Høllin kókar

Lagt er upp til satt finalubrak, nú kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF spæla næstu FM-finaluna

 

 

Í Vestmanna byrjaði upphitingin til finalubrakið longu klokkan 13, tá fólk savnaðust á Bryggjuni. Í Havn hittust Kyndils-áskoðararnir klokkan 14, og nú dysturin er um at byrja, er høllin um at fyllast við fólki.

 

Flestu teirra eru ílætin felagslitirnar, og lagt er tí upp til eitt brak av einum dysti, har karmarnir eisini eru í topp. Hjá Kyndli er møguleikin til staðar at vinna fyrstu kvinnugreipuna í felagssøguni, meðan tað hjá VÍF ræður um at halda spenninginum, so FM-heitið ikki verður avgjørt fyrr enn mánadagin.