at selja hemara úr Fuglafirði beinleiðis til eina matsovu í Marseilles. Á eini skrivstovu niðan móti vegnum í ovaru hædd í einum handilsbygningi í Fuglafirði situr ein klaksvíkingur og arbeiðir við at sleppa [...] ivamál í hesum sambandi. Eitt nú um tann, ið keypir, er seriøsur, hevur pening at gjalda við o.s.fr. Men hetta skuldi verið rímiliga trygt, sigur Jan Klein, tí teir hava samband við feløg eitt nú í Danmark [...] partur av eini fyritøku, sum arbeiðir í fleiri londum. Teir selja fisk, skriva tíðindi og hava eitt nú upplýsingar um virki og fyritøkur, sum aðrir kundar so kunnu koma í samband við. InterSeafood hevur samband
fólk til Fyrireikingunum til dystin stendur Stjørnan fyri, og har verður í øllum førum roynt at fáa fólkið í býnum at koma fjølment í høllina. Rógvi Nielsen, sum eisini er høvuðsvenjari hjá Stjørnuni, sigur [...] tað einamest eru klaksvíkingar, sum tey royna at fáa í høllina. - Vit hava júst hongt plakatir upp ymsastaðni í býnum, og so fara vit eisini at lýsa í Norðlýsinum, so fólk her eru kunnað um, at dysturin [...] spent í Klaksvík, nú KÍ-høllin er staðið, har startskotið til fyrstu uppgávurnar hjá kvinnulandsliðnum skal latast av. Hetta verður fríggjakvøldið klokkan 19.00, tá kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Svøríki
innar, tí annars fara allar tær 3231 hønurnar í eitt horn. Bert ein er deyð, nú hønurnar eru í karantenu, og tað verður mett at vera væl sloppið. Vitjandi mugu í plastbúnar frá høvur til fót. Føroya Egg Talan [...] hønu, ið ósmæðin setir seg í fangi á honum. Annfinn skal einsamallur starvast í høsnagarðinum og millum 5. og 10. juni vera fyrstu eggini frá Føroya Egg væntandi á handilshillunum í miðstaðarøkinum. [...] virksemið at ganga, men hann vil við hesum gera eina roynd. - Vit framleiða alt ov lítið sjálvi í Føroyum. Politiskt verður eisini alt ov lítið gjørt fyri at menna samfelagið útfrá vinnuligum sjónarmiði
hava eina 100% effektiva tilbúgving. Og verður nakað slingur í valsinum her, so fáa vit tað aftur í gráum kolskinni. Tá vit tosa um sjóverjuna í dag, so er ikki bara talan um at vera á varðhaldi eftir útlendskum [...] góða samstarvinum í framtíðini eisini.Spurningurin um tyrlutænastuna hevur verið nógv frammi júst í hesum sambandi. Og her mugu vit bara síggja til, at tað ikki bráddliga verður eitt hol í skipanini. Her [...] eina komandi frálandavinnu í tonkunum, tí tá farið verður at leita eftir olju, kemur hesin stovnur at hava alstóran týdning til tess at tryggja umhvørvi og fólkini, sum arbeiða í hesi vinnu. So eisini hesin
varð sangurin »Morgunroðin lýsir», sungin. Tvær reglur í sanginum, sum í upprunayrkingini ganga upp á »raskar dreingir« og »fúsar dreingir«, vóru í nýggju útseting Sambandsfloksins umskrivaðar til »gentur [...] orðaskiftið á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í Øravík um vikuskiftið. Hann undraðist á, at tað skuldi vera neyðugt, at heili 17 fólk skuldu møta í Keypmannahavn til at áseta ein fundardag. Men grundin [...] Men tað býttasta, samgongan gjørdi í hesum máli, segði Edmund Joensen, var at boða frá, at tey komu við eini útrokning, sum segði, hvussu nógv danir skyldaðu Føroyum. Tað hevði sum kunnugt við sær, at
