hava vit av gomlum vana lyndi til at hugsa, at hetta bert er ein verð fyri mannfólk. Fyri fáum árum síðani var tað rættuliga óhugsandi, at eitt konufólk til dømis fór at læra til bilmekanikara ella líknandi [...] tá má man so bara royna at fáa tey at slappa av. Ein "typiskur" arbeiðsdagur hjá Bjørg kann til dømis mynda seg soleiðis, at hon tíðliga um morgunin er á fundi, har hon fær at vita, hvørjar uppgávur liggja [...] slapp í Sjónvarpi at royna seg tvær reisur. Ætlanin hjá familjuni var allatíðina at flyta heim aftur til Føroya, og tá ið Bjørg í mai mánaða í fjør fekk møguleikan fyri at sleppa heim í SVF at verða avloysara
fer at verða so, er tó ilt at siga. Aftaru bátarnir hava verið ógvuliga javnir higartil og tí kann alt henda. Heilt frammi fara kollfirðingar at leggja doyðin á at vísa eysturoyingum at teir ætla at forða [...] irnar, so er lítið at ivast í, at tað skal verða annar av hesum. Og tað er heldur einki at taka seg aftur í, at teir á havnabátunum hava vant dúgliga hesar seinastu dagarnar fyri at fáa fatur á tí síðsta [...] langt frammanfyri hinar, at hann verður ikki tikin í ár. Og Kjølur hevur verið so greiður á øðrumplássi, at neyvan verður hann tikin heldur. Tað vil so siga, at kappingin fer at standa um triðjaplássi.
áðrenn farið verður at bora, so er verandi tilfar tó so rúgvismikið og áhugavert, at Texaco-samtakið sær fram til at vera við í eini útbjóðing. Hann vísir á, at tað er rættiliga óvanligt at hava so nógv seismiskt [...] Bretland. Tó tykjast útlit nú vera til, at avtalan verður undirskrivað í næstum. Herfyri segði løgmaður við útvarpið, at marknamálið var loyst, og at avtalan fór at verða undirskrivað einaferð í mai. Í altjóða [...] hetta fer at taka sína tíð. Hóast BP og Amoco eru løgd saman, so tekur tað eisini sína tíð at fáa øll tey viðurskiftini uppá pláss. Poul Diamond sigur, at tað fer helst hetta árið fer helst at ganga, áðrenn
viðmerkja, at arbeiðið við at gera í stand skúlabygningarnar á Frælsinum er farið í gongd og verður heimilað í aðrari verklagslóg, so tað er ikki so, at einki er hent, hóast eg vildi ynskt, at byrjað varð [...] endamáli at samansjóða, skapa trivnað og fyri at gagnnýta synergieffektir, so sum at brúka felagshøli, útbúnað, undirvísarar o.a. Felagsbygningurin verður umleið 8.000 m2. Og tað er alneyðugt, at fólk, sum [...] ngina, sum eisini hevur vunnið rættin at prosjektera bygningin sum høvuðsráðgevi. Og eg velji at nevna, at tað er Landsverk, sum fær verkætlanina og játtanina at umsita sum byggiharri, vegna landsstýrismannin
gøtuni Eg dugi ikki at síggja, at kirkjan fer at forða fólki at ganga túrar eftir gøtuni ella annars at njóta náttúruna og Sandá. Gøtan og Sandá verða órørd. Tvørturímóti fer kirkjan at vera eitt prýði fyri [...] síðan nevnd at kanna aðrar staðsetingar og mælir í niðurstøðuni til at byggja á økið við Sandá. Januar í 2008 samtykkir byggi- og býarskipannarnevndin at staðseta kirkjuna á hesum øki og at hoyra friði [...] á facebookbólki, sum mótmælir, at kirkjan verður bygd við Sandá. Grundgevingin fyri mótmælið byggir m.a á, at nógv fólk ganga eftir gøtuni, sum gongur gjøgnum økið, og at økið er serstakt við upprunavøkstri
