða í LSH málinum: Okkurt er í lagi og annað ikki
Víðari vísir hann á, at tað hevur týdning hjá Landssjúkrahúsinum sum arbeiðspláss at fáa staðfest, at tað ikki ber til hjá einum fakfelag, at uppføra seg soleiðis í friðartíðum.
- Tað var tað vit vildu við hesum. Vit fara ikki at tvinga tær langtíðarsjúkrameldaðu aftur til arbeiðis. Tá er okkara uppgáva at vera um tær við umsorgan og stuðli, sigur Johnny í Grótinum og staðfestir, at ábyrgdin av at manna føðideildina framvegis og altíð fer at liggja hjá honum sum stjóra.
- Fasti gerðarætturin vísir á, at tað, sum hendi serliga um vikuskiftið, var óheimilað. Og tá vóru upp til 70% av ljósmøðrunum burtur, har av fleiri teirra sjúkrameldaðu seg um vikuskiftið uttan læknaváttan, sigur Johnny í Grótinum og vísir á, at gerðarætturin ikki hevur tikið støðu til sjúkustøðuna hjá ljósmøðrunum ella læknaváttanirnar, tí málið var eitt skundmál.