Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, tekur ímóti okkum í Yvirhúsinum, kommunuskrivstovuni, sum nú hevur verið starvspláss hansara í 30 ár.
- Eg var valdur inn í bygdaráðið í 1984. Fyrstu átta árini var eg varaborgarstjóri, men síðani havi eg verið borgarstjóri.
Gerhard sigur, at lítil ivi man vera um, at Skopun var ein tann kommunan, sum misti mest, tá kreppan var.
- Kommunan hevur enn ikki megnað at reist seg heilt aftur og enn í dag eru um 100 fólk á muni millum fólkatalið innan kreppuna og í dag.
Gerhard sær bara eina vón fyri Skopun og oynna sum heild.
- Tunnilin er altavgerandi fyri Sandoynna. Vit hava góðar vónir fyri oynni, tá tunnilin kemur, sigur borgarstjórin í Skopun.
Gerhard sjálvur hevur arbeitt ótroyttiliga við hesum málinum seinastu nógvu árini og sigur, at hann ætlar sær at halda fram við stríðnum, inntil komið er á mál.
- Onkur má alla tíðina standa á varðhaldi, líka inntil tunnilin er liðugur. Ikki fyrr enn tá, kunnu vit loyva okkum at halda, at arbeiðið er liðugt, sigur Gerhard Lognberg.
Gerhard Lognberg heldur, at Skopun hevur nógv at bjóða fólki, og væntar, at tá tunnilin er komin, fer fólkatalið at klatra upp um tað, tað var, áðrenn kreppan kom.
- Vit hava nógv at bjóða. Vit úststykkjaði nýggj grudstykki í 2007 og nøkur teirra eru óseld enn. Vit hava nýggjan barnagarð, eins og at skúlin er undir umbygging. Vit hava handlar, vit hava arbeiðspláss. Eg haldi vit hava tað, ið skal til fyri at fólk kunnu støðast her, sigur Gerhard Lognberg.
Fyrr í heyst bórust tíðindini um at Marine Harvest og Delta Seafood fara at lata virki í Skopun uppaftur. Gerhard Lognberg væntar, at hetta fer at fáa stóran týdning fyri alla oynna.
- Tað er eingin loyna, at okkara størsta avbjóðing er at skapa arbeiðspláss í bygdini. Tì gleðir tað meg stórliga, at Sandoy Seafood letur upp aftur síðst í árinum, sigur hann.
Í Skopun hava tey roynt at givið útróðrarmonnunum góðar umstøður.
- Vit hava sett skúrar upp til hvørt bátapláss, so at útróðrarmenninir hava ein skúr til reiðskapin hjá sær, so soleiðis sæð eru umstøðurnar góðar. Tað hjálpir tó lítið tá eingin fiskur er, sigur Gerhard Lognberg.
- Fiskurin hevur altíð havt nógv at siga fyri Skopun. Fyrr var nógv lív í havnini, men nú er ógvuliga stilt. Tað er tíverri einki at fáa, fiskurin er burtur.