Hóskvøldið komu 3232 hønur við farmaskipinum Tango. Nýggja adressa teirra er Velbastaður, har Annfinn Brekkstein hevur latið byggja 456 fermetra stóra høll, ið er ætlað til hønurnar og framleiðslu av eggum.
Annfinn bankar varisliga á dyrnar, tá hann vísir fjølmiðlum innar, tí annars fara allar tær 3231 hønurnar í eitt horn. Bert ein er deyð, nú hønurnar eru í karantenu, og tað verður mett at vera væl sloppið.
Vitjandi mugu í plastbúnar frá høvur til fót.
Føroya Egg
Talan er um skavihøsn, ið koma úr Danmark. Hønurnar eru 17 vikur gamlar og um einar 14 dagar byrja tær at verpa.
Eingin hani er ímillum, tí so hevði verið ein verri standur, sigur Annfinn brosandi.
Annfinn Brekkstein sigur, at hann hevur hønurnar í einar 14 til 15 mánaðar, so skulu allar skiftast út við nýggjar hønur.
Annfinn er ikki óvanur við høsn. Pápi hansara hevði høsnagarð á Velbastað við eini 2000 høsnum.
Annfinn sigur, at nýggju føroysku eggini frá Føroya Egg koma á marknaðin umleið 5 - 10 juni. Framleiðslan verður eini 2300 - 2500 egg dagliga, ella eini 750.000 til 850.000 egg árliga.
Sostatt hevur hann bert lítlan part av marknaðinum, ið er uppá eini 6 - 7 milliónir egg árliga.
Ætlanin er í fyrsta umfari at røkka høvuðstaðarøkið, har fólk fáa frísk egg. Eggini verða vorpin á morgni og koyrd út á miðdegi.
Framleiða lítið sjálvi
Annfinn Brekkstein er greiðir yvir, at vandi er fyri sjúkum og øðrum, ið kann gera tað trupult at fáa virksemið at ganga, men hann vil við hesum gera eina roynd.
- Vit framleiða alt ov lítið sjálvi í Føroyum. Politiskt verður eisini alt ov lítið gjørt fyri at menna samfelagið útfrá vinnuligum sjónarmiði, men eg fari við hesum at gera eina roynd, men eri greiður yvir vandarnar og at tað kann miseydnast, sigur Annfinn Brekkstein, ið tó hevur góðar vónir.
Samlaða íløgan er upá 1,5 millión og fíggingin er úr Jarðargrunninum, har rentan er lág.
- Annars hevði eg ikki gjørt hetta, sigur Annfinn, ið metir tørv vera á ígongdsetara stuðuli til fólk í hava huskot og dirvi.
Hønurnar ganga frítt og eru sonevndar skavihønur. Annfinn hevur verið í Danmark og hugt at høsnagørðum har og handalagið tykist vera gott.
- Tá hønurnar skulu skiftast út, kunnu tær kanska seljast, men júst hvussu hetta verður gjørt, er ikki greitt enn, sigur Annfinn Brekkstein, og kínir eini hønu, ið ósmæðin setir seg í fangi á honum.
Annfinn skal einsamallur starvast í høsnagarðinum og millum 5. og 10. juni vera fyrstu eggini frá Føroya Egg væntandi á handilshillunum í miðstaðarøkinum.