morðið í Hvalba er fyri í Føroya rætti í dag. Dómarin hevur nú trekt seg aftur og hevur boðað frá, at væntandi fellur dómur klokkan 18.15. Ákærin hevur seinnapartin kravt 13 ára fongsul fyri unga mannin, [...] Christian Andreasen, metti, at 10 ár mundu vera nokk. Hann vísti á, at tann ákærdi játtar seg sekan nú og hevur annars ongantíð noktað seg sekan heldur. Hann sigur, at hóast hetta er ein ræðulig gerð, at ein ósekur [...] misnýtslan fram fyri hann aftur. Tað er í hesi sinnisstøðu, at hann vaknar aftur seinni og stutt eftir hevur dripið ein mann. Bæði verji, ákæri, ákærdi og dómari ynskja, at málið verður endaliga avgreitt í dag
rutuni. Airbus 320 tekur 168 ferðafólk, og tað er 24 meira enn Airbus 319, sum hevur rúm fyri 144 ferðandi. Atlantic Airways hevur í dag tríggjar Airbus 319 í flotanum, og av teimum eigur felagið eitt flogfar [...] skiftistíðarskeiði, har eitt flogfar verður keypt, og NORÐ-ruturnar arbeiddar upp. Atlantic Airways hevur í fyrstu atløgu valt at flúgva NORÐ-ruturnar við Airbus 319 til heystið 2016. Hetta tíðarskeiðið er [...] verandi flogfør – útgjørt við framkomnu navigatións-tøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1, sum higartil hevur havt við sær munandi betri reglusemi og harvið færri seinkingar. Talan er um eina tøknifrøði grundaða
eini almennari ávaring á landsins myndugleikar í morgun. Felagið hevur viðgjørt støðuna í føroyska heilsuverkinum og í hesum sambandi hevur felagið eisini samanborið, hvat vit brúka upp á okkara heilsuverk [...] Læknafelagið hevur eisini hugt í roknskapin hjá landskassanum og sæst, at játtanin til heilsuverkið veksur ”ógvuliga spakiliga”, sum Læknafelagið tekur til. Felagið vísir á, at frá 2010 til 2013, hevur vøksturin [...] minni partur av bruttotjóðarúrtøkuni upp á heilsuverkið enn øll hini Norðurlondini brúka. Harafturat hevur parturin av bruttotjóðarúrtøkuni, vit brúka upp á okkara heilsuverk, verið støðugt fallandi seinastu
skúlabørnum er eisini minkandi; so mikið nógv, at neyðugt hevur verið at leggja flokkar saman í Kollafjarðar skúla. Hetta eru armóðstekin. Nú hevur býráðið loksins samtykt at byggja nýggjan dagstovn í Kollafirði [...] ur. Ítróttahøll og læknamiðstøð vórðu bygdar, og í fleiri umførum eru bryggjur bygdar. Men einum hevur haltað við alla tíðina. Tað er møguleikunum at setast í búgv í Kollafirði. Tí er fólkatalið minkað [...] grannalagnum, har møguleikarnir fyri at fáa fatur á grundstykki eru betur enn í Kollafirði. Víst hevur tað verið trupult at fáa útstykkingar í lag, tí jørðin til tess er ikki eyðfingin. Nú er so aftur
almennum myndugleika, kunnu klaga. Men Sólja í Ólavstovu sigur, at hetta áriið hevur eisini hevur verið barnaumboðsmaður, hevur hon ikki fingið eina einastu klagu. Hon ivast ikki í, at ein orsøk er, at børn [...] og ungfólk nú í næstan eitt ár, hava kunna klaga um viðferðina, tey fáa frá almennum myndugleikum, hevur enn ongin brúkt hendan møguleikan. Tað sigur Sólja í Ólavstovu, barnaumboðsmaður. Sólja í Ólavstovu [...] um allar myndugleikar – men ikki um løgregluna, tí hon hoyrir undir danskar myndugleikar. Annars hevur Løgtingsins umboðsmaður fingið yvir 100 klagur higartil í ár, og tað er væl meiri enn undanfarin ár
