Ukraina vil hava Putin handtiknan í Brasil

Fer Putin forseti til G20-toppfundin í Brasil, eigur Brasil at handtaka hann, sigur Ukraina.

Enn hevur Vladimir Putin ikki upplýst, um hann fer at luttaka á G20-toppfundinum í Brasil í november. Myndin er frá í dag á fundi við leiðaran fyri valnevndina í Moskva, høvuðsstaðnum í Russlandi. - Mynd: Mikhail Metzel/Ritzau Scanpix

Ovasti ákærin í Ukraina, landsákærin Andriy Kostin, heitir á Brasil um at handtaka russiska forsetan, Vladimir Putin, í næsta mánaði á G20-fundinum í Brasil.

Kostin sigur, at hann hevur fregnartænastur um, at Putin kemur á G20-toppfundin.

Talsmaðurin hjá Putin sigur, at eingin avgerð er tikin um, hvørt Putin møtir á fundinum.

Brasil hevur undirskrivað altjóða revsirættin ICC, sum hevur biðið um at handtaka Putin.

Í mars 2023 ákærdi ICC Putin fyri krígsbrotsverk.

Undir krígnum í Ukraina var Putin sekur í at hava burturvíst ukrainsk børn til Russlands, stendur í ákæruritinum.

Tí hevur ICC eisini útskrivað altjóða handtøkuboð fyri Putin.

Hetta merkir, at øll lond, sum hava skrivað undir ICC, skulu handtaka Putin, um hann traðkar á teirra jørð.

Brasil hevur sent út innbjóðingar til G20-toppfundin í Rio de Janeiro í døgunum 18. og 19. november.

Tað siga tvær keldur í stjórnini í Brasil.

Standard boð eru send til russiska høvuðsstaðin, Moskva. Navnið á Vladimir Putin stendur á innbjóðingini.

Greitt er ikki, um tað er hald í fregnarboðunum hjá Kostini, høvuðsákæra.

Men í Moskva sigur talsmaðurin hjá Putin, at enn er ikki avgjørt, um Putin fer á toppfundin.

- Tá avgerðin er tikin, fari eg at kunna um tað, sigur Dmitrij Peskov við russisku tíðindastovuna Tass.

ICC hevur ikki viljað gjørt viðmerkingar til upplýsingarnar.

Ein talsmaður sigur, at tað er upp til londini í ICC at halda seg til tær avgerðir, tey hava tikið.

ICC hevur 124 limalond.

Dómstólurin varð formliga stovnaður í 2002 fyri at ákæra krígsbrotsmenn og tey, sum hava framt brotsverk móti mannaættini og fólkadráp .

 

Ritzau/Reuters

 

 

Enn hevur Vladimir Putin ikki upplýst, um hann fer at luttaka á G20-toppfundinum í Brasil í november. Myndin er frá í dag á fundi við leiðaran fyri valnevndina í Moskva, høvuðsstaðnum í Russlandi. - Mynd: Mikhail Metzel/Ritzau Scanpix