Naim Qassem, sum er ein av leiðarunum í Hizbollah í Libanon, sigur, at síðan Ísrael hevur lopið á hvar sum helst í Libanon, hevur Hizbollah eisini rætt at leypa á hvar sum helst í Ísrael.
Tað er tíðindastovan, Reuters, sum ber hesi tíðindi í dag, og lagt verður aftrat, at Hizbollah er í holt við at fyrireika nýggj álop, sum fara at merkja, at Ísrael fer "at føla pínu", sum tikið verður til.
- Vit fara at miðja eftir at raka ísraelska herin og teirra herstøðir, sigur Naim Qassem.
Men, eftir at hesin Hizbollah-leiðarin hevði hótt Ísrael við nýggjum álopum, kom hann sambært Reuters niður aftur á jørðina og segði, at einasti vegur er ein vápnahvíld.