John William Joensen hevur seinastu árini verið mest kendur sum stjóri á Norðlýsinum, men síðani aldarskiftið hevur hann verið formaður í Norðoya Sambandsfelag. Fyri nøkrum árum síðani varð hann raktur [...] samfelagið. Tí hevur Norðoya Sambandsfelag vanliga valt at stuðla politiskum málum, heldur enn at halda fast við at stuðla ávísum persónum, sigur John William Joensen. Seinastu tíðina hevur nógv rok verið [...] nýggju leiðsluni í felagnum mína hjálp og stuðul, sigur John William Joensen. Hann sigur, at hann hevur verið ónøgdur við sína egnu leiðslu av felagnum seinnu árini. – Eg havi ikki megnað at havt neyðuga
forholdið var fyri harðskap og hóttanir. Á einum rættarfundi í einum øðrum máli, hevur maðurin givið ilt frá sær og hevur hótt ein annan, ið var til staðar á rættarfundinum, eftir lívinum. Aftan á rættarfundin [...] víst áhuga í manninum, men hesum pástandi vísti dómarin frá sær. Maðurin hevur kært dómin til landsrættin og í tí sambandi hevur ákærin eisini kært nøkur av punktunum. Ákærin ynskir, at landsrætturin skal [...] Maðurin varð eisini fríkendur fyri at hava brotið seg inn í sín fyrrverandi bústað, men tá verjin nú hevur kært dómin, vil ákærin eisini hava landsrættin at taka hetta forholdið upp til nýggja viðgerð.
Fyritøkan JT electric á Kambsdali hevur saman við føroyskum alarum ment eitt dygdargott aliljós, sum er eftirspurt víða um lond. Higartil hevur fyritøkan selt aliljósini í 11 ymiskum londum, og millum [...] eru ógvuliga spennandi. Rúni sigur, at umframt tey 105 aliljósini, sum fyritøkan hevur selt alifelagnum í Tasmania, hevur JT electric júst sent 105 aliljós til eina alifyritøku í Murmansk í Ruslandi. - [...] sigur, at tað so sanniliga eisini er umráðandi hjá fyritøkuni at selja tær vørur, sum fyritøkan hevur ment, og sum eru royndar sum dygdarvørur kring um lond, bæði nær og fjar. - Øll lond hava ikki aling
hvussu hesar milliónir skulu sparast. Landstýriskvinnan hevur ført fram, at ongin verandi pensjónistur skal missa nakað, samstundis sum hon eisini hevur ført fram, at samgongan ætlar at taka frá teimum ríku [...] Sum gongdin er nú, har samgongan støðugt hevur minkað javningina, fyri nú at strika hana, er virðið á pensjónini støðugt fallandi. Eitt slagorð hjá samgonguni hevur verið ”meira fyri minni”, okkara pensjónistar [...] útreiðslurnar hjá pensjónistunum, líka so lítið sum hjá okkum øðrum, ikki minka. Landstýriskvinnan hevur valt at raðfesta henda pening til onnur endamál. Stórar sparingar í pensjónunum í 2016 Tað er eisini
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, tekur ímóti okkum í Yvirhúsinum, kommunuskrivstovuni, sum nú hevur verið starvspláss hansara í 30 ár. - Eg var valdur inn í bygdaráðið í 1984. Fyrstu átta árini var [...] lítil ivi man vera um, at Skopun var ein tann kommunan, sum misti mest, tá kreppan var. - Kommunan hevur enn ikki megnað at reist seg heilt aftur og enn í dag eru um 100 fólk á muni millum fólkatalið innan [...] Vit hava góðar vónir fyri oynni, tá tunnilin kemur, sigur borgarstjórin í Skopun. Gerhard sjálvur hevur arbeitt ótroyttiliga við hesum málinum seinastu nógvu árini og sigur, at hann ætlar sær at halda fram