Einar 100 mill. kr. eyka eru brúktar til at betra um trygdarskipanina síðani boringin fór í gongd. -Líka mikið hvussu nógv tað kostar, so vilja vit gera alt fyri, at henda boringin á føroyska landgrunninum [...] hava vit eisini brúkt stórar upphæddir til at betra um allar okkara trygdarskipanir, soleiðis at tær geva optimala verju av umhvørvi og fólki. Hetta segði italski leitistjórin hjá oljufelagnum ENI á Oljutinginum [...] Hann greiddi teimum hálvthundrað áhoyrarunum frá verkætlanini, sum er vorðin rættiliga nógv dýrari, nú ENI gjørdi av at steðga boringini í umleið ein mánað fyri at betra um og uppgradera trygdarventilin
Havn. Á skránni eru formansval og val av tveimum tiltakslimum. Páll Poulsen og Herálvur Jacobsen bjóða seg fram at verða formaður. Páll Poulsen er sannførdur, at hann var førur fyri at standa á odda fyri [...] valdur. - Lærarafelagið skal hoyrast, nú sparingar fara fram í fólkaskúlanum. Tað er sera umráðandi, at vit hava dugnaligan og skikkaðan ungdóm, sum fær neyðuga lærdómin. Vit vita, at sparingar fara fram, men [...] at menna fólkaskúlan, og Lærarafelagið skal leggja grundarlagið undir menningina og framvegis ganga á odda í kjakinum um føroyska skúlan og undirvísingina, segði Páll Poulsen í viðtalu við Sosialin í farnu
fyri meiri enn hálvari øld síðani og vit hava ongar ætlanir um at geva tað frá okkum aftur, segði hann. Hann vísir annars á, at nú gongur av álvara væl aftur í Íslandi og fyri fyrstu ferð í fleiri ár [...] -Tá ið á stóð, hava føroyingar altíð stuðlað okkum. Tað sigur Bjarni Benediktsson, formaðurin í íslendska Sjávstýrisflokkinum og íslendskur fíggjarmálaráðharri. Hann var gestarøðari á landsfundinum hjá [...] staðfestu teir, at teir eru samdir um, at halda Føroyar og Ísland uttanfyri ES. Eg haldi, at Føroyar og Ísland kunnu stuðla hvørjum øðrum í tí sambandinum, sigur Bjarni Benediktsson. - Vit fingu sjálvstýrið
Vinstriflokkurin á Fólkatingi krevja Mette Gjerskov, fiskimálaráðharra, í samráð sum skjótast at greiða frá revsitiltøkunum, ið ES-kommissiónin ætlar at seta í verk ímóti Føroyum. - Nú mugu vit hava upplýsingar [...] útflutning av makreli. Um hesar upplýsingar eru rættar, hava vit eina álvarsliga støðu, bæði fyri Føroyar og fyri ráðharran, sigur Edmund Joensen. Sambandsflokkurin á Christiansborg vil, saman við samstarv [...] upplýsingar á borðið um og hvussu, ES-kommissiónin ætlar at revsa Føroyar orsakað av ósemjuni um veiðuna eftir uppisjóvarfiski í Norðuratlantshavi, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
hevur Maskinmeisarafelagið havt lýsingar í Útvarpi Føroya, har felagið heitir á maskinmeistarar, sum søkja starv umborð á vaktarskipunum, um at venda sær til felagið. Jógvan Nybo, formaður í Maskinmei [...] kravinum vil Fiskiveiðieftirlitið tó ikki ganga á møti. ? Hetta er talan setan av starvsfólki, og tað er ikki eitt fakfelagsmál, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum. Hann kundi ikki siga [...] umsøkjarunum frá støðuni hjá felagnum. Áður hevur felagið noktað limum sínum at søkja størvini, men nú verða umsøkjarar ella teir, sum ætla sær at søkja, ístaðin biðin um at venda sær til felagið. Mask
