Leikskráin fyri FM-finalurnar 2014 er løgd: Skírishósdag 17.04.14 Kl. 16.00 Elektron: VÍF – Kyndil, Høllin í Vestmanna Kl. 20.00 Atlantic Airways: VÍF – KÍF, Høllin í Vestmanna Leygardagin 19.04.14 Kl [...] Kl. 16.00 Elektron: Kyndil – VÍF, Høllin á Hálsi Kl. 19.00 Atlantic Airways KÍF – VÍF, Høllin í Kollafirði Ein møgulig triðja finala verður 2. páskadag. Um tvær finalur, verða tær kl. 16.00 og 19.00, um
verður fyrsta FM-finalan í hondbólti hjá kvinnum spæld í høllini í Vestmanna. Her fær VÍF vitjan av Kyndli og skal royna at basa teimum grønu úr Havn, sum annars hava havt gott tak á VÍF í alt ár og eitt [...] vinna FM - VÍF mugu vera øgiliga sterkar í verjupartinum, ít Simona hjá Kyndli er ein spælari, sum altíð – og serliga í finalum – altíð er klár. Hon kann skjóta eitt lið í senk einsamøll, so um VÍF ikki [...] trupulleikar - VÍF má eisini steðga mótálopum hjá Kyndli, har tær fáa nógv mál. Samanumtikið sera, sera avgerandi hjá VÍF at fáa verjuna at rigga - Kyndil má ansa eftir skjúttunum hjá VÍF, sum hevur meiri
Kl.20.00 í kvøld hittast grannarnir úr VÍF og KÍF í fyrstu FM-finaluni hjá monnum. Fyrsti dysturin verður í høllini í Vestmanna. Henrik Gerster, venjari hjá VÍF, sigur, at teir hava gjørt eitt sindur meiri [...] sigur Eddie. Meting frá Finni Hanssyni: - VÍF er lítil favorittur. Teir hava havt nógvar skaðar, men teir eru væl fyri nú og hava breiðari hóp enn KÍF. - Hjá VÍF er tað tengt at serliga tveimum monnum, nevniliga [...] verður avgerandi. - Um KÍF megnar at fáa tak á Eli Müller og pilka Filip Jojic úr spælinum, so fær VÍF trupulleikar.
Fyrsta FM-finalan í landskappingini hjá kvinnum var í høllini í Vestmanna seinnapartin, har VÍF tók ímóti Kyndli, sum hevur havt sera gott tak á vestmannagentum alt kappingarárið. Tríggjar av fýra innanhýsis [...] Kyndil vunnið og í øllum dystunum varð VÍF hildið undir 20 mál. Kyndil streyk avstað frá dystarbyrjan og undantikið javnleik 1-1 vóru tær á odda alla tíðina. VÍF-genturnar tóktust vera nervaðar av umstøðunum [...] seinna hálvleiki traðkaði VÍF-stórskjúttin, Liljan Djurhuus, til alt fyri eitt og við tveimum málum minkaði hon til 12-9. Hetta var byrjanin upp á eitt comeback, sum fekk VÍF heilt niður á 13-12 til Kyndli
VÍF - KÍF 26-26 Liðugt: 26-26 Áki Egilsnes bjargaði VÍF ein javnleik, tá tann við seinasta kastinum í dystinum sendi bóltin í tvørstongina og í mál. Hann skorarði ikki færri enn átta mál í finaluni. Hann [...] Hann var toppskjútti. VÍF var á odda at kalla allan dystin, men móti endanum kom KÍF á odda. Tá tað restaðu sjey sekund fekk VÍF fríkast, sum Áki Egilsnes meddaði í málið. Javnleikurin merkir, at KÍF bara [...] bara skal vinna dystin í Kollafirði, so eru teir FM vinnarar 2014. Hálvleikur: 15-13 VÍF er á odda við tveimum málum í hálvleikinum. Teir hava verið á odda allan vegin. Tað var ikki fyrr enn móti endanum
17 ára gamli Áki Egilsnes hjá VÍF hevur havt eitt hendingarríkt ár. Eftir eina frálíka byrjan upp á kappingarárið breyt hann beinið 11. januar og fekk at vita, at hann ikki skuldi vænta at spæla hondbólt [...] enn væntað og í dag – fimta dyst eftir skaðasteðgin – gjørdist hann toppskjútti við við átta málum í FM-finaluni ímóti KÍF og syrgdi fyri 26-26-javnleiki við einum framúr máli tá ið trý sekund vóru eftir [...] so eg hamraði til í styttra horn, sigur Áki um málið, sum brast í tvørtræið og í mál og tryggjaði VÍF 26-26-javnleik. Hann hevur eitt sindur trupult við at seta orð á, hvørs hann er nøgdur við javnleikin
Seinast í 90’unum vann Kyndil FM-heitið tvær ferðir á rað, men tá eydnaðist ikki at vinna steypakappingina. Og tá tær í 2000 vunnu steypakappingina, hevði Stjørnan tikið yvir í FM-dystinum. Í Vestmanna var [...] Kyndils-kvinnur kunnu skriva sín part av føroyskari hondbóltssøgu, tá tær í dag taka ímóti VÍF í næsta finaludystinum hjá kvinnum. Kyndil vann fyrstu finaluna, sum varð spæld í Vestmanna, og nú hava tær [...] var Kyndil greitt omaná, og tó at VÍF ta einu løtuna minkaði heilt nógv um munin, so hildu stórskjótandi Simona Petersen og hennara liðfelagar tørn. Tað merkir, at ein sigur ella ein javnleikur í dag er nóg
VÍF er partur av tveimum FM-finalunum í dag. Klokkan 16 spæla kvinnurnar næsta finaludystin móti Kyndli, og klokkan 19 spæla menninir móti KÍF. Í báðum førum á útivølli. Í Vestmanna ætla tey at gera sítt
hevur møguleikan at vinna FM-heitið í manshondbólti annað árið á rað. Hetta gera teir, um teir vinna dystin móti VÍF í dag. Fyrsta finalan endaði við javnleiki, og tí fer FM-heitið til tann partin, sum
møguleikin til staðar at vinna fyrstu kvinnugreipuna í felagssøguni, meðan tað hjá VÍF ræður um at halda spenninginum, so FM-heitið ikki verður avgjørt fyrr enn mánadagin.