Kvinnurnar hjá KÍF vóru í síni fyrstu steypafinalu í flogbólti um vikuskiftið, og tíverri fyri tær, so endaði hesin dysturin við einu ósigri. Sólrun Petersen helt, at leikararnir helst ávirkaðust nakað av nervum ígjøgnum dystin.
- Hetta var ordiliga keðiligt, men soleiðis bleiv tað bara. Vit byrjaðu at fáa nervar síðstu settini, og so tora vit ikki ordiliga at sláa ígjøgnum, tá vit hava møguleikan, og so riggar bara ikki heilt. Í síðsta setti eru vit langt aftanfyri og koma sera væl aftur ímóti endanum, men aftur her sær tað út til, at vit gerast heldur bangnar, og so kiksa vit.
Sjálvt um KÍF tapti dystin, so gleddist Sólrun um, at liðið hevði verið í síni fyrstu steypafinalu, og at dysturin bleiv spennandi.
- Hetta var fyrsta ferðin, at vit hava verið í eini steypafinalu, og tað er sjálvandi gott. Tað er sjálvandi keðiligt at tapa, men eg haldi tað tó vera deiligt, at dysturin bleiv spennandi, segði ein nakað skuffað Sólrun eftir dystin.