17 ára gamli Áki Egilsnes hjá VÍF hevur havt eitt hendingarríkt ár. Eftir eina frálíka byrjan upp á kappingarárið breyt hann beinið 11. januar og fekk at vita, at hann ikki skuldi vænta at spæla hondbólt aftur í ár. Uppvenjingin gekk tó betur enn væntað og í dag – fimta dyst eftir skaðasteðgin – gjørdist hann toppskjútti við við átta málum í FM-finaluni ímóti KÍF og syrgdi fyri 26-26-javnleiki við einum framúr máli tá ið trý sekund vóru eftir.
- Eg ætlaði mær ikki at skjóta, men tá ið eg sá, at viðleikararnir stillaðu seg í múr, so varð eg noyddur til tað. Eg ætlaði mær at skjóta ímóti longra horni, men eg varnaðist, at har var væl vart fyri, so eg hamraði til í styttra horn, sigur Áki um málið, sum brast í tvørtræið og í mál og tryggjaði VÍF 26-26-javnleik.
Hann hevur eitt sindur trupult við at seta orð á, hvørs hann er nøgdur við javnleikin ella ikki, men við umstøðunum í huga hómast eitt nøgdsemi hjá unga vestmenninginum.
- Bæði og. Vit vóru frammanfyri allan fyrra hálvleik og í løtum eisini við nógvum málum, men síðani dettur alt niðurfyri í seinna hálvleiki. At hála ein javnleik í hús í síðsta sekundi kann ein bara vera nøgdur við, sigur Áki.
Høllin í Kollafirði er karmur um næstu FM-finaluna leygardagin kl.16.00, og hóast hetta er eitt óhugnaliga trupult stað at spæla hjá nógvum vitjandi liðum, so hevur Áki góðar vónir.
- Vit hølvaðu teir av við átta málum seinast vit spældu har. Men eg má viðganga, at hatta er eitt trupult stað at spæla. Vit kunnu vænta nógvar áskoðarar og ein dramatiskan dyst, sigur Áki Egilsnes at enda.
Vinnandi liðið í høllini í Kollafirði leygardagin gerst føroyameistari. Endar tað enn einaferð við javnleiki, verður ein triðja og avgerandi finala spæld 2. páskadag – tá eisini í Kollafirði.