ungdómin í Føroyum, og ikki bara fyri tey, sum búgva í høvuðsstaðnum. Ein trupulleiki í hesum kann tó vera, at við tað at blaðmaður tykkara býr í Havnini, er ikki altíð líka lætt at fylgja við í tí, sum [...] okkara. Minst til, at jú størri ávirkan tit fáa á innihaldið í blaðnum, jú meira áhugavert verður tað hjá tykkum at lesa! Annars er innihaldið í blaðnum teir føstu tættirnir, so sum hitlistar og fløguummæli [...] Síðani september mánað hava vit her í Yngd havt ein brævkassa, har orðið hjá lesarunum er frítt, og har tit (sum so ofta sagt) hava møguleika at vinna eina fløgu frá 3-aranum. At byrja við varð ikki so
eggja feløgum at framleiða film í Føroyum, skulu vaksa til ávikavist 10 mio og 4 mio krónur yvir hetta næsta valskeið. Filmsjáttanin skal umsitast í einum filmsgrunni, gjarna í samstarvi við Mentanargrunnin [...] til Føroyar at gera film. Fyri hvørja krónu í afturbering, mást tú hava lagt minst 4 krónur eftir teg í landinum. So, hetta loysir seg. Men eingin hækking var í eygsjón á fíggjarlógini, sum landsstýrið legði [...] in, heldur enn, sum nú, at vera ein játtan, sum landsstýrismaðurin kann leggja seg út í. Játtanin er í dag 3,5 mio kr árliga, men eigur at vaksa til minst 10 mio kr yvir eitt stutt áramál. Vit skulu harumframt
arbeiði. Trýstið er høgt í dagsins samfelag, og vit føla øll avleiðingarnar av trýstinum. Tí vilja vit í Javnaðarflokkinum stytta vanligu arbeiðsvikuna við 3 tímum um vikuna, so vit í størri mun kunnu sameina [...] Vit hava, síðan arbeiðsvikan minkaði niður í 40 tímar, fingið teldur. Internet. Framkomnar maskinur, ið gera nakað av arbeiðinum fyri okkum. Vit hava eisini í nógv størri mun fingið betri samband millum [...] gagna teimum, ið arbeiða niðursetta tíð. Hetta eru umleið 52 % av kvinnunum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Eitt nú upplýsir Heilsuhjálparafelag Føroya, at meginparturin av limum teirra arbeiða niðursetta
málið viðvíkjandi Høgna Hoydal kann í besta føri kom undir at vera mismæltur, tí hann í sama andarátti tók tað í seg aftur, sum kundi skiljast sum um, at limirnir í uttanlandsnevndini kundu greiða [...] lúgva, og sjálvandi skulu tey hava síni viðurskifti í lagi. Tað sum løgmaður førdi fram á Viðareiði á tíðindafundi um russisku veiðuna í Føroyum vóru ikki røtt tøl, og tað er ikki gott nokk av løgmanni [...] skipanin nú einaferð, og hvør flokkur hevur sítt umboð í uttanlandsnevndini, sum kann siga sínum floksfeløgum, um tað er í ordan, sum fer fram í uttanlandsnevndini, tó at tey ikki kunnu siga, hvat tað
Nú í januar gav biskupur út ritið “fólkakirkjan og verkliga skipanin”. Ritið er útgivið í sambandi við stórfundin fyri kirkjunnar tænastufólkum á Hotel Føroyum 18. januar 2025. Ritið er 84 síður. Kirk [...] ávíst sjálvræði, ið er staðfest í lógum Løgtingsins. Kirkjuráðið og prestur Hóast kirkjuráðið kallar prestin, er tað ikki arbeiðsgevari hjá presti. Sóknarpresturin er í sínum andaliga virki óheftur av [...] góður førningur í yrki prestsins. Virðing hvør fyri øðrum er alt. Prestagjaldið avmarkar, og tað er skilagott, at hesi mørk verða vird, so kirkjuráðið og tess limir ikki leggja seg út í økið hjá grannanum