upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá september 2023 til august 2024 samanborið við undanfarna uppgerðarár. Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum [...] brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 339,4 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum. Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður [...] endaliga nýtslu er minkaður 541,8 milliónir krónur ella góð 12 prosent. Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 235,6 milliónir krónur, ella 4,7 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari
Hagstova Føroya: Útflutningurin fyri august er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið september 2023 til august 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið. Fisk [...] laksi, toski og fóðri gongur fram, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur. Minkingin í bólkinum "Ikki fiskur" stavar fyri tað mesta frá minni útflutningi av brennievni og skipum. Útflutningurin [...] niðanfyri vísir útflutningin skiftan á ISSCFC fiskavørur. Tað hevur seinastu árini verið ein vøkstur í útflutninginum av fiskamjøli, fóðri og lýsi. Sum talvurnar omanfyri vísa, er útflutningurin av fiskamjøli
úrtøkan í hesi kappingini er 10 stig og fjórða pláss í bólkinum. Tað er ikki met, men talan er um flott avrik og úrslit og úrtøku. Metið er kappingin undan EM í 2011, tá ið úrtøkan var 11 stig. Í undankappingini [...] stinnir í borðunum, og Martin Agnarsson hevði fleiri ferðir orku við sínum skjótleika at bjóða av í álopspartinum. Emil Weihe Joensen og Noah Mnenéy vóru sannir brandar í sentrala maskinrúminum, og í borðunum [...] verið so hugaligt hjá landsliðnum í fótbólti. Tí er tað søtur tónleikur, nú U-21 landsliðið í kvøld vann 1-0 ímóti Hvítarusslandi á Tórsvølli. Hetta var síðsti dystur í hesi EM undankappingini, og hetta
a til Ísrael. Sivilfólkið í Gazageiranum hevur verið mitt í stríðnum millum Ísrael og Hamas-rørsluna í yvir eitt ár, sum kveikti stríðið eftir álopið á Ísrael 7. oktober 2023. Hamas drap 1.200 ísraelar [...] eisini at gera í vár. - Men nøgdin av hjálp, sum verður veitt, er fallin við meira enn 50 prosentum, skriva tey. Tey siga víðari, at hjálpin, sum kom inn í Gaza í september, var minsta hjálpin í ein mánað seinasta [...] Teir báðir ovastu ráðharrarnir í amerikansku umsitingini skriva, at næstu 30 dagarnar skal Ísrael taka stig til at bøta um humaniteru støðuna í Gaza. Annars er Ísrael í vanda fyri rættarmáli, sum kann
Qassem, sum er ein av leiðarunum í Hizbollah í Libanon, sigur, at síðan Ísrael hevur lopið á hvar sum helst í Libanon, hevur Hizbollah eisini rætt at leypa á hvar sum helst í Ísrael. Tað er tíðindastovan, [...] Reuters, sum ber hesi tíðindi í dag, og lagt verður aftrat, at Hizbollah er í holt við at fyrireika nýggj álop, sum fara at merkja, at Ísrael fer "at føla pínu", sum tikið verður til. - Vit fara at miðja
til Setrið í Nóatúni, sum í løtuni verður prosjekteraður . Neyðugt er at fáa heildarætlan gjørda fyri høvuðsumvælingina nú, tí síðani stóra ætlanin fyri alt tað savnaða Setrið varð gjørd í 2018, bleiv [...] soleiðis í síni meting av uppskotinum hjá sp/f SNA: Uppskotið hjá tilboðsgeva hevur á besta hátt tikið atlit at heildarætlanini frá 2018 og hevur eisini vinnandi uppskotið til felagsbygningin frá 2023 í huga [...] um hjá Fróðskaparsetri Føroya hevur verið í gongd síðan juli í ár. Lesandi, starvsfólk á Setrinum og grannar eru partur av brúkarabólkum, sum verða hoyrdir í tilgongdini. Hetta skal tryggja, at toymið
bæði í byggitíðarskeiðinum og í endaliga tunlinum. – Landsverk hevur arbeitt við forkanningum og fyrireikingum til Suðuroyartunnilin í 2020, 2021 og 2022, og hevur í hesum sambandi fingið til vega frá [...] Suðuroyartunlinum. Eina váðakanning í samband við møguligan eld í Suðuroyartunlinum og eina kanning um møguligan bruna í byggitíðini. Frágreiðingarnar vóru lidnar ávikavist í apríl og mai 2022. Allar frágreiðingar [...] hevur Landsverk í ávísan mun verið við í arbeiðinum at fyrireika ein Suðuroyartunnil. Landsverk hevur luttikið í arbeiðsbólkum saman við Tunnilsfelagnum um linjuføringar, tunnilsgrót og trygd í tunlum. Landsverk
dugleikarnir í Ukraina vita í nátt at siga, at ein ukraini hevur latið lív í einum russiskum álopi á ukrainska býin, Mykolajiv. Býurin liggur har suðuri í Ukraina, einari 70 kilometrar í ein útnyrðing [...] nørurin, Vitalii Kim, at siga á boðtænastuni, Telegram. Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í nátt.
biðið um at handtaka Putin. Í mars 2023 ákærdi ICC Putin fyri krígsbrotsverk. Undir krígnum í Ukraina var Putin sekur í at hava burturvíst ukrainsk børn til Russlands, stendur í ákæruritinum. Tí hevur ICC [...] jørð. Brasil hevur sent út innbjóðingar til G20-toppfundin í Rio de Janeiro í døgunum 18. og 19. november. Tað siga tvær keldur í stjórnini í Brasil. Standard boð eru send til russiska høvuðsstaðin, Moskva [...] Ovasti ákærin í Ukraina, landsákærin Andriy Kostin, heitir á Brasil um at handtaka russiska forsetan, Vladimir Putin, í næsta mánaði á G20-fundinum í Brasil. Kostin sigur, at hann hevur fregnartænastur
in er í løtuni í kommunala geiranum. Í fjør vuksu tær 11,9 prosent. Íløgurnar hjá kommununum hava ongantíð verið størri, og fyri fyrstu ferð nakrantíð komu tær upp um eina milliard krónur í 2023. Nógvar [...] inntøkuvøkstrinum í almennu kassunum farin til at fíggja lættar í lønarskattinum. Til dømis øktust samlaðu skattainntøkurnar hjá føroysku kommununum við umleið 15 prosentum frá 2020 til 2023. Hetta átti at [...] borgararnar rinda minni í skatt, hava kommunalu útreiðslurnar runnið avstað. Bara frá 2022 til 2023 er vøksturin knappa hálva milliard. Tey valevni, sum bjóða seg fram til kommunuvalið í komandi mánaði, eiga