býir og bygdir um dagin, tí vandin er sera stórur at koyra í myrkri. Her eru eingi gøtuljós, so tað er bølaniða. Dagliga hoyra og lesa vit um rán og álop, bæði á fólk og bilar sum verða álopnir og stolnir [...] gentum og longu nú, tvey ár seinni, eru tær 30, og fleiri standa á bíðilista, og oftani koma gentur, grátandi og biðja um hjálp, ynskja at sleppa inn, tí tær einki heim hava. Tað er ógvuliga tungt og syrgiligt [...] hóast teirra sváru støðu. Tey fáa trúgv og vón uppá, at tað tó er EIN, sum elskar tey og hevur umsorgan fyri teimum, og tað er sterkt at síggja, hvussu hendan vónin og kærleikin, sum tey nú eisini møta í verki
við Davinu og royndi her í hesi álvarsløtu at troysta, so væl sum hann kundi. Tvey tey yngstu, Kirstin og Bjarni, minnast Tummas, tá hann av og á kom heim millum túrarnar við »Tjaldur«, og hann sat inni [...] lýsa hansara ætt og ættarsøgu. Keldurnar eru Jákup í Gerðinum, ættaður úr Vestmanna, og Føroya Siglingarsøga. Foreldrini hjá John vóru Hanne Pauline Margrethe f. Michelsen (1871-1946) og Johannes Johannesen [...] skiparan Johan, og Jákup Jacobsen úr Kollafirði druknaðu. Sagt verður í Dimmalætting, at skiparin royndi tað hann kundi at bjarga hinum og eisini pápanum. Men »denne havde sikkert tabt bevidstheden og var ikke
øvuðsstaður. Har er stór og vøkur kirkja, verkstaður og skúli fyri jarn- og træsmíð og nógv hús afturat. Hátíðarhald fyri kollveltingina Nú eru vit í 1984. Til heystar eru 10 ár síðani kollveltingina. [...] Síðan rættir hann henni sápu og biður hana fara oman í ánna at vaska hetta av sær, og tað gjørdi hon so. Hon fór heim í heimbygd sína og fór at vitna fyri manni sínum og hinum sum vóru har. Men tey slerdu [...] konurnar og smábørnini á staðnum og læra tey um matgerð og annað. Ein stórur trupulleiki var longu tá AIDS. Vit royndu at undirvísa tey um, hvussu tey kundu sleppa undan hesi sótt. Tann greiðasta og besta
maðurin og sveimaði millum lív og deyð. Hann fekk eisini bruna í skurðin og bøtti hetta ikki um støðuna. Hesa tíðina sat pápin hjá honum bæði dag og nátt. Men so fór hann at batna og fór so við og við at [...] tablettir heim við sær, og hann var biðin um at taka eina hálva tablett um dagin í 10 dagar. Hann játtaði hesum og fór heim. Nakrar fáar dagar seinni kom hann aftur í góðum lag og takkaði mær so hjartaliga [...] markini. Men fáa tey viðgerð, kunnu tey lekjast, og so minkar miltið so við og við. Sjálv havi eg havt malaria og eisini tyfus. Men eg fekk viðgerð og gjørdist frísk. Annars hevur heilsan verið góð alt
grúiliga illa komin, og eg minnist til tað, tá eg kom upp á bakkatromina. Tá var nokk so langt millum kavan og bakkan, tað var opið niður ímillum. Eg veit ikki, so skavaði eg og skavaði og skavaði. Tað endaði [...] Síðan at koma í land og uppá bakkan, og aftaná tað tann langi teinur at ganga til hús. Norðoya Forminnasavn hevur fingið til vega veðurmátingar har á leiðini hesar báðar lagnudagar 26. og 27. mars 1930. Mátingar [...] Grindavík, Vestmannaoyggjunum og Eyrarbakka fleiri ferðir um dagin. Her sást, at hitin hevur ligið um frostmarkið og niður í 4 kuldastig. Tað hava verið kavaælingar, og ein slíkur hevur verið, tá skipið