m. Avmarkingar, sum kunnu gera, at tey ikki hava ráð til bilin, sum tey tó hava tørv á fyri at vera virkin. Skyldu at beina burtur forðingar Føroyar hava skyldu til at beina burtur tær forðingar – eisini [...] millión. Hædd var ikki tikin fyri tey, ið fíggjarliga hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman, og ikki hava javnbjóðis møguleikar at luttaka í samfelagnum. Longu nú kennast avleiðingarnar, og andlit verða [...] støði í teimum hagtølunum vísur roknistykkið, at útreiðslur landskassans fóru at lækka eina millión krónur árliga, og, sum Almannaverkið vísti á, fór uppskotið at hava við sær minkandi umsiting fyri landið
gjørdi, at teir, ið góvu frá sær, ivaleyst kendu, at boðskapurin kom á rætt pláss. Vil siga, at sangliga og tónleikaliga vantar eitt sindur her at at fáa uppá pláss, tí til tíðir var ein ótryggleiki at hóma [...] við til at skapa fyribrigdið gospelkonsert í Føroyum. Nógv vatn er runnið á áunum síðani 1975, og gleðiligt var at hoyra, at tað, sum fyri meg og okkum, ið tá byrjaðu varliga, og sum hildið var at vera alt [...] ov vilt , í dag er so vanligt, at tað vildi verið óhugsandi at gjøgnumført eina gospelkonsert á so høgum sangligum og tónleikaligum støði. Havi altíð sagt, at eitt er at framføra, men tann, ið framførir
fundar í Løgtinginum, eigur hann at hugsa um, hvat gagn hann kann gera fyri føroyingar; og sum tinglimur eigur hansara fyrsta ábyrgd at vera, at syrgja fyri at vera við til, at lóggeva til frama fyri trygd [...] heiminum. Men enn verri er, at tað faktiskt tykist at vera eitt signal til tey, ið ræðast ella hata samkynd, at tað er í lagi at gera seg inn á tey samkyndu. Tí er tað neyðugt at fáa slíka lóggávu samtykta [...] Føroyar Til hetta kann ein bert siga, at ein løgtingslimur skal vera við til at lóggeva til tess, at allir føroyingar kenna, at Løgtingið arbeiðir fyri teir allar; soleiðis, at øll kenna seg vird, og kenna seg
Men ein má ansa eftir ikki at lata fantasiin taka ræðið, og tí er tað gott, at ein hevur okkurt konkret at halda seg til. Tað eru kanska tey, sum halda, at tað er skjótt at gera eina blaðtekning, tí ofta [...] hann tekur til. - Fer ein at kopiera seg sjálvan, so er tíð at gevast. Óli vil ikki siga, at hann er betri nøgdur við nakra ávísa tekning fram um hinar. Hinvegin veit hann, at onnur halda summar tekningar [...] Óli Petersen hevur altíð teknað. Sum ungur plagdi hann at fáa nøkur tørn við blíantinum, og eftir at hava roynt sjólívið nøkur ár gjørdi hann av at fáa meiri burtur úr teimum gávunum. Hann byrjaði hjá
filmin. TV3 tora ikki at keypa filmin, tí tey mettu, at tey kundu koma at dálka seg sum rás, áðrenn tey skuldu bjóða uppá keypið av TV2. Hesi vóru tó so erlig, at tey tordu at siga, sum er við meg. Hini eru [...] Eg haldi, at tað er umráðandi at halda fast um, at hetta eisini er støðið undir mínum filmi. Tað er ikki so langt frá mær og filminum, sum nógv halda. Annars er Morten Kaples kendur fyri at skipa fyri [...] í samrøðu við Sosialin um filmin, at politikarar kenna seg kanska misbrúktar. - Men eg haldi, at tað er neyðugt at provokera eitt kjak fram her, ið kann hjálpa okkum at definera hvat frælsi, talufrælsi