Steinbjørn O. Jacobsen var 52 ár tá hann í 2000 gjørdist borgarstjóri fyri Klaksvíkar kommunu. Nú hann legði frá sær á nýggjárinum, er hann vorðin 60 ár, og vendir hann 1. februar aftur til starvið sum sýnsmaður á Húsalánsgrunninum.
Hesi átta árini, Steinbjørn O. Jacobsen sat sum borgarstjóri, hava sett síni spor. Stórar íløgur eru í gjørdar vinnubygningar, ítróttarlív, ídnaðarøki, barnagarð og skúla. Kanska tað mest sjónliga og týðandi fyri býin er undirsjóvartunnilin.
- Her eru nógvir pengar brúktir, og eg haldi veruliga at borgarin hevur fingið nakað burturúr, sigur Steinbjørn O. Jacobsen. Nógvir karmar eru gjørdir, vinnubygningar eru komnir upp, svimjihøllin er umbygd, badmintonhøllin er reist, Norðhavnin er næstan liðug, Barnahúsið Margit, nógvar útstykkingar, vatnverkið er útbygt í allar kommuni, reksar fráfarni borgarstjórin upp.
Likviditeturin kostaði sessin
Steinbjørn O. Jacobsen er kendur fyri sítt lætta lyndi, og tað hevur hann varðveitt hesi átta árini sum borgarstjóri. Alt hevur kortini ikki bert verið látur og lógvabrestir í hansara karrieru sum borgarstjóri. Serliga er tað seinasta kommunuval, ið situr fekst í minninum, og sum gevur honum ein beiskan smakk í munnin.
- Eg varð ikki so skuffaður av ikki at gerast borgarstjóri aftur, men av valinum sjálvum. Eg gjørdi eitt gott val, og meðan eg sat sum borgarstjóri, gjørdi eg nógv góð ting. Men likviditetsstøðan var sera óheppin fyri okkum. Fjølmiðlarnir hingu seg uppá tað, eisini á sjálvum valdegnum. Høvdu tey viðurskiftini komið uppá pláss áðrenn, hevði valið kanska sæð eitt sindur øðrvísi út, heldur Steinbjørn O. Jacobsen.
Nú hann ikki longur situr sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, er tað vorðið kvirt norði á Stangavegnum. Telefonin ringir ikki so ofta, sum hon plagdi at gera.
- Eg brúkti nógva tíð og orku uppá borgarstjórasessin. Eg var trúfastur, og møtti væl upp til tær uppgávur, ið fylgdu við borgarstjórastarvinum, greiðir Steinbjørn O. Jacobsen frá. Av tí sama er familjan ikki vorðin raðfest, og tað royni eg at heinta inn aftur nú.
Hann sigur, at um ein vil seta seg á ein so útsettan post sum borgarstjórapostin, skal ein vera gjørdur av serligum tilfari.
- Ein skal vera fólksligur og duga at vera um fólk. At duga at samskifta, er ein stór styrki. Hvussu ein takklar truplar støður, og hvussu ein møtir fólki. Eg hugsaði nógv um hvussu tey fóru frá mær aftur. Kortini skal mann vera tann sami persónurin. Men mann skal ansa sær.
Klaksvík fyrst og fremst
Steinbjørn O. Jacobsen hevur brúkt sítt viðfødda lyndi til at reka borgarstjórastarvið. Hann hevur alt sítt lív havt eitt lætt lyndi, sum ger at tað fellur honum lætt at breiða seg í starvinum. Í 25 ár hevur hann verið ein av limunum í innandurafótbóltsliðnum, sum hittist tveir morgnar um vikuna at spæla fótbólt í Kí høllini. Klokkan 06.30 týsmorgun, og klokkan 8.00 hvønn leygarmorgun. Eftir seinasta dyst fyri jól gera teir upp. Tá sæst hvussu uppmøtingin var til hvønn dystin, hvør skoraði flest mál, og hvør segði oftast halt kjaft.
