Herðaklapp og áminning

IKKI kann sigast annað enn, at Vaktar- og Bjargingartænastan og her ikki minst manningarnar á vaktarskipunum hava gjørt eitt gott arbeiði, nú tað er komið undan kavi, at fleiri útlendsk skip hava fiskað meira, enn tey høvdu loyvi til. Hendingarnar í seinastuni, har ikki færri enn trý norsk línuskip eru tikin, og tvey teirra hava havt ov stóra hjáveiðu, eru dømi um, at okkara vaktar- og eftirlitsmyndugleikar á sjónum fungera. Og hetta eiga fólkini á hesum stovni rós uppiborið fyri. Ikki minst tá hugsað verður um tær umstøður, sum okkara politikarar og myndugleikar annars hava boðið teimum nú í langa tíð - og her serstakliga eftir at vaktarskipið Ólavur Halgi varð seldur av landinum. Loksins eydnaðist tað so at fáa Gorm inn í flotan, men hóast talan er um ein gamlan Gorm, so hevur tað kortini víst seg at vera eitt effektivt skip - við effektivari manning.

NÚ verður so nýtt vaktarskip bygt. Tað er greitt, at Føroyar sum tjóð hava á ongan hátt ráð til at vera eina góða vaktar- og eftirlittænastu fyriuttan og eiheldur eina skerda tænastu. Við okkara geografisku støðu í Atlantshavi og við ábyrgd fyri einum av heimsins ríkastu havøkjum, er ein munadygg tænasta av hesum slag altavgerandi. Talan er jú um at verja okkara egna tilfeingi og her ikki minst við komandi ættarliðum í huga. Tað átti at verið ein grundfestur regul, at seinasta stað, har sparast skal á tí almenna økinum, er nettupp innan Vaktar- og Bjargingartænastuna. So er tað sagt. Og her eiga vit so eisini at hava eina komandi frálandavinnu í tonkunum, tí tá farið verður at leita eftir olju, kemur hesin stovnur at hava alstóran týdning til tess at tryggja umhvørvi og fólkini, sum arbeiða í hesi vinnu. So eisini hesin útviklingurin krevur av politikarunum, at teir geva stovnum sum V&B ans. Talan verður her um at hava eina 100% effektiva tilbúgving. Og verður nakað slingur í valsinum her, so fáa vit tað aftur í gráum kolskinni. Tá vit tosa um sjóverjuna í dag, so er ikki bara talan um at vera á varðhaldi eftir útlendskum og fyri tað eisini føroyskum veiðutjóvum. Talan er so sanniliga líka nógv um at kunna veita okkara fiskimonnum eina tænastu, sum teir hava krav uppá. Her verður hugsað um at hjálpa fiskiskipum í trupulleikum av ymsum slag, og ikki minst at hava eina tænastu, sum vendir sær til heilsuna og gerandistilveruna hjá hvørjum einstøkum av okkara sjómonnum, meðan teir eru úti á havinum.


SPURNINGURIN um donsku sjóverjuna undir Føroyum er tí eisini nakað, sum eigur at verða tikið fram, tá tosað verður um umrødda mál. Og her vita vit, hvussu stóran týdning danska sjóverjan hevur havt og hevur. Miðjað verður so ímóti, at føroyingar skulu kunna yvirtaka størri og størri part av tí, sum aðrir hava gjørt, og er hetta sjálvandi rætt og rímuligt. Men her er eisini talan um krevjandi og kostnaðarmiklar uppgávur, so talan kann ikki verða um at kvetta á stokkinum frá degi til dags. Vónandi kunnu danskir og føroyskir myndugleikar á hesum økjum halda fram við tí góða samstarvinum í framtíðini eisini.Spurningurin um tyrlutænastuna hevur verið nógv frammi júst í hesum sambandi. Og her mugu vit bara síggja til, at tað ikki bráddliga verður eitt hol í skipanini. Her má ikki slakast ein tumma. Veitingarnar, sum tyrlurnar hava staðið fyri og sum hava so ómetaliga nógv at siga fyri sjófólk okkara og ikki minst fyri sjúkraflutning millum oyggjarnar eisini, mugu ikki skerjast.