hann plagdi at ganga í býnum, og hann legði hondina á høvdið á børnunum og segði ”Tro på Jesus”. Anna mintist Djóna í Geil, og báðar mintust tær synir hansara Kristin og Petur Alberg, sum hava sett so [...] seinni til Havnar á Skansavegin, og giftist við Óla av Lava. Mamma hennara, Anna Katrina, fylgdi seinni við og tók stóra klíggjavevin hjá sær við, og hon vevaði fyri fólk. Anna og systkin hennara kallaðu hana [...] børnini komu í skúla, og á vetri var kavarudding ein av hansara uppgávum. Og tá var jú meira kavi enn nú! So her skuldi ofta farast tíðliga upp. Keyptu mjólk og skóru torv Heima hjá Onnu og Marthu høvdu tey
grípandi og væl og tók til yrking Sig. Eggertz “Alfaðir ræður”. Aftaná taluna var sungin sálmurin “Alt eins og blomstrið eina.” Kisturnar vóru prýddar við kransum og blómutyssum frá Seyðisfirðingum, og býr [...] gjørt klárt til Íslandstúrin, og ætlanin var sum sagt at fara á Eysturlandið og Norðlandið. Síðan var farið av Trongisvági og vestur móti Lítlu Dímun. Ferðin gekk væl, og tað var av besta veðri alla tíðina [...] morgunin var vaktarskifti, og nú var tað skiparin og hansara menn, sum vóru á vakt. Tá skiparin var komin upp á dekkið, undrast hann á, at stýrimaðurin og hansara menn gingu har, og spurdi hann, hvat hetta
Kapitalur: EUR 10.000,00 Tekningarreglur: Filialurin verður bundin av filialleiðaranum. Endamál: Endamál hjá filialinum er: A. Útvinng, framleiðsla, útvegan, flutningur og søla av olju og jarðgassi á føroyskum [...] Endamál: Endamál felagsins er at menna føroyska oljuvinnu, at gera íløgur í partabrøv og onnur virðisbrøv, at reka handil og annað virksemi í hesum sambandi. Skrásetingar-nr. P/F 3878 P/F Ingibjørg Dam, 110 [...] grannskoðarar, Staravegur 17, 100 Tórshavn Endamál: Endamál felagsins er at eiga og reka flutningstænastu, útleigan av báti, handil og annað starv í hesum sambandi. Skrásetingar-nr. Sp/f 3877 Sp/f Rosendal, 490
kundu fólk fara at rópa og skríggja. Tey sum standa fyri gudstænastu, taka tey út, fara inn í eitt annað rúm og biðja fyri teimum. Andarnir fara so út, og tey koma so inn aftur og seta seg heilt róliga aftur [...] verið sjúkur leingi. Hósdagin var eg úti og gav honum sproytu. Tá ið eg nærkaðist smáttuni, hoyrdist grátur og róp. Har var nógv fólk samankomið bæði úti og inni, og tað var mær ógjørligt at koma inn. Eg [...] síðan betri og betri. Hetta hevur bjargað mongum børnum og mammum. Tá ið tær komu var tað tí, at okkurt var galið í samband við føðingina. Kvinnurnar kundu hava ligið í fleiri dagar við verkum, og barnið kom
búðu vit í Sørvági, og tað fyrsta eg minnist til Abbadidd var, einaferð pápi og eg vóru á veg úr Sørvági til Klaksvíkar, og máttu gista nátt í Havn. Vit komu seint á kvøldi til hennara, og hon var hørm um [...] stóran bolla, og heilt nogv fólk gekk inn á gólvið. Annars gekk Ingeborg høgt uppí lesing, bæði bøkur og bløð. Donsku dagbløðini, Berlingarin og Politiken, komu 14. hvønn dag við Tjaldrinum, og vóru væl lisin [...] Marionnu og Sigrid Mariu, og byggja sær hús. Andreas arbeiðir hesi ár í handlinum hjá sváginum Rasmus Niclasen, og tá hetta handilsvirki í 1908 verður umskipað til partafelag, er Andreas bókhaldari og ein av