samstundis eisini eitt politiskt útspæl, har hinir flokkarnir verða kunnaðir um, hvørjar loysnir vit halda eru tær røttu. Fyri 3 vikum síðani kom tann fyrsta av hesum politisku yvirlýsingunum, sum bar heitið [...] til borgaran betrast". Hon kann framvegis lesast á heimasíðuni www.javnadarflokkurin.fo Hesaferð snýr yvirlýsingin seg um sjálvstýrismálið. Víst verður á, at tað er alneyðugt við eini víðfevnandi tjóðs [...] hendingarnar seinastu dagarnar - at verulig framtøk í føroyskum sjálvstýri skulu grundast á eina tjóðskaparliga semju, sum vit sjálvi koma fram til her í Føroyum. Tórshavn 16. okt. 2003
almenna heilsutrygd. Vit meta tað vera serstakliga óheppið at gjøgnumføra so ógvusligar príshækkingar á lívsneyðugum heilivági í eini tíð, har fólk frammanundan eru sperd av príshækkingum á gerandisvørum og [...] gerandisdagurin enn meira skerdur, enn hann longu er, og í ringasta føri fara vit at síggja eina øking í sjúkutilburðum. Felagið vísir á, at príshækkingin hjá samgonguni er ætlað sum sparing fyri Heilsutrygd [...] Hjartafelagið mótmælir nú eisini ætlaðu broytingini hjá landsstýrinum, sum fer at gera tað dýrari hjá fólki, sum taka heilivág. Felagið vendir sær til landsstýriskvinnuna í heilsumálum við mótmælinum.
broytist eitt sindur, men tey , sum eru umborð nú, fáa nú møguleikan at tosa føroyskt við enn ein føroying. Ragnar Poulsen, jarðfrøðingur, fór hósmorgunin vestur á flogvøllin, haðani hann verður flogin [...] umborð á Sovereign Explorer. Vanliga eru tað einans tveir jarðfrøðingar og fýra fólk í alt við frá Statoil, men í løtuni hevur norska fyritøkan seks fólk við umborð. Vanliga liggur samlaða talið á starvsfólkum [...] meðan hann las, men er nú farin í fast starv. Hann hevur arbeitt serliga í Onglandi og nú eisini í Føroyum. Høvuðsuppgávan hjá honum var eisini um føroyska jarðfrøði - bæði á landi og ?offhore?, so tað
gjørdist borgarstjóri fyri Klaksvíkar kommunu. Nú hann legði frá sær á nýggjárinum, er hann vorðin 60 ár, og vendir hann 1. februar aftur til starvið sum sýnsmaður á Húsalánsgrunninum. Hesi átta árini, Steinbjørn [...] hevur staðið á odda fyri kanska størstu íløgurnar, sum eru gjørdar fyri býin, men tað rakk ikki til eitt tíðarskeið afturat sum borgarstjóri fyri kommununa. Eitt, sum kortini harmar hann, nú hann er farin [...] rakar ofta fyrst í Klaksvík, tí vit eru so viðbrekin. Eg hugsi nógv um hesi fólkini, sum mistu sítt arbeiði, og sum í dag ikki hava nakað arbeiði at fara upp til. Og á ein hátt kenni eg meg at vera í sama
Í Danmark eru góðar royndir av roykiforboðum í skúlunum, og júst hetta ætlar Fyribyrgingarráðið at hyggja nærri at. - Vit kunnu rokna við, at Fyribyrgingarráðið fer at mæla til roykiforboð á øllum skúlum [...] er ikki loyvt at roykja í flogførum til og úr Føroyum, umborð á Strandafaraskipum, í bussum og á einstøkum almennum og privatum stovnum. Á Landssjúkrahúsinum er heldur ikki loyvt at roykja, men har verður [...] avmarkingar áttu at verið fyri royking. - Stóð tað til mín var ikki loyvt at roykja á nøkrum almennum stovni. Prísstýring vita vit eisini hjálpir. Tubbak í Føroyum er eftir mínum tykki ov bíligt. Ein pakki av