- Av 92 dystum, møtti eg upp til 87. Teir dystirnar, eg ikki møtti upp, lá eg við influensu. Eg gangi annars høgt upp í at vera væl fyri, og havi kort síðan verið til heilsukanning. Bæði kondi og lungu hava tað gott.
Til hvønn dyst hjá Kí og Stjørnuni møtir hann upp, og við Kvartettini í Betesda hevur hann sungið í mong ár.
- Men eg eri ikki nakar serliga struktureraður persónur. Í staðin hevði eg fólk arbeiðandi í býráðnum, ið høvdu teir eginleikarnar. Eg má siga, at tað er ein veldig avbjóðing at gerast borgarstjóri, serliga uttan eina leiðaraútbúgving, ásannar Steinbjørn O. Jacobsen.
Hevði tað latið seg gjørt, hevði hann latið øllum pening, sum lótu eina umsókn inn til býráðið. Men resursirnar eru sjálvsagt ikki óavmarkaðar.
- Vit valdu at raðfesta klaksvíkingar fremst. Soleiðis at peningaligur stuðul altíð varð latin borgarum úr kommununi fyrst og fremst. Eitt stórt arbeiðið er gjørt fyri at menna ítróttarlívið her norði, sigur hann.
Tað skal eingin ivi vera um, at fráfarni borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, bert ynskti tað besta fyri sín heimbý. Hann er ikki í iva um at Klaksvík er vakrasti býur í Føroyum. Hann hevur staðið á odda fyri kanska størstu íløgurnar, sum eru gjørdar fyri býin, men tað rakk ikki til eitt tíðarskeið afturat sum borgarstjóri fyri kommununa. Eitt, sum kortini harmar hann, nú hann er farin frá, at tað ikki eydnaðist honum at fáa politiska undirtøku fyri orkuverkætlanini fyri kommununa.
- Vit gjørdu stórar íløgur í framtíðina. Norðhavnin kastar ikki av sær sum er, men uppá sikt fer hon at gera tað. Tað, sum eg eri keddur av, er tað ólidna arbeiðið, ið liggur eftir. Eitt samt býráð tók undir við hesum íløgum, men fortreytirnar broyttust skjótt, og eg havi goldið prísin.
Ikki pláss fyri mær meir
Fyri Steinbjørn O. Jacobsen hevur borgarstjórastarvið einki við makt at gera. Í staðin sær hann starvið sum eina avbjóðing. Eina avbjóðing, hann hevur trivist væl við. Nú hann hevur avhendað sessin til annan borgarstjóra, umboðandi ein annan flokk, er hann spentur uppá at síggja hvussu leikur fer. Tað er eingin loyna, at Klaksvík ikki hevur bestu útlitini fyri framman, nú fíggjarkreppan ger um seg og størsta arbeiðsplássið í býnum noyddist at bukka undir.
- Er tað nakar býur, ið kennir til upp og niðurtúrar, er tað Klaksvík. Fíggjarlig kreppa rakar ofta fyrst í Klaksvík, tí vit eru so viðbrekin. Eg hugsi nógv um hesi fólkini, sum mistu sítt arbeiði, og sum í dag ikki hava nakað arbeiði at fara upp til. Og á ein hátt kenni eg meg at vera í sama báti. Sum at tað ikki er pláss fyri mær meir, sigur hann álvarsliga.
Hann trívist ikki við einki at gera. Øll borgarstjóraárini hevði hann nógv og drúgt samstarv við nevndarformenn og deildarleiðarar í býráðnum, nógvar uppgávur fylgdu við borgarstjórastarvinum so sum brúðarvígslur, røður, móttøkur og so framvegis.
- Alt tað fari eg at sakna. Eg sakni at hava nógv fólk rundanum meg.
1. februar fer hann aftur í starv á Húsalánsgrunninum, og inntil tá, verður stovan umvæld.
- Eg fari at taka ein steðg frá politikkinum fyrst. Men eg ætli mær kortini at blanda meg, tá høvi býðst. Eitt havi eg kortini lært av borgarstjórastarvinum. Tú verður ikki valdur fyri tað tú gert, men fyri tað, tú lovar.