øðrumegin og norðmenn og danskarar hinumegin. Norðmenn og danir gingu saman og vóru fyrstir at byggja eina útgerðarstøð, sum varð nevnd Agricohavn. Fólkatingsmaðurin Petur Mohr Dam var á ferð har yviri og var [...] Friðurin var ikki meir enn boðaður í 1945, tá Johan Godtfred í Vági legði til brots við sínum »Norðfari« og fór til Grønlands at fiska. Hann ætlaði at fylla seg við kalva og selja á bretska marknaðinum, men [...] ísfisk, og menn vóru skjótir av landinum at keypa snurruváðsbátar og trolarar. Nakrir løgdu kortini ætlanir um at keypa stórar skonnartir til grønlandsveiði. Keyptar vóru eitt nú »Patricia«, »Borgin« og »G
ov stóran mun av litríkum vónum og ofta sveimandi fyrigyklingum um m.a. olju- og ferðavinnu. Sjálvsagt skulu nevndu vinnugreinir eins og aðrar hava bestu fyritreytir, og sjálvsagt skal Fróðskaparsetrið [...] bæði styttri og greiðari, vit verða átalað fyri at herma eftir útlendskum, orðafelli tykjast lofnað, okkurt er heldur enn ikki løgið o.a.s. Málnevndin eigur at geva ráð og vísa á gongda leið, og ikki at t [...] st og nær tey ikki skulu tað o.m.a. stinga seg støðugt upp hjá nógvum okkara, ið skriva dagliga. Tá neyðin hevur verið stór, hevur ein ringt til persónar við innliti í mállæru og/ella málnýtslu, og onkur
duga væl at skilja enskt og at greiða frá tí, sum tey bera fyri brósti. Fyrimunur og ein avbjóðing Um munin at arbeiða á Landssjúkrahúsinum og í so lítlum landi, siga tær báðar Ulrika og Sepideh, at eyðsýndir [...] verið í Týskalandi í eftirútbúgving, og er nú aftur í Føroyum. - Um tað at vera útlendingur og tosa við foreldur, sum kanska eru bangin og ótrygg um sjúka barnið, og ikki duga at tosa teirra mál, endurtaka [...] arbeiðir sum lækni á sjúkrahúsinum í Klaksvík, og hon kom at vitja hann í summarfrítíðini. - Eg bleiv rættiliga hugtikin av landinum og náttúruni her, og av forvitni fór eg inn á gólvið á Landssjúkrahúsinum
avstað, og síðan seinni royna at hjálpa konuni og dóttrini at flýggja. Um náttina fór báturin oman eftir Saigonánni og helt til havs. Báturin var fimtan metrar langur og tveir metrar breiður, og í honum [...] háskúlanum í Hué í 1974. Eftir lokna útbúgving arbeiddi hann hjá einum amerikanskum ráðgevandi felagi, sum millum annað stóð fyri vegagerð í Suður Viet Nam. Men eftir at Norður- og Suður Viet Nam vórðu løgd [...] Hai skipað fyri at konan og dótturin kundu flýggja við einum báti ein mána seinni. »Báturin sakk, og øll sjeyti fólkini druknaðu,« sigur Kim Hai við einum syrgnum eygnabráði. Eftir tríggjar mánaðir í Singapore
Hvalspýggjan og Taraloppan, hvørs upplivingar og ofta truplu livikor verða lýst í melodiøsum og stundum stuttligum løgum. Ein styrki í hesari fløgu er nevniliga samspælið millum orð, løg og framførslu, [...] rútmum og heitum og dámi styðjar ta dramatisku søgugongdina, sum flest øll munnu kenna. Kanska eitt bindilið millum tann føroyska og skotska mentanararvin, ið hóast alt er upprunin hjá Anniku og musikarunum [...] á ICIS-fundi, fáa samtíðin og tey aktuellu viðurskiftini sítt, og ber hetta lagið ikki sørt brá av tátti, sum við speisemi og talumáli avdúkar nuancur hjá bæði sangara og yrkjara. Sangirnir, ið eg kortini
hesar gudsmenn, at »når de kan sidde og drikke og larme 2 eller 3 nætter og dage tillige, lade skyde og fyre for sig ved hver skål som fulde soldater og galne mennesker og giver 1 rigsdaler for hvert skud [...] »Barbara« - ella »Barba og harra Pál«, sum hon eitur í týðingini hjá Christiani Matras - er søgnin »Beinta og Peder Arrheboe« úr »Færøske Folkesagn og Æventyr« hjá Jakob Jakobsen, og høvundurin hevur felt [...] frá fyrru giftuni, og ár 1700 - tað árið hann doyr - fáa Beinta og hann ein son. Um viðurskiftini millum Beintu og Jonas Jonæssen annars vita vit einki, meðan vit um hann - eins og um teir flestu prestar
Føroysk virki og føroyskar fyritøkur vanta millum 800 og 1.500 milliónir krónur í eginpeningi, áðrenn tey eru á sama stigi, sum fyritøkur og virki í grannalondunum. Tað sigur sonevnda Eginpeningsnevndin [...] fyritøku og eina danska fyritøku. Báðar fyritøkurnar framleiða somu vøru innan oljuídnað, og tey hava eins nógv starvsfólk. Eitt enskt oljufelag skal inn í eitt samstarv við annað teirra, og kannar so [...] jørt mikudagin. Og nevndin skjýtur upp, at vit fáa ein partabrævamarknað settan á stovn í Føroyum. Endamálið við einum slíkum marknaði er at menna virki og fyritøkur, serliga smærru og veikaru virkini