John William Joensen hevur seinastu árini verið mest kendur sum stjóri á Norðlýsinum, men síðani aldarskiftið hevur hann verið formaður í Norðoya Sambandsfelag.
Fyri nøkrum árum síðani varð hann raktur av Parkinsons sjúku, og hann ásannar nú, at sjúkan er komin so langt, at hann ikki megnar at røkja allar uppgávurnar til fulnar longur.
– Eg klári ikki tað sama longur, so nú royni eg at sleppa mær av við ymiskar uppgávur, eg havi. Eg eri noyddur at trappa niður nú, men fari sjálvandi at veita nýggju leiðsluni í felagnum mína hjálp og stuðul, sigur John William Joensen.
Hann sigur, at hann hevur verið ónøgdur við sína egnu leiðslu av felagnum seinnu árini.
– Eg havi ikki megnað at havt neyðuga aktivitetin í felagnum, orsaka av øðrum uppgávum, og nú havi eg so ásanna, at tíðin er komin at leggja frá mær, sigur hann.
Eini 12, 13 ár eru liðin, síðani hann gjørdist formaður í Norðoya Sambandsfelag.
– Eg gjørdist formaður í Norðoya Sambandsfelag, meðan Lisbeth L. Petersen var formaður. Tá vóru Bjørn Kalsø, Kaj Leo Holm Johannesen og Bárður á Steig Nielsen ungir menn í flokkinum, og eg valdi at geva teimum mín stuðul, fyri at fáa eina broyting í flokkinum, sigur John William Joensen.
Teir tríggir mynda í stóran mun flokkin í dag og fara allarhelst at gera tað nøkur ár framyvir.
– Teir tríggir hava gjørt eitt gott arbeiði, men tað slítur upp á samstarvið at sita við valdið, tí tað koma so nógv mál upp, sum gagna ávísum persónum. Politiska skipanin í Føroyum er lítil og valdið er savnað á lutfalsliga fáum hondum, og tá er skjótt at politisk mál gerast til persónsmál, sum kunnu skaða alt samfelagið. Tí hevur Norðoya Sambandsfelag vanliga valt at stuðla politiskum málum, heldur enn at halda fast við at stuðla ávísum persónum, sigur John William Joensen.
Seinastu tíðina hevur nógv rok verið um Sambandsflokkin, løgmann og formanssessin í flokkinum, og væntandi verður spurningurin um formanssessin tikin upp aftur eftir komandi løgtingsval.
– Tað er týdningarmikið, at tann, sum er formaður Sambandsfloksins ásannar, at meginparturin av Føroya fólki býr uttan fyri Havnina. Samstundis hava vit altíð hildið, at tað er ein styrki, um formaðurin sjálvur er úr Havnini og kann savna atkvøður hiðani, sigur John William Joensen.
Hvør tekur við sum formaður í Norðoya Sambandsfelag verður kunngjørt í